Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Føroyar skulu viðurkenna fólkaatkvøðuna hjá kurdum

Gleðin er stór í dag í Suður Kurdistan, har stórur meiriluti atkvøddi fyri, at Suður Kurdistan gerst sjálvstøðugt ríki. Vallutøkan var um 78% og yvir 90% av fólkunum atkvøddu fyri uppskotinum. Føroyar eiga at viðurkenna fólkaatkvøðuna og ynski hjá kurdum um fullveldi.

Kurdar eru størsti fólkabólkur í heiminum, sum ikki hevur egnan stat. Kurdar merkja tann dag í dag avleiðingarnar av, at fremmanda fólk hava gjørt av, hvussu landamørk í Miðeystri síggja út, og av hesi orsøk eru kurdar sundurbýttir millum fýra lond; Irak, Iran, Sýria og Turkaland. Fólkaatkvøðan í Suður Kurdistan, ið enn liggur innanfyri Iraksku landamørkini, ber tó boð um eina bjarta framtíð, og vón um at kurdar um ikki so langa tíð kunnu savnast innan somu landamørk í egnum landi.

Kurdiska fólkið hevur egið mál, flagg, mentan og siðvenjur og ynski um at stovna egna ríki er stórt. Hetta eiga vit at virða. Kurdar ynskja at samráðast, men mótstøðan frá Iraksku stjórnini er hørð. Tí hevur tað stóran týdning, at vit viðurkenna fólkaatkvøðuna, soleiðis at støðan hjá kurdum gerst sterkari til samáðingar fyri framman.

Unga Tjóðveldið
Elsa Berg, forkvinna