Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang / portal.fo)

Framtíðar ferðavinnan

Í einari av sínum nógvu frálíku yrkingum sigur Jóannes Bóndi í yrking nr. 190 í Songbók Føroya Fólks frá 1997:

Á, neyðara landsmenn, hvat hava tit gjørt? Tit dripið hava føroyingin í Føroyum” Hesi orð komu mær til hugs, nú alt tosar um økta ferðavinnu til landið.

Hotellir skulu byggjast í hópatali í Suðurstreymoy, har nógv av kømurunum skulu vera luxus kømur ella luxus svitur, fyri at fáa sum mest burturúr peningasterkum útlendingum.

Alt í lagi, tí eingin okkara hevur neyvan nakað ímóti at vinna nakrar krónur, men mugu vit ikki ansað eftir, ikki at gloyma føroyingin í Føroyum?

Skulu vit stýra ferðavinnuni ella hon okkum?

Um Visit Faroe Island skal sigast, at tey ikki hava gjørt annað enn at marknaðarføra Føroyar, so avgjørt eingin átala frá undirritaða.

Tey hava bert gjørt sítt arbeiðið til lítar.

Vinmaðurin og skyldmaðurin í Dúvugørðum hevur heldur ikki gjørt annað enn, at vísa á ein trupulleika, sum hann og onnur í ”seinasta liði ” hava og koma at fáa av øktu ferðavinnuni.

Tá fyrsta og seinasta liðið ikki hava gjørt nakað galið, má ein feilur verða í onkrum millumliði.

Hvørjir eru hesir: kann ikki koma til hugs annað enn, lands- og kommunalu politikkarar, sum ikki hava tikið spurningin um øktu ferðavinnuna í álvara.

Tað má snúgva seg um annað enn at fáa sum mest av pengum burturúr peningaligu sterku útlendingum.

Hvat við náttúruni?

Hvat við føroyinginum, hvørs ommur og abbar gjørdu hetta landið, livandi at búgva í fyri okkum og eftirkomarum okkara?

Fyri okkara egna viðkomandi vóru tað manningarnar á Kimbil og Bacalao skipunum, sum saman við verkafólkunum m/k á Bacalao og Havsbrún, sum hava lagt lunnarnar.

Gamaní sótu vit við ábyrgdunum og avgerðunum, men eina megnaðu vit einki.

Skulu vit nú til at gera Føroyar til eitt luxus samfelag, har børn og barnabørn teirra, ið løgdu lunnarnar, soleiðis at ein føroysk barnafamilja ikki hevur ráð at ferðast í egnum landi?

Tá ”hava vit dripið føroyingin í Føroyum”.
Vit hava selt so manga góða føroyska fyritøku, sum eru bygdar á arbeiðið forfedrum okkara m/k til útlendingar fyri løtuvinning.

Vit mugu ikki gera sama mistak við okkara elskaða føðiland Føroyar. Havið eina góða Hvítisunnu.

Poul Hansen