Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fráboðan um aðalfund hjá Samvinnuni

2013-10-07 21:04

Samvinnan hevur ásett tíð fyri aðalfundin, ið verður 18 oktobur 2013. Aðalfundurin verður hildin á Solberg Plads 3, uttanfyri Nexus klokkan 17.00.

Samvinnan er eitt áhugafelag fyri føroysk lesandi á Copenhagen Business School. Samvinnan virkar fyri at savna og samansjóða tey føroysku lesandi, soleiðis at vit sum ein eind kunnu skapa tættari knýti til føroyska vinnulívið og onnur áhugafeløg.

Á fundinum kanst tú fáa eina lýsing av, hvussu Samvinnan hevur virkað og hvussu hon fer at virka framyvir, og um tú hevur hug at vera ein partur av hesum virksemi og seta tín egna dám á arbeiði hjá Samvinnuni, so hevur tú møguleika at stilla upp.

Á dagsskránni til aðalfundin verður:

1. Frágreiðing nevndsins frá virki felagsins síðani seinasta val og viðgerð av hesum

2. Lýsing av málum til viðgerðar fyri næsta valskeið

3. Framløga av roknskapi fyri seinasta roknskaparár og viðgerð av hesum

4. Val av nýggjari nevnd

5. Ymiskt

Vit fara á fundinum at velja nýgg fólk til hesar sessirnar: formann, næstformann, kassameistara og skrivara. Vit fara at hava eitt stutt opið kjak, har øll tey frammøttu eru vælkomin at koma við hugskotum um hvussu arbeiði hjá Samvinnuni kann mennast.

Okkara mál á seinasta aðalfundi var, at Samvinnan skuldi støðugt arbeiða móti at verða meira sjónlig – bæði millum tey lesandi á CBS og úteftir til vinnulívið í Føroyum. Har umframt vildi Samvinnan virka fyri at vera ein sosialur felagskapur fyri limirnar.

Hesi eru framvegis høvuðsendamálini hjá Samvinnuni, og verður eisini tað, ið fer at merkja arbeiðið hjá nevndini komandi ári.

Vit vilja bjóða øllum, ið hava áhuga, at vera vælkomin á aðalfundin tann 18. oktobur 2013.

Nevndin í Samvinnuni