Føroyar skulu spæla á størri altjóða vølli

2019-05-31 15:59

Veðurlag, umhvørvi, náttúruvernd, røkt av fiskastovnum, orkupolitikkur, útlendingamál, skattaskjól og hvíttvasking av ørandi peningaupphæddum, altjóða viðurkenning av útbúgvingum, framkomin gransking o.s.fr.

Hetta og eru alt mál, sum vit einans kunnu loysa saman við øðrum londum – tvørtur um landamørk.

Mín hugsan er, at eitt føroyskt fólkatingsumboð skal vera á varðhaldi í øllum hesum málum, gera vart við føroysk sjónarmið og serstøður og tryggja, at Føroyar verður ein virdur og viðurkendur viðspælari, tá ið avgerðir verða tiknar, sum kunnu hava ávirkan á føroyskt vinnulív, føroyskan veðurlagspolitikk, útbúgvingarkrøv, mentanararv og tá ið vælferðin hjá føroyingum skal tryggjast – bæði í Føroyum og uttanlands.

Hetta arbeiðið skal gerast í tøttum samstarvi við landsstýrið. Tí tað er løgting, landsstýri og Føroya fólk, sum er evsti myndugleiki í Føroyum. Og tað skal eisini fólkatingsumboðið sláa fast við sjeytummaseymi – á øllum altjóða pallum.

Tað er harmiligt, at Tjóðveldi er til reiðar at avreiða føroyskan sjálvsavgerðarrætt, afturfyri at leggja seg út í, hvør verður danskur statsministari. Eitt fólkatingsumboð úr Føroyum eigur ikki at seta føroyskan sjálvsavgerðarrætt á uppboðssølu í fólkatinginum.

Eg bjóði meg fram sum valevni til fólkatingsvalið fyri Javnaðarflokkin – tí tað er avgerandi, at Føroyar spæla á størri altjóða leikvølli.

Helena Dam á Neystabø