Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Frælsi til at velja

Uml. 90.000 kr um árið pr. barn til foreldur, um tey eru heima hjá børnunum. Hetta er uppskot frá politiskum flokki. Tað vil siga at peningurin verður goldin til foreldur, í staðin fyri til dagstovnapláss. Sum nú er, gjaldi eg í kommunukassan, soleiðis at kommunan hevur møguleika, at bjóða foreldrum eitt dagstovnapláss.

So kann eg spyrja, hvat fái eg fyri teir pengarnar sum eg gjaldi? Also, eg skal gjalda fyri at foreldur kunna vera heima hjá teirra børnum, og har fylgja mær vitandi ikki nøkur krøv við hvussu peningurin verður brúktur, ímeðan um eg gjaldi fyri dagstovnapláss, ja so er ein rúgva av krøvum sum fylgja við um menning, læring, umstøður o.a., samstundis sum eg gjaldi fyri, at fólk hava eitt arbeiði og eina inntøku, at forsyrgja síni egnu familju.

Ja, tad er gott at hava frælsi at velja, og mín meining er tann, at tad stórsta frælsi vit kunna geva fólki, er at tey sjálvi sleppa at ráða yvir sínum peningi, og hvat hann skal brúkast til. Seti tí skattin niður í staðin, soleidis at fólk hava møguleika at vera heima, um tað er tað tey ynskja, og skapi fleiri bústaðar møguleikar, soleiðis at húsaprísurin fer niður. 

http://biritaarge.simplesite.com/