Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Føroysk sendistova í Ísrael - ein spurningur um dirvi

2019-11-20 06:20

Í sambandi við ætlaðu føroysku sendistovuna í Jerusalem er komið fram, at einki forðar okkum føroyingum í at seta sendistovu á stovn uttan at spyrja danir, um sendistovan ikki er diplomatisk. Vit føroyingar hava eina slíka í Danmark. Tað er eina slíka ikki-diplomatiska sendistovu, ið ætlanin er at stovna í Jerusalem.

Ein sendistova í Ísrael er ein partur av undirskrivaða samgonguskjalinum millum stjórnarflokkarnar í Tinganesi.

Fólkatings- og løgtingsfólk hava verið í fjølmiðlunum við sínum ikki sørt dómadags- og ræðslukendu fráboðanum, fáa føroyingar eina sendistovu í Ísrael. Sagt verður, at:

Diplomatisk kreppa spyrst burturúr.

Trygd føroyinga verður í vanda.

Umboðsstovan verður so dýr.

Vit mugu fylgja EU-politikkinum mótvegis Ísrael.

Ikki eiti á døprum útsøgnum hjá dapurskygdum politikkarum, ið einans tykist hava sum endamál at ræða okkum føroyingar.

Daprar fráboðanir vóru sanniliga frammi, tá ið umboðini fyri jødiska samfelagið í Ísrael savnaðust hin 14. mai í 1948 at stovna státin. Grannalondini Egyptaland, Sýria, Libanon, Jordan og Irak hóttu við sameindum álopi á jødarnar og at reka teir út í Miðjarðarhavið, um teir vágaðu sær at stovna ísraelska státin.

Men hóast hesar døpru hóttanir settu øll tey 25 umboð jødiska fólksins seg niður og skrivaðu órædd undir yvirlýsingina at stovna ísraelska státin. David ben Gurion las yvirlýsingina, ið varð beinleiðis send sum ein fráboðan til allan heimin.

Her var ein djørv avgerð.

Í áliti á ”Klett Ísraels”, sum skrivað stendur í yvirlýsingini, stóðu jødarnir og nýborni státurin seg ímóti álopslondunum – og sigraðu.

Síðani hevur gingið fram hjá Ísraelsku tjóðini. Tey, sum byrjaðu við umleið 600.000 jødiskum íbúgvum, eru nú umleið 8 milliónir í tali umframt tær næstan tvær milliónir arabarar í landinum.

Jødar og Ísrael eru fremst á flestu økjum: Læknavísindi, landbúnaði, tøkni, hernaðarverju og mongum øðrum. Jú, vit føroyingar hava nógv at vinna við at hava føroyska umboðsstovu í Ísrael.

Teir hava so nógv, ið kann gagna okkum sum tjóð – og kanska vit eisini teimum í onkrum føri.

Sum ferðaleiðari í Ísrael havi eg í mong ár biðið og longst eftir, at vit hava eitt hús í Jerusalem, ið kann verða ein føroyskur miðdepil, eitt heim, fyri okkum føroyingar, sum ferðast í Ísrael av handilsligum, ítróttarligum, mentanarligum, útbúgvingarligum ella andaligum orsøkum.

Ein slík ikki-politisk sendistova fær mín fulla og heilhjartaða stuðul.

Svenning av Lofti