Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Føroyar og Ísrael somu lagnu: Evropasamveldið boykottar

2013-08-21 22:12

Søguna um Dávid og Goliat kenna allir føroyingar. Fíggindin á døgum Dávids, sum hótti Ísrael við sterku hermegi síni og velduga kappanum Goliat.

Men ungi Dávid tók á seg, í navni Harrans Guds síns, at fara ímóti hesum risavaksna menniskja, í einfaldum áliti á hin livandi Gud í Himli. Hin veldugi Goliat varð feldur.

Í mong ár hevur Europasamveldið hótt Ísrael, bæði á ein og annan hátt, um Ísrael ikki ger sum Europasamveldið áleggur teimum. Seinasta átak ES var at boykotta allar vørur, ið koma úr Ísrael, framleiddar á teimum økjum, sum Ísrael tók í álopskríggi arabara í 1967 og 1973. Men Ísrael hevur ikki boygt seg undir trýstinum frá Europasamveldinum og fer heldur ikki at gera tað.

Nú eru vit føroyingar komnir undir somu lagnu sum Ísrael: Boykott frá ES. Nú kenna vit sama trýstið, sum Ísrael hevur kent til í mong ár.

<b>“Eingin skal kunna keypa ella selja.”</b>

Mangan er tikið til orðini um dýrið í Opinberingingbókini í Bíbliuni. Líka so ofta hava hesi orð verið nevnd í sambandi við Europasamveldið, síðani tað á sinni sá dagsins ljós. Hetta eru orðini um dýrið í Opinberingini 13, 16-18:

“Tað fær øll, bæði smá og stór, bæði rík og fátæk, bæði fræls og trælir, at lata seta sær merki á høgru hond ella á pannuna, so at eingin skal kunna keypa ella selja uttan tann, ið hevur merkið, navn dýrsins ella tal navns tess. Her ræður um vísdóm! Tann, ið skil hevur, rokni út tal dýrsins! Tað er tal menniskja - tal tess er 666.”

Eg skilji væl, at fólk gera hesa samanbering, tí tær samtyktir, sum ES hevur gjørt, geva okkum ófrættakendar ábendingar. Illviljin og boykottið móti Ísrael, einasta demokratiska landinum í øllum Miðeystri, bendir á tað, samstundis sum arabiski miðeysturheimurin liggur í sorli av innahýsis klandri og borgarakríggi. Og so – júst nú, at eitt heilt heimsveldið, sum ES, samtykkir boykoytt móti Føroyum og Ísrael, sum í friði royna at verja sínar borgarar og gerandistørv teirra.

Hetta orðið, sum eg nevndi í Opinberingsbókini, snýr seg sanniliga um boykott. Tey, sum ikki vilja boyggja seg fyri dýrinum og hava merki dýrsins koma undir boykott og kunnu ikki keypa ella selja. Her eru vit føroyingar í hesi løtu.

Í grundlógini fyri Evropasamveldið skuldi eingin farri av tí guddómliga koma fyri. Tí varð navn Guds ikki tikið við, men gudloysi sett í hásætið.

Við tað at gudloysi er sett í hásætið í ES er allur moralur tveittur fyri borð. Tí er hetta at boykotta eina so lítla tjóð sum Føroyar natúrligt fyri ES.

Men vit skulu ikki óttast ES! Líka lítið sum Dávid var ræddur fyri Goliat.

Løtan er komin, at vit sum tjóð fara í serstaka bøn fyri landi okkara í hesum sambandi. Fari tí at heita á kristnu samkomunar um at gera tað. Vit skulu óttast Gud og orð hansara og heita á politikarar okkara um ikki seta gudleysar lógir í gildi í landi okkara, soleiðis sum summir politikarar vilja.

Gera vit okkum sek í tí sama sum ES hevur gjørt, at vísa vanvirðing fyri Gudi og hansara orði, so verður galin endi hjá okkum. Men eg havi tað trúgv og álit á tykkum, landsmonnum mínum, at vit skulu byggja upp ein stóran og sterkan bønargarð, landi okkara til verju.

Ísrael hevur ikki boygt seg fyri ES – og tað skulu vit heldur ikki. Ísrael hevur ikki boygt seg fyri álopssinnaðu og týnandi grannum sínum, hvørki í dag, ella í 1948, tá ið landið var álopið av seks av grannalondum sínum, eftir at teir høvdu strovnsett ísraelsku tjóðina, og Dávid Ben Gurion lisið yvirlýsingina um stovnan státins, sum var send úr Ísrael, út um allan heim fyri 65 árum síðani.

Í juli mánaði í ár, var eg, saman við øðrum føroyingum, inni í tí høllini í Tel Aviv, jødiskir leiðarar vóru kallaðir saman hin 14. mai í 1948, fyri at samtykkja stovnanina av státinum Ísrael.

Tað var ein stór løta at standa har, sum Ben Gurion stóð, tá ið hann las upp frælsis- og stovningaryvirlýsingina um stovnan Ísraels á heimlandsins grund “í áliti á Kletti Ísraels” (Gudi), sum skrivað stendur í yvirlýsingini, sum hevur verið eins og ein lýsandi viti hesi 65 árini síðani hin søguliga 14 mai 1948.

Gud signi Føroyar!

Gud signi Ísrael!

Svenning av Lofti