Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Framtíðin á dagsskrá

2019-06-12 06:25

Herfyri fekk ein ung genta úr Svøríki heimin at vakna. Hon hevði sett framtíðina á dagsskrá.

Komandi árini verður hennara boðskapur avgerandi í politikki.

Tann, sum ikki lurtar eftir henni, fær reyð oyru. Men hennara boðskapur er ikki nýggjur. Vit hava verið við. Vit høvdu slogan sum “Havnin skal skína”. Eg var limur í NOAH, eg var í Tvind, tá teir bygdu fyrstu stóru vindmylluna í Danmark, og alt hetta hevur munað.

Vit fingu vatnorku í 50unum sum menningarhjálp úr USA, og tað hevur munað. Vit hava sett vindmyllur upp nú, og tær muna. Vit eru ikki best í øllum heiminum, men vit eru álvarsliga við á orkuøkinum.

Helvtin av allari orkuframleiðslu á landi er frá varandi orkukeldum.

Vit ofraðu tað vakra fyri tað neyðuga.

Vestmenningar mistu Fossá, tað gjørdu teir við stoltleika.

Tað er at gleðast um, at gransking fer fram um framtíðarorkuframleiðslu í Føroyum.

Vit hava enn trupulleikar av útláti frá skipum, vit hava trupulleikar frá larmi frá skipum. Hetta ber til at gera nakað við. Vit kunnu byrja nú. Byrja beint fyri tínum egnu durum.

Vit mugu vilja, og vit mugu skilja.

Magni Dalsgaard,
løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin