FOSTURTØKUR Í FØROYUM - hagtøl við boðskapi!

2018-12-11 03:25

Kristiliga Tíðindatænasta v/pjd - gjaranes@gmail.com - tlf: +298 228314

Skrivað: poul jóhan djurhuus 06.12.2018

Tú kanst hoyra innslagið í Kristiligu Tíðindasendingini nr 77 á R7.fo

__________________________________________________________________________________________

FOSTURTØKUR Í FØROYUM

- hagtøl við boðskapi

Tey, sum seinastu 40 árini hava verið talsmenn ímóti fríari fosturtøku kunnu fegnast um úslitið í dag. Hagtølini siga, at tali av fosturtøkum í Føroyum er støðugt minkandi síðani áttati árini.

Í áttatiárunum var árliga miðaltalið fyri fosturtøkum 80, í nítiárunum minkaði miðaltalið niður í 60, og frá ár 2000 til 2010 vóru forsturtøkurnar komnar niður á 40 um ári, og seinastu 8 árini hava færri enn 30 fosturtøkur verið árliga.

Fosturtøkurnar í Føroyum eru minkaðar millum 60 og 75 % eftir tríati árum. Trúboðin skrivar á síni heimasíðu, “at í 2017 vóru 19 fosturtøkur í Føroyum, og at hetta er metlágt og ein fjórðingur av tí, sum var fyri meira enn tríati árum síðani.”

Samanbera vit fosturtøkutalið við Norðanlond, so er fosturtøkutýttleikin nógv lægstur í Føroyum. Sum dømi kann nevnast, at miðaltalið fyri hvørji 1.000, sum verða fødd í Danmark, verða 264 fosturtøkur framdar, meðan talið í Føroyum í dag er 29 fyri hvørji 1.000. Tølini hjá WHO, sum er heilsustovnurin hjá ST, vísa, at Føroyar eisini liggja væl lægri í fosturtøkum í mun til USA og 40 onnur Europeisk lond. Samanbera vit okkum við Ísland, okkara nærmasti granna, so er miðaltalið fyri hvørjar 1.000 føðingar 223 fosturtøkur, meðan miðaltalið í Føroyum er 29.

Vit hava spurt í tí politiska rúminum, hvør orsøkin er til positivu niðurgongdina í fosturtøkum í Føroyum. Svarið var heilt greitt, “ at tað als eingin ivi er um, at tann nógva og ótroyttiliga fokuseringin á fosturtøku, bæði í skrift og frá løgtingsins røðarapalli ígjøgnum fleiri ára tíggir, hevur givið úrslit.”

Trúboðin endurtekur eina kvinnu at hava sagt, eftir at hon hevði lisið hagtølini, “ at ístaðinfyri at vit altið samanbera okkum við onnur lond, so áttu hesi somu lond at samanborið seg við okkum!”

Kristiliga Tíðindasendingin sannar við hesum hagtølum frá Hagstovu Føroya, at meira enn 2.000 fostur eru tikin í móðurlívi í Føroyum seinastu fýrati árini, sum annars vildu veri ungdómar og tilkomin fólk í føroyska samfelagnum í dag.


Tú kanst hoyra innslagið í Kristiligu Tíðindasendingini nr 77 á R7.fo