Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Frælsi frá at rinda kringvarpsgjald

2019-02-03 21:41

Í vikuni var so aftur ein orðadráttur um miðlar. Tórbjørn Jacobsen eftirlýsir, at lokalblaðið Norðlýsið skal bekenna kulør. Blandingin av, at stjórin er ein skuffaður tjóðveldismaður og at fyrrverandi blaðstjórin er sambandsmaður, ørkymlar Tobba. Ella, sum hann sigur tað sjálvur: “Tað er trupult at fyrihalda seg til tjóðveldissambandsku hybridina Jóhann Lützen/John William Joensen, yvirhøvur, ti ongin veit hvat endamálið við hesum miðlinum er”.

Síðan leggur hann Norðlýsið undir at leggja ástir saman við teimum, sum fíggja blaðið. Og so endar hann við at minna, á at Norðlýsið fær miðlastuðul. Tað stutta av tí langa er, at Tórbjørn er skuffaður av kritikkinum, sum Norðlýsið hevur givið Landsstýrinum.

Aftursvarið hjá Jóhan er tað, at hann frábiður sær skylduna at skula velja eina partapolitiska kós og vísir á, at Norðlýsið er eitt lokalblað og sær heimin útfrá tí sjónarvinklinum. Annars vísir hann á, at okkara almenna Kringvarp er ein klekingardepil fyri politikarar á vinstravonginum, harav fleiri mynda okkara samgongu og Landsstýri í dag.

Eigur at vera valfrítt at rinda fyri tænastunar hjá Kringvarp Føroya

Fyri okkum, sum ynskja at liva í einum frælsum landi, er tað eyðsæð, hvønn leiklut Krinvarpi hevur. Sum allir aðrir stovnar royndir KvF at verja borg og rættvísgera sín eksistens í samfelagnum. Millum annað við at vísa á “public service”-sáttmálan og bólka seg sum einasti veruligi miðilin, ið kann standa ímóti “teimum ríku reiðarunum”, sum Høgni Hoydal tók til.

Tíðin er komin til at gera nakað við hesa óúthaldiligu støðu. Tað er skeivt, at staturin skal ræna pengar frá fólkinum til at rinda fyri tænasturnar, sum stórur partur av fólkinum slett ikki hevur tørv á, og sum ein líka stórur partur ikki ynskir.

Miðlastuðul

Fyri at gera ilt verri, so eru vit komin í ta ólukkuligu støðu, at vit hava íverksett miðlastuðul. Vit síggja longu tær óhepnu fylgjunar:

  • Eina politiska binding millum land og privat virksemi, har landið “gevur” pengar til miðlar, afturfyri at binda seg til eina kontrakt.
  • Politisk ávirkan á privatar miðlar: Rigmor Dam hevur longu hótt R7 um at inndraga licensin, eins og Pauli Trond Petersen kendi seg stoyttan og hótti við at taka sína stemmu aftur fyri fíggjarlógina, um R7 ikki tók annað skinn um bak. Løgmaður hevur eisini verið úti og tosað um “fake news” sum eitt hugtak, sum nú skal liggja hjá politikarunum at definera.
  • Støddarforholdið millum miðlar gevur teimum stóru fyrimun at halda at vera størri. Samgonguvinarligi miðilin in.fo fær nógv tann størsta stuðulin. Yvir 10 ár sæst týðiliga, hvat hendir, tá ið ein miðil er millum 10:1 og 10:2 størri enn hinir. Miðlahúsið hevur allar møguleikar til at halda á at halda tørn og halda hinum miðlunum niðri. Hetta er ein typisk politisk binding, ið ger, at miðlahúsið kann blíva við at varðveita somu stødd, tí ein partur av inntøkuni er tillutað politiskt og er ikki ávirkað av fría marknaðinum.

At síggja til, so skilja hvørki miðlar ella politikarar hendan simpla problematikkin. Tey sum ikki eru sentralistar og ganga ikki ganga inn fyri sentralum kontrolli/planlegging eru sjálvi við at fíggja sín egna undirgang.

