Frameftir við Tjóðveldi, heldur enn aftur á fólkafloks- og sambandsslóð

2019-08-22 17:42

Nú veljarakanningar benda á, at andstøðan vinnur valið 31. august, er kanska í lagi at minna á, hvat hendi seinast stokk konservativu Fólkaflokkurin, Sambandi, Miðflokkurin og Sjálvstýri høvdu valdið:

·      Jørgen Niclasen fór til Danmarkar at biðja um 200 mió. krónur fleiri í donskum blokkstuðli. Tíbetur var danska stjórnin so mikið at sær komin, at hon bert játtaði nakrar fáar milljónir um árið.

·      Hvat skuldi økti blokkstuðulin brúkast til? Jú, at geva skattalætta til tey ríku, umframt at tey á niðastu rók skuldu gjalda við øktum skatti orsaka av forskattaðu pensjónunum. Sostatt var tað – sum so ofta fyrr – tey á niðastu rók, og danski statskassin, sum skuldu fíggja gildið hjá yvirstættini.

·     Og hægsta føroyska yvirstættin – reiðararnir – fingu alla fólksins ogn ókeypis í politiskari útlútan. Samstundis fóru stórar milljónupphæddir uttanlands til útlendsku reiðaríini, sum áttu stóran part av føroysku fiskivinnuna (serliga kent JFK og Framherji).

·     Feldi uppskot um at javnseta samkynd við hinskynd.

Hevur hendan samgonga so gjørt tað betri fyri at skipa einar sjálvbjargnar og javnar Føroyar? Ja, avgjørt, tó at tað kundi gingið nakað skjótari eftir mínari meining. Samgongan framdi m.a.:

·     Skattalætti til lág- og miðallønt, umframt at veitingar til tey á niðastu rókum eru hækkaðar munandi. Eisini varð nýggj penssjónskipan samtykt, har pensjónistar fingu betri kor.

·     Samtykti nýggja hjúnabandslóg, soleiðis at samkynd eisini kunnu giftast borgarliga.

·     Samtykt nýggja fiskivinnuskipan, har prinsippini um 100 prosent føroyskan ognarskap og uppboðssøla eru týdningarmestu tættirnir í at gerast meira sjálvbjargin og at fáa nýggjar aktørar framat fiskivinnuni.

·     Fastfrysti blokkin og heimtók familju-, arva- og familjurætt; 300-400 mió. eru koyrdir í búskapargrunnin og yvirskotini á fíggjarlógini eru tilsamans 1,4 milljardir í samgonguskeiðinum. At fáa føroysku fiskivinnuna á føroyskar hendur er helst størsta stig á sjálvbjargnisleið síðani blokkurin varð lækkaður undir fullveldislandsstýrinum.

Hyggur man leysliga eftir politisku lyftunum, hava samgonguflokkarnir bæði tey hugsjónarliga bestu, og nógv tey fíggjarliga mest realistisku uppskotini. Eg vóni at verandi samgonga kann halda fram, soleiðis at til ber at menna Føroyar víðari. Ein sterkur Tjóðveldisflokkur krevur m.a., at munandi tøk skulu gerast fyri at gerast sjálvstøðugt land, at tað skal gerast lættari at fáa bústað og at ferð verður sett á grøna orkuskiftið.

Eg vil frameftir við Tjóðveldi, heldur enn aftur á gamla fólkafloks- og sambandsslóð!

Tráin Petursson Nónklett
tjóðveldisveljari