Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Frælsið at læra

2015-01-08 15:03

Tað verður oftað ført fram at tað hevur stóran týdning, at byrjunar undirvísing í lesing, skriving og rokning byrjar tíðliga í lívinum hjá barninum. Samstundis sum týdningurin av at barnið skal byrja innskúlingina fyrr.

Hesi argumentini føra sum oftast, til at stovnað vera forskúlar. Hetta er so rákið rundan um okkum.

Granskarar eru tó, í stórum meiriluta, ið siga at soleiðis hongur læring ikki saman og at byrja fyrr kann gera óbøtiligan skaða á lærutilgongdina hjá barninum.

Ført verður fram at meira leik og læring er rætta kósin, men lærugranskarar sum Peter Gray siga, at í tí løtu vaksin avgera innihaldið og stýra einum spæli er tað ikki longur spæl. Spæl er nakað sum børnini sjálvi velja og sjálvi stýra.

Hann vísir á at samfeløg avmarka meira og meira spæli-møguleikar hjá børnum og at hetta hevur stórar avleiðingar fyri tey og fyri samfeløgini. Millum annað tí mangulin fremur angist, tunglyndi, sjálvmorð, sjálvsøkni og missin av skapanarevni.

At stýra lívinum hjá børnunum hevur tískil stórar avleiðingar.

Hvussu verður spælið avmarka?
Samfelagið er nógv broytt seinastu nógvu árini. Frá bóndasamfelag, íðnaðarsamfelag og nú til kt-samfelag.

Frá tí at børnini vóru “uppi í” øllum í bóndasamfelagnum, ella skifti frá heimagangandi húsmøðrum til lønandi arbeiði, har børnini framvegis sluppu at spæla í nærumhvørvinum, nærum uttan at vaksin blandaðu seg ella vóru tilstaðar, er støðan ein heilt onnur í dag.

Nakrar av “markantu” broytingunum hendu í t.d. 2000 tá kommunurnar yvirtaka dagstovnaøkið.

Tá gerast fleiri dagstovnar (barnagarðar og vøggustovur) umframt at fleiri frítíðarskúlar vera stovnsettir. Hendan broytingin er ein avmarking av “frælsinum” hjá børnunum. Aftur í 2006 hendir ein stór broyting eftir at fyrsta PISA úrslitið bleiv kunngjørt. Yngstu børnini fingu ein longri skúladag, umframt at innihaldið í skúlagongdini fekk eina uppstramman og skuldi innihalda meira. Nøkur ár seinni byrja so nøkur “forskúla” prosjekt í Leirvík og í Kelduni í Skálabotni sum tey fyrstu.

Gjøgnumgangandi er tað ein minking av “frírúminum” hjá børnunum, sum her er talan um. Fleiri føroyskir barnagarðar hava frá byrjan roynt at vart hetta frírúmi, tó undir stovnstreytum. Men gongdin er at so hvørt sum fleiri og fleiri krøv vera sett, bæði tað ósagda og tað sagda, í form av námsætlanum og líknandi, minkar hetta frælsa rúmi.

Meira vit stýra minna fáa vit, ella tað tykjast serfrøðingar at siga, eitt nú Sir Ken Robinson við sínum framløgum um evnið. Hann vísir á at børn tíðliga læra, at tað bert er ein rættur máti at svara spurningum uppá og vera teirra skapanarevni avlærd, heldur enn stimbra.

Peter Gray heldur at smøl skúlahugsan er orsøkin til, at alt skal stýrast av vaksnum. Hetta verður so undirbygt í ávísan mun av Pasi Sahlberg, finskur lærari, professari og fyrrverandi ráðgevi innan finska “Skúlamálaráðnum”, sum sigur nakað um, at lærarayrkið og fakini er blivið ov stýrd og at lóggávan eigur at hava størri álit á lærarunum.

Ein annar vandi, ífylgju “The Cambridge Primary Review” frá 2010 segði beinleiðis, at eingin prógv vóru fyri at børnini vóru betri fyri av at byrja fyrr í skúla, men at nógv týddi uppá at børn kundu fáa skaða av tí, eitt nú við at tey fyrr mistu hugin at ganga í skúla.

So her eru nøkur minus tá talan er um at stýra og minka, um frælsið at spæla hjá børnunum.

Hvat læra børnini so av tí frælsa spælinum?
Annað enn at børn heilt einfalt gerast glað av at spæla, læra tey eina rúgvu í spælinum.

Heilt stutt kann nevnast:

Í tí kropsligaspælinum læra tey um sín krop, hvat hann kann, hvussu hann virkar, halda seg kropsliga virkin og harvið sunn.

Í málsligaspælinum læra tey samskiftið við onnur, at syngja ella við at snakkað við seg sjálvan ella leikurnar, læra tey málið og hvussu lættast og rættast er at samskifta.

Í granskandispælinum læra tey um heimin rundan um tey, læra at kenna og merkja alt rundan um seg. Læra hvussu ting virka og hvat tey kunnu brúkast til.

Í skapanarspølum læra tey at byggja, forma og skapa lutir, borgir úr pútum ella lego, læra um ymisk skap og hvussu ymiskir lutir kunnu setast saman.

Í hugaheimsspælinum -“fantasi”- er tað hugsanir vera mentir, tað at royna hugflogið av og finna uppá nýtt.

Í sosialaspælinum lærir barnið at samskifta, samstarva, samhuga ella at liva seg inn í tilveruna hjá øðrum menniskjum.

Fyri bert at vísa ein part av tí sum lært verður í spæli.

Felags fyri hesi er, at hesi evnini sum vera vand og ment, eru allar fortreytir fyri tað meira siðbundnu og skúlakendu læringina. Og betur hesi evnini eru tá barnið byrjar meira vaksnamannastýrdum tiltøkum, betur verður barnið ført fyri at vera við og taka til sín.

Vit eiga ikki at vera við í rákinum at minka um frælsa spælið hjá børnunum, men heldur royna at vera við til at styrkja um teirra frælsa spæl.

At senda børn í forskúla, ella skipa dagstovnar soleiðis at teir líkjast meira skúlunum, er at gera børnunum eina bjarnatænastu. Mentamálaráði átti at tikið seg saman og fylgt ráðunum frá serfrøðingunum á økinum.


Vinarliga
Jógvan Philbrow