Eksponering og útskiftingarspurningurin

Tað eru nógv við mær sum eru sannførd um at til valið 2015, vann KvF. Eftir miðvíst skipaðan tíðindaflutning í fleiri ár, bar tað endiliga frukt. KvF ikki bara vann, men hevði sett tað soleiðis upp at tað veruliga vóru ongi alternativ til eina samgongu enn ta, vit hava nú. Stutt eftir valið fall lønarhækkan KvF í lut, fleiri parkeringspláss, umframt ein framíhjárættur at fara inn á bankakontuna hjá hvørjum tí einasta føroyingi og ræna 150 kr. um mánaðin. Óhoyrt og skuldi verið bannað í grundlógini/stjórnarskipanarlógini.

Nobelvinnarin Daniel Kahneman gav í 2011 út bókina “Thinking, Fast and Slow” (Hugsa, skjótt og seint), ið snýr seg um, hvussu menniskjaheilin er býttur upp í tvey, tann intutivi parturin (skjótt, automatiskt) og tann rationelli parturin (seint, hugsandi, evaluerandi).

Hann kom fram til, at okkara heili er sárbærur fyri manipulering uppá fleiri mátar. Til dømis kunnu vit nevna optiskar illusiónir, yvirvurdering, villeiðing av teksti, tølum og talimáta.

KvF veit væl, at promovering eigur at gerast altíð og ikki bara beint upp til eitt val. Tí er tað skilagott at eksponera favoriseraðir politkarar í ørðum samanhangum enn beinleiðis via politikk. Hetta gevur grundarlag fyri, at massin av fólki kann fáa eitt jaligt sýni uppá summi, uttan at hava fyri neyðini at seta seg inní einstøk mál, ideologi osv.

Hetta er innbygd í okkum menniskjur at vit svara uppá ein nemmari spurning tá ið vit ikki klára at svara tí torføra spurninginum.

Vit kenna øll tá ið útvarpsmaðurin gongur á gøtuni og spyr.
“Hvønn fert tú at stemma uppá til valið?”
“Honnu Jensen”
“Hví?”
“Eg veit ikki, eg haldi hon virkar sum ein skilakvinna, eg havi álit á henni”

Tað liggur í hasum, at viðkomandi nokk er ein vanligur veljari sum ikki nýtir nógva tíð uppá at kanna politikkin nærri, og soleiðis er tað nokk hjá teimum flestu. Um øll skuldu gerast innarlig í øllum teimum politisku viðurskiftunum, so høvdu fólk ikki gjørt nakað annað.

Intuitiv útskifting av torførum spurningi við lættan spurning
Tann torføri spurningurin Tann lætti spurningurin
Hvat meinar Hanna um okkara altjóða viðurskifti við Russland um sølu av laksi? Útvarpsending Mono(vertur Hanna Jensen)
Er Hanna fitt?
Hvør er støðan hjá Katrin Kallsberg um menningarkvotur? Útvarpsending Also(Katrin gestur)
Er Katrin ein skilagóð og vællærd kvinna?
Hvat meinar Henrik Old um at avtaka kynsdefineringar í lóggávu? Útvarpsending Also(Henrik gestur)
Er Henrik ein gamal vísur sjómaður við royndum?

Tað er sjálvandi torført at gera upp við KvF. Vit eru øll uppvoksin við stovninum, sum hevur verið eitt gott íkast til okkara mentan og sosialu samanbindingar. Men hinvegin mugu vit eisini viðurkenna, at tann versti skaðafuglurin fyri okkara fólkaræði nevniliga er Kringvarp Føroya.

Vónandi kann komandi samgonga finna máttin til at avtaka miðlastuðulin og gevur Føroya fólki frælsi til at velja, um tey ynskja at rinda fyri KvF ella ikki.

Keldur:

Thinking, Fast and Slow is a best-selling book published in 2011 by Nobel Memorial Prize in Economic Sciences laureate Daniel Kahneman. It was the 2012 winner of the National Academies Communication Award for best creative work that helps the public understanding of topics in behavioral science, engineering and medicine.

  • https://www.bu.edu/sph/2017/03/19/freedom-to-vs-freedom-from/
  • https://nordlysid.fo/tidindi/22359/brynhild-thomsen-nu-er-tagt-ov-leingi