Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Føroyar skulu hava trý sterk sjúkrahús

Øll trý sjúkrahúsini eiga sítt natúrliga og avgerandi pláss í samfelagnum, og tað skapar bert ótryggleika og misnøgd at tosa um niðurlagingar og niðurleggingar.

Nú verður enn einaferð róð fram undir, at tey trý sjúkrahúsini í landinum skulu hava eina felags leiðslu – helst í høvuðsstaðnum, sum kann stýra út í krókarnar á teimum smærru sjúkrahúsunum.

Hesi sjónarmið verða javnan førd fram, og nýggjasti sangarin í hesum kóri er sjálvur løgmaður.

Í løtuni tryggjar ein lóg, at vit skulu hava trý sjúkrahús í Føroyum, og tíbetur er tað so.

Í Norðoyggjum hevur sjúkrahús verið í meira enn eina øld. Fyrsta sjúkrahúsið var bygt í Klaksvík í 1898, eftir at norðoyingar høvdu havt læknahús á leiðini í sløk 30 ár frammanundan. Fólk í Norðoyggjum og í norðara og eystara parti av Eysturoynni tóku lógvatak saman um at savna pengar til byggingina, og tá ið sjúkrahúsið fór í gongd á sumri í 1898, vóru allar rokningarnar longu goldnar, og peningur var tøkur at keypa tilfar og mat, ið skuldi nýtast á sjúkrahúsinum.

Tað er sjálvandi nógv hent – bæði á sjúkrahúsøkinum og í samfelagnum – síðani 1898, men framvegis er sjúkrahús í Klaksvík, sum er partur av tilbúgvingini hjá øllum samfelagnum og hevur alstóran týdning fyri lokaløkið og landið.

Grundarlagið er styrkt

Klaksvíkar Sjúkrahús er eitt sera væl virkandi sjúkrahús, sum fær góð skoðsmál frá sjúklingum og teirra avvarðandi. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur dugnaliga leiðslu og starvsfólk, sum hava megnað at gagnnýtt styrkirnar og fleksibilitetin, sum eitt lítið sjúkrahús hevur fram um størri sjúkrahús.

Klaksvíkar sjúkrahús hevur bæði tikið sær av vanligum skaðum og sjúkum og hevur eisini bygt upp týðandi serøki. Nøgdsemiskanning hevur givið sjúkrahúsinum tummilfingurin upp, tí fólk hava verið nøgd við viðgerð og viðferð á sjúkrahúsinum.

Síðani Norðoyatunnilin kom er virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi vaksið, og fólk úr øllum landinum brúka nú sjúkrahúsið. Fasta sambandið hevur ikki tikið grundarlagið undan Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men hevur í staðin styrkt grundarlagið og hevur staðfest týdningin, sum sjúkrahúsið hevur fyri føroyska heilsuverkið og samfelagið.

Tí tykist tað næstan óveruligt, at løgmaður og onnur skilafólk nú aftur eru farin at rópa hart um at sentralisera sjúkrahúsverkið – sjálvandi undir skálkaskjóli av felags leiðslu og størri samskipan av teimum trimum sjúkrahúsunum. Trupulleikin í føroyska sjúkrahúsverkinum er ikki á Tvøroyri ella í Klaksvík, og tað er at hótta vælvirkandi og týdningarmiklan part av føroyska heilsuverkinum at tosa um at niðurlaga tey smáu sjúkrahúsinum.

Trý sterk sjúkrahús

Seinastu mongu árini eru stórar útbyggingar gjørdar á Landssjúkrahúsinum, og tað hevur verið neyðugt. Útbyggingar halda fram, so at vit kunnu fáa eitt enn betri sjúkrahús í høvuðsstaðnum.

Men tað forðar ikki fyri, at vit skulu hava tvey smærri sjúkrahús kring landið. Sjúkrahúsini eiga ikki at verða sett upp ímóti hvørjum øðrum. Og tað er fullkomiliga skeivt at halda, at fyri at Landssjúkrahúsið skal fáa tað betur, eigur virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi at minka ella beinast burtur.

Tað tænir ongum endamáli og fer bara at koma aftur um brekku, um smærru sjúkrahúsini skulu líða undir, at Landssjúkrahúsið skal hava betur umstøður. Eru trupulleikar í heilsuverkinum, farið so eftir veruligu trupulleikunum og latið verða við at leggja fót fyri væl týdningarmiklar partar av

heilsuverkinum úti um landið. Øll trý sjúkrahúsini eiga sítt natúrliga og avgerandi pláss í samfelagnum, og tað skapar bert ótryggleika og misnøgd at tosa um niðurlagingar og niðurleggingar.

Og sokallaðir landspolitikkarar í meginøkinum áttu at havt dirvi til at fyrihildið seg til veruligu trupulleikarnar í samfelagnum – og í heilsuverkinum – heldur enn at billa fólki inn, at fáa teir bara spakan undir smáu sjúkrahúsini og flyta alt til Havnar, so verður alt gott.

Virkið heldur fyri, at vit hava trý góð og sterk sjúkrahús í landinum, sum veita góða tænastu til borgararnar í meginøkinum og úti í lokaløkjunum.

Jógvan Skorheim,

borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu