Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

Forskrekkjarin á Fólkatingi

Strategiin hjá fólkatingsmanni Javnaðarflokkinum er bílig. Nú skrivar hann, at Danski Fólkaflokkurin (DF) vil taka útbúgvingarstuðul (SU) frá føroyingum.
Hví? Jú, tí at DF hevur sagt, at útlendingar helst ikki skulu hava SU, og at danir skulu hava búð í DK í 7 ár fyri at fáa SU.
Hetta er bluff úr ovastu skuffu.
Føroyingar eru ikki útlendingar í hesum samanheingi. Tað vanliga er, at "Danmark" í tílíkum førum verður tulkað sum eisini at fevna um Før oyar og Grønland. Hví? Tí at vit eru ríkisborgarar.
DF telist millum flokkarnar á Fólkatingi, ið taka væl undir við Ríkisfelagsskapinum.
Tað, sum fólkatingsmaðurin vil, er at forskrekkja fólk í Føroyum, fyri síðani at promovera seg sjálvan sum tann stóra bjargingarmannin, ið hevur tryggjað føroyingum SU.
Soleiðis skorar man bílig poeng.