Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Føroysk tunnilsloysn er best

2013-08-15 22:32

Norðoyatunnilin og Vágatunnilin eru sólskinssøgur, tí verkætlanirnar eru gjørdar við skili og fíggjaðar einfalt.

Avtalan við norðoyingar og vágafólk er, at tá tunlarnir eru útgoldnir, verður ókeypis at koyra ígjøgnum teir. Hesar avtalur eiga at verða hildnar.

Nú stendur valið ímillum eina føroyska tunnilsloysn til Eysturoyar ella eina danska, dulda og óunniliga loysn.

Føroyska loysnini tryggjar, at:

- Vit byggja og fíggja tunnilin.

- Vit áseta tunnilsgjaldið.

- Vit fáa vinningin (1-3 mia.kr.)

- Vit ráða yvir samferðslukervinum.

- Vit avgera samfelagsnyttuna av tunlinum.

Dulda danska ætlanin hevur við sær, at:

- Onnur (danir) byggja og fíggja tunnilin.

- Onnur (danir) áseta tunnilsgjaldið.

- Onnur (danir) fáa vinningin (1-3 mia.kr.)

- Onnur (danir) avmarka okkara ræði á samferðslukervinum.

- Onnur (danir) hugsa minni um samfelagsnyttuna, men maximera egnan vinningin.

Um hetta ikki er so, eigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, at prógva tað øvugta við at spæla við opnum kortum yvir Føroya fólki.

Fyri hugsandi fólk er tað sólarklárt, at føroyingar eiga sjálvir at gera Eysturoyartunnilin og heysta vinningin sjálvir, sum er millum 1 og 3 mia.kr.

So gera vit sjálvi av, hvørjar útbyggingar avlopið skal fíggja. (Sandoyartunnil, eldraøkið v.m.)

Nógv ynskja eina suðurleið við tunlum, ið binda Sandoynna og Suðuroynna í meginøkið.

Hendan suðurleiðin hevur álvarsamar fíggjarligar avbjóðingar við sær.

Tær hava sum fyritreyt, at vit sjálvi ráða á avlopinum frá Eysturoyartunlinum.

Mín hugsan er, at sandoyingar kunnu gloyma alt um ein tunnil, um Eysturoyartunnilin ikki er við í fíggingini.

Jógvan Poulsen

grannskoðari