Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

- Føroyingar sum arbeiða uttanlands stórt gagnligt árin fyri peningarenslið

Herfyri kom nevndin, ið Fíggjarmálaráðið setti til at greina skattaviðurskiftini í Føroyum, við sínum áliti. Álitið er umfatandi, og helst eru nógv góð ting í tí, sum vit ikki skulu leggja okkum uppí.

Men á in.fo var formaðurin endurgivin fyri at siga soleiðis:
“12 til 14 prosent av inntøkum hjá føroyingum verða vunnar uttanlands. Meginparturin rindar ikki skatt av tí. Tað merkir, at tey, sum búgva og arbeiða í Føroyum gjalda meir í skatti.”

Hetta er ikki heilt rætt og kann geva eina óhepna fatan av samanhanginum og týdninginum av einum víðum føroyskum arbeiðsmarknaði, um tað stendur einsamalt.

Í 2014 gjørdi Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur, eina kanning fyri Áhugafelagið Antares og Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Endamálið var at kanna, hvønn týdning tað hevði fyri føroyska samfelagið, at eitt so lutfalsliga stórt tal av føroyingum arbeiða uttanlands.

Kanningin er ein víðkan og dagføring av kanning gjørd av Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning í 2009.

Kanningarnar byggja í mestan mun á greiningar av upplýsingum frá Taks og hendan seinasta fyri skattaárið 2012. Skattaskipanirnar eru ikki broyttar síðan tá, men útlendski arbeiðsmarknaðurin er tódnaður nakað.

Niðurstøðan hjá Magna Laksafoss var at hetta hevur stórt gagnligt árin á føroyska peningarenslið og skapar nógv avleitt virksemi í Føroyum.

Vit meta harafturat, at hesin møguleikin at víðka so nógv um føroyska arbeiðsmarknaðin hevur havt gagnliga ávirkan á økingina í fólkatalinum, ið nú sæst.

Kanningin vísir eisini á at føroyskir fiskimenn við norskum fiskiskipum gjalda allan sín skatt í Føroyum. Hon vísir eisini at ein stórur partur av teimum, sum sigla við útlendskum skipum annars, rinda eisini skatt her, heilt ella partvíst.

Í 2012 rindaði føroysk arbeiðsmegi í útlandinum 137 milliónir í beinleiðis skatti og avgjøldum og á leið 40 milliónir í avleiddum skattum og avgjøldum. Hetta er kanska ikki broytt so nógv síðan, men tódnaði arbeiðsmarknaðurin í frálandavinnuni seinastu árini hevur kanska flutt ein heldur størri part hendanvegin.

Í teimum førum, har fólk ikki rinda skatt í Føroyum, er hetta tí, at føroyskir mynduleikar hava limað Føroyar uppí norðurlendska samstarvið við skattasáttmálum og sosialum sáttmálum, ið gera Føroyar til ein so fullgyldugan part av norðurlendska samstarvinum, sum ríkisfelagsskapurin loyvir.

Um hetta skal broytast, mugu Føroyar avmarkað ella strika sína luttøku í hesum samstarvi, við teimum avleiðingum, ið hetta hevur við sær.

Vegna Áhugafelagið Antares,
Andreas Poulsen
Formaður