Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Føroyingar eru heimins tjørnuvíkingar

2013-09-17 21:45

<b>Brúgvin við Streymin ímyndar tað, okkum tørvar: Samstarv millum bygdir, samstarv millum oyggjar - og samstarv millum Føroyar og onnur lond</b>

(Tala hildin 15.09.13 í sambandi við at brúgvin við Streymin fyllir 40 ár).

Tá Asbjørn í Tjørnuvík ringdi og bað meg halda hesa røðuna, hevði eg bestan hugin at siga nei.

Eg havi nakrar ferðir sitið inni hjá honum og fingið hetta serstaka, sterka kjøtið úr Tjørnuvík undir góman. Kjøt sum smakkar av høgættini sum hon merkist tá hon kemur beint inn av norðhavinum, av brattlendinum í teirri ráu náttúruni har norðuri, og av fornum kingosangi.

Eg hugsaði við mær sjálvum at eg fari aldrin at kunna halda eina røðu, ið ljóðar líka mergjað, sum kjøtið úr Tjørnuvík smakkar.

Og vissi eg haldi eina røða, sum fær fólk at hugsa um eina bleika pizza úr miðbýnum í Havn, so fái eg bæði háð og spott omanyvir meg.

Men eg segði kortini ja, tí tað sum verður hátíðarhildið er jú at brúgvin um Streymin fyllir 40 ár 30. oktober, og er tað nakað sum eyðkennir henda partin av landinum, so er tað júst at byggja brúgvar millum øki - eisini øki, sum eru nokkso ymisk. Og at biðja ein havnamann tala her í dag, er vælsaktans eisini at byggja eitt slag av brúgv.

Summastaðni í landinum tykist tað næstan sum at fólk heldur vilja søkka hvør sær enn flóta saman.

Men ikki her norðuri. Kommunur og bygdir, sum høvdu staðið veikar hvør sær, løgdu saman og gjørdust ein sterk eind, bæði innan umsiting, vinnulív, skúla og mentan.

Tann sjónligasta ímyndin av hesum samstarvi er EB Streymur. Í síni tíð stríddust tit í fótbóltinum hvør sær fyri at varðveita fótafesti á teimum niðastu rókunum - nú flúgva tit út í Europa at umboða ikki bara Sundalagið, men alt landið. Og tit vinna!

Tað er ein klisjé at siga, at vit standa sterkari saman. Men tað er rætt fyri tað.

Bygdirnar hava givið frá sær møguleikan at umboða seg sjálvar í egnum navni - men tær hava fingið møguleikan fyri at klára seg væl.

<b>Betong og asfalt eru eisini bleyt virði</b>

Í politiska kjakinum verða íløgur í infrakervið ofta sett upp ímóti sonevndum "bleytum virðum".

Men brúgvin um Streymin - also ein íløga í jarn, betong og asfalt - er upphavið til allar hinar brúgvarnar av meira bleytum slag kring Sundalagið.

Og íløgur í infrakervið eru ikki bara íløgur í tað umrødda samstarvið millum bygdir. Tær eru eisini íløgur í okkara politisku skipan.

Tað eru mong sum droyma um tann dag, tá Føroyar politiskt ikki eru býttar sundur í smá, lokal kongaríki, hvørs umboð royna at krøkja so nógv til sín sum tilber, men í staðin verða sæddar sum ein heild.

Tað var orsøkin til, at landið bleiv skipað sum eitt valdømi. Men landið fungerar framvegis ikki sum eitt valdømi. Lokalpolitikkurin dominerar meira enn nakrantíð.

Skal tað eydnast at gera landið til eina politiska eind í innihaldið eins væl sum í formi, so mugu økini knýtast enn betur saman. Grót og betong mugu minka um fjarstøðuna, so fólk veruliga fara at kenna, at tey hoyra saman. Ikki bara mentanarliga og málsliga, men eisini politiskt. Ikki fyrr enn tá verða tey, sum manna løgtingið, lønt fyri at seta heildina fremst - og revsað fyri tað øvuta.

