Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Frágreiðing um hendingina í Fuglafjarðar Skúla

2019-11-10 16:24

Frágreiðing um hendingina í Fuglafjarðar Skúla, tá verkstovan BRYD!, ið skuldi vera týsdagin 5. november 2019, bleiv avlýst dagin fyri.

Gongdin í málinum
Mánadagin 4. november 2019 vóru næmingarnir í 8. og 9. flokki kunnaðir um, at tey skuldu luttaka í verkstovuni BRYD!, sum longu skuldi verða dagin eftir. Onkrir av flokslærarunum hjá luttakandi flokkunum valdu henda sama mánadagin at kunna foreldrini við at leggja kunning um tiltakið út á Facebook-síðuna hjá sínum flokki.

Ígjøgnum áheitanir frá lærarum og foreldrum fekk skúlastýrisformaðurin kunnleika um verkstovuna.

Vegna tað, at skotbráið var alt ov stutt at kalla skúlastýrið til fundar, metti formaðurin tað vera neyðugt sjálvur at heita á skúlastjóran um at avlýsa tiltakið. Skúlastjórin tók hesa áheitan til umhugsunar og váttaði løtu seinni, at tiltakið var avlýst. Henda avgerð hjá skúlastýrisformanninum mátti, sum sagt, takast í skundi. Meirilutin í skúlastýrinum metir, at avgerðin at avlýsa tiltakið var røtt.

Skúlastýrisformaðurin kunnaði um, og grundgav fyri avgerðini í skrivi, sum varð sent til skúlastjóran, varaskúlastjóran, avvarðandi lærarara við ábyrgd av Listaleypinum, mentanarleiðaran í Fuglafjarðar Kommunu, kommunuumboðini fyri bæði Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu, læraraumboðið og fólkavaldu foreldraumboðini í skúlastýrinum. Hendan kunningin bleiv send við telduposti til omanfyri nevndu mánadagin 4. november 2019 kl.16.35. Alt málið og tilgongdin í málinum verður tikið upp til víðari viðgerð á næsta skúlastýrisfundi.

Tað at leikbólkurin ikki fekk boðini um avlýsingina, og møtti upp í Fuglafjarðar skúla týsmorgunin, er at harmast um, men tað hevur onki við skúlastýrið at gera.

Tá Kringvarpið (KVF) bar tíðindini um avlýstu verkstovuna í tíðindunum á kvøldi tann 5. november segði KVF, at tey ikki høvdu fingið fatur á skúlastýrisformanninum ella næstformanninum. Vit kunnu staðfesta, at hvørgin av hesum hevur móttikið uppkall, ella boð á annan hátt, frá KVF tann dagin. Orsøkin til hetta kann, sambart tele-veitaranum, verða av tekniskir trupuleikar, í kjalarvørrinum av seinastu iOS dagføringini.

Les alla frágreiðingina her