FØROYSKT FERÐALAG Í ÍSRAEL - í Betlehem jólaaftan!

2018-12-23 05:08

Kristiliga Tíðindatænastan v/pjd - Gjaranes@gmail.com - Tlf: +298 228314 - SKRIVAÐ: poul jóhan djurhuus 15.12.2018

________________________________________________________________________________________________________________________________________________

FØROYSKT FERÐALAG Í ÍSRAEL

- í Betlehem jólaaftan

Svenning av Lofti, sum hevur verið ferðaleiðari í Ísrael seinastu 41 árini, fór til Ísrael í dag við ein ferðabólki, ið telur 25 føroyingar. I hesum ferðabólkinum eru eisini einstakir føroyingar, ið eru búsitandi í Danmark.

Svenning av Lofti sigur, at tey fara at ferðast mest í Jerusalem, við Genezaretsvatn í Galilea, við Deyðahavið og Massada. Farið verður eisini niðan á Golanheyggjarnar og koyrt verður framvið markinum móti Sýria, sigur Svenning.

JÓLAAFTAN : Jólaaftan fer føroyski ferðabólkurin at vitjað í Betlehem, har vitjað verður í føðikirkjuni, sum er bygd yvir fjósið har Jesus sigst at verða føddur. Vitjað verður eisini út á Betlehems fløtum, har lisið verður úr Bíbliuni og sungið um hendingina við hirðunum, sum fyrstir fingu boðini um føðing frelsarans.

Eftir vitjanina á fløtum Betlehems fara føroyingarnir at eta jólaaftansdøgurðan í eini sera hugnaligari matstovu í bygdini Beit Sahur, har nærhendis. Umframt tey, sum hoyra til føroyska ferðabólkin, verða tíggju aðrir føroyingar saman við teimum til jóladøgurðan. Hetta er føroyingar, sum ferðast sjálvir í Ísrael um jólini.

Ferðalagið kemur aftur til Føroyar 30 desember, og tá fara vit at frætta frá túrinum. (Tíðindaskriv Lofti Ferðir)