Eydnast tað, verða Føroyar sterkari, effektivari - og nógv bíligari at reka.

<b>Føroyar eru sum Tjørnuvík</b>

Og tá kunnu vit so fara at tosa um tað, sum vit forsøma í dag: Nevniliga tað alt ov einvegis ferðsluna, sum er á brúgvunum millum Føroyar og onnur lond.

Sum ein segði í bókini Exit Føroyar: Í altjóða høpi eru Føroyar so smáar, at tær kunnu samanberast við Tjørnuvík í mun til restina av Føroyum.

Tað er soleiðis vit mugu læra at síggja okkum sjálv: Føroyingar eru heimins tjørnuvíkingar! Og skulu vit hava nakran møguleika at standa okkum í kappingini móti Keypmannahavn, London og Reykjavík, so kunnu vit ikki draga í hvør sína ætt. Vit mugu fylgja fyridøminum higani úr Sunda Kommunu, og standa saman.

Saman mugu vit gera tað so lokkandi sum til ber at búgva her.

Og vit hava allar møguleikar til tað. Útgangsstøðið er jú rættiliga gott.

Eg meini so við: Orsøkin til at fólk rýma, er ikki at her er so øgiliga trygt at vera í Føroyum. Ella at her er so forferdiliga reint. Ella at hvør einstakur hevur so gott pláss. Ella at vit hava beinleiðis atgongd eina stórligna náttúru, sum liggur her, púra ókeypis til okkum at njóta - júst so, sum Várharra skapti hana.

Við Saksunardali, Slættaratindi, Tjørnuvíksstakki, Mýlingi og øðrum plássum við sita tit her norðuri á nøkrum av landsins mest hugtakandi náttúruperlum. Men kring alt landið eru Føroyar nógv stórslignari, enn vit vanliga geva okkum far um.

Tað er heldur ikki tað, sum styggir fólk burtur.

Nei, orsøkin til at burðartalið er blivið so ræðandi lágt farnu árini, liggur helst í tí forbannaða sannleikanum, sum Hans Andrias Djurhuus staðfesti á sinni: Saman at standa var ei okkum givið.

Eg giti, at hann skrivaði tað fyri at provokera. Fyri at geva okkum høvi at mótprógva tí. Og har tað er mótprógvað - har gongur væl. Eitt nú her um leiðir. Ið hvussu er gongur her munandi betri enn tað hevði gjørt, um tit ikki høvdu bygt upp hetta samstarvið.

<b>Nýggj farleið 40 ár seinni</b>

Brúgvin um Streymin var í síni tíð roknað sum størsta byggiverkætlan í Føroya søgu. Tær 13 milliónirnar hon kostaði, vóru nógvir pengar tá - og ferðslan var ikki nær námind so nógv, sum hon er nú. Men, sum Heðin Zachariassen, borgarstjóri, segði um dagarnar: Teir, sum gjørdu íløguna, hugdu langt út í framtíðina.

Nú fara vit helst aftur at knýta Streymoy og Eysturoy saman. Aftur hesaferð er talan um bæði størstu og dýrastu byggiverkætlan í Føroya søgu. Men aftur hesaferð er nyttuvirðið nógv hægri enn kostnaðurin - um vit bara hyggja nóg langt inn í framtíðina, og tora at trúgva uppá vøkstur og menning. Tað mugu vit gera, tí trúgva vit ikki uppá vøkstur og menning, so verður hvørki vøkstur ella menning.

Ein munur er kortini millum hesar verkætlanir: Tað kom ongantíð uppá tal, at Copenhagen Infrastructure Partners - ella nakað annað privat felag - skuldi byggja og eiga brúnna um streymin í upp til 50 ár. Hevði ein slík avtala verið gjørd í 1973, hevði viðkomandi felag kanska átt brúnna enn - og í upp til 10 ár afturat.

Tað kanska setir kjakið farnu vikurnar í perspektiv...

Infrakervið gagnar okkum øllum; vit brúka tað øll - og vit skulu sjálvsagt øll eiga tað.

<b>Verðinsmenn í Hósvík</b>

Tað er lítil ivi um, at ein væl útbygdur høvuðsstaður er ein fortreyt, skulu vit standa okkum í teirri kappingini um fólk, sum vit í løtuni tapa ímóti fyrst og fremst Keypmannahavn.

Men Føroyar missa ein stóran part av síni sál og verða lítið dragandi, um vit enda við at vera ein býur í staðin fyri eitt land. Tí mugu vit knýta landið saman.

Men vit mugu eisini byggja brúgvar út í heim. Ein nýggjur flogvøllur er ein alneyðug og ítøkilig brúgv. Men eisini mentalt mugu vit venda okkum úteftir.

Eisini her eru undangongufólk higani úr økinum. Eg minnist einaferð og kom inn á gólvið hjá Thor í Hósvík at gera eina blaðsamrøðu.

Eg bleiv vístur inn á kontórið hjá Gunnbjørn. Hann stóð við reyvini til, í tuflum og gomlum cowboybuksum við fretsekki og hekk fram á eitt borð. Høvdið lá á liðini, so hann fekk hildið eini telefon fastspentari millum oyra og økslina meðan hann skrivaði okkurt á ein lepa.

Tá hann legði á og eg spurdi hvat tann enska samrøðan hevði verið um, segði hann, at tað snúi seg um ein nýbygning í Singapore. Eigarin var lopin frá - og nú hevði Thor akkurát yvirtikið kontraktina...

Hetta er verðin í dag. Vissi mann torir og heldur seg framat, so kann mann ganga í tuflum Hósvík og keypa skip í Singapore.

Vit eiga læra okkum at síggja og brúka tær digitalu brúgvar og fjarskiftisligu undirsjóvartunlar, sum eru millum Føroyar og onnur lond.

Tað gera fleiri fiski- og alivinnuvinnufyritøkur, men eisini Thor, Skansi, Føroya Tele, BankNordik, Atlantic Petroleum og nógvar aðrar, og tað ger, at fleiri løkir av inntøkum renna - ella kunna fara at renna - úr øðrum londum til føroyska búskapin.

<b>Standa í uttarugongd í Europa</b>

Men politiskt hava vit tíverri start okkum blind í okkara egna nalva, heldur enn at venda eygunum úteftir. Meðan øll europeisk lond bæði hava fría atgongd til marknaðirnar hjá hvørjum øðrum og handilsavtalur við aðrar av heimsins størstu marknaðum - so er okkara politiska skipan framvegis samd um eitt hvølt og rungandi NEI til at gerast partur av slíkum bindandi fleirtjóða samstarvi.

Tí standa vit framvegis - nærum púra einsamøll - heilt úti í durinum í tí europeiska húsinum. Tað er eitt ótrygt pláss. Eitt pláss sum avmarkar okkara møguleikar. Og eitt pláss, har vandin er stórur fyri, at vit verða skumpað heilt útum.

Vit liggja í stríðið við ES sum er. Og vit skulu vinna tað stríðið. Men fyrr ella seinni skulu vit semjast - ikki bara um sild og makrel, men eisini um onnur viðurskifti. Vit mugu finna Føroyum eitt nøktandi og trygt pláss í altjóða samstarvi.

Vit mugu lyfta tað, sum er hent kring brúnna við Streymin upp á eitt hægri stig: Vit mugu hyggja langt út í framtíðina - og vit mugu byggja framtíðarinnar brýr til onnur lond.

Vit mugu gera sum Gunnbjørn, sum í staðin fyri bara at ringja til tey, sum hann kennir í Kollafirði og Hvalvík eisini viðhvørt ringir til tey, sum hann ikki kennir - í Singapore.

Takk fyri - og hjartaliga tillukku við Brúnni og øllum tí, hon ímyndar.