Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Føroyar – einasta norðurland, sum ikki leggur dent á at veita borgarum sínum dygdargóða karrieruvