Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Framsókn tekur undir við lógaruppskotunum, vit longu nú vita, koma í tingið.

2020-03-15 22:41

Tað er avgerandi, at tiltøk verða sett í verk, sum forða fyri, at samfelagshjólini ikki steðga heilt, nú COVID-19 ger um seg kring allan heim. Vandi er fyri, at sjúkan fær stórar avleiðingar fyri føroyska búskapin, og tí eru vit í Framsókn fegin um, at Landsstýrið tekur stig til fyrsta hjálparpakkan, sum skal lætta um hjá vinnuni á fleiri økjum.

Í Framsókn kenna vit ábyrgd og fara tí konstruktivt til verka. Vit fara at gera okkara til, at rættar avgerðir verða tiknar. Vit hava kunnað løgmann um, at vit taka undir við teimum trimum lógaruppskotunum, vit longu nú vita, koma í tingið. At dagpeningaskipanin verður víðkað, mvg-avrokningin fyri fyrsta ársfjórðing verður útsett, og Als kemur at rinda teimum lønarendurgjald, sum verða rakt av støðuni.

Enn er ikki vist, at málið viðvíkjandi statsgaranteraðum lánum úr danska Vækstfondinum kemur til viðgerðar í tinginum. Hetta er fyri okkum ein sera prinsipiellur spurningur, og okkara ynski er, at málið verður lýst væl, herundir eisini møguligar føroyskar loysnir.

Enn einaferð, vit fara at gera okkara til, at vit koma ígjøgnum hesa sváru tíð so væl sum gjørligt, og leggja áherðslu á, at samfelagshjólini so vítt møguligt kunnu mala, hóast ferðin er sett niður

Ruth Vang

Framsókn