Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Forskúlar ella ikki?

2014-01-24 23:07

 


Nú tosað verður, fyri og ímóti, um tað er gott, at børn byrja í skúla sum seks ára gomul, havi eg gjørt mær nakrar tankar.
Vit síggja eitt lesarabræv fyri og annað eftir, á tí einu síðuni um, hvussu umráðandi tað er at fáa børnini í forskúla, fáa tey at búnast skjótari, so tey kunnu gerast klár til vaksna lívið og við tí sum har til hoyrir. Tosað verður um kanningar og mátingar, sum skulu tryggja, at børnini læra skjótari og betri. Á hini síðuni verður skrivað um, hvussu umráðandi tað er, at børnini fáa loyvið at verða børn og ikki verða skumpað inn í vaksnu verðina óneyðuga skjótt.
Tað, sum undrar meg er, at tað skal verða eitt antin ella. Kundi tað ikki heldur verið um barnið er búgvið til tað eina ella tað annað?
Hví kunnu bæði tilboðini ikki verða har? Børn eru so sera ymisk.
Sjálv havi eg  havt trý børn, tveir dreingir, sum báðir høvdu havt betri av at fari í skúla sum 8 ára gamlir enn sum 7 ár. Tann yngsta, ein genta, keddi seg í barnagarðinum sum 6 ára gomul og elskaði avbjóðingar - hon vildi avgjørt í skúla sum 6 ára gomul.
Hví ikki geva pláss fyri, at vit menniskju eru ymisk? Hví skulu øll koyrast í ein kassa, tá øll ikki eru líka? Nær fara vit at vakna og hugsa um tað einstaka menniskja ístaðin fyri í at hugsa um ein bólk, har øll skulu hava sama tilboð?
Kenni fleiri foreldur, sum stúra fyri, tá barn teirra skal í skúla, tí barnið er eitt sindur buldrasligt ella óróligt. Í dag virkar tað uppá meg sum um, at øll skulu helst verða líka, eru tey ikki tað, ja so má kannast og vita um ein diagnosa kann setast á barnið. Frá náttúrunar hond eru øll ikki líka, tað sum riggar gott til eitt barn, nýtist ikki at verða uppskriftin til øll børn. Nógv børn, kanska serliga dreingir høvdu kanska havt gott av at verði í barnagarð eitt hálvt ár meira enn vanligt er í dag.
Um fólkaskúlin skal verða fyri øll, ja so má man taka hædd fyri, at øll ikki eru eins.
Hetta vóru bara nakrir tankar, men kanska áttu vit at hugsa meira breitt, har næmingurin verður settur í fokus, har tað verður sett inn við tí hjálp, sum krevst, tá ein varnast, at næmingurin ikki megnar at fylgja við. Eg veit væl, at nógvir batar eru gjørdir. Men tað høga talið av næmingum, sum søktu um upptøku í 9. fl. á skúlanum við Áir tosa fyri seg. Tað eru ov nógv, ið detta niðurímillum. Har søktu 78 næmingar um upptøku og bara 19 sluppu inn, svarandi til umleið 24%. 
Sjálvandi eru børn, ið hava gingið í forskúla betur fyri, tá tey koma í 1. flokk. Betur fyri í tann mun, at tey hava verið í einum skúlaumhvørvi í eitt ár og tað hava børn, sum ikki hava gingið í forskúla ikki verið.
Spurningurin er bara, er tað betur fyri barnið, at tað er soleiðis? Ivaleyst er tað betur fyri onkran og ikki fyri ein annan. Tað er har vit sum vaksin eiga at duga at taka dagar ímillum og ikki kroysta ein leist yvir høvdið á øllum børnum, óansæð um tey eru búgvin til tað ella ikki.

Jóna Mariusardóttir Mortensen 
Løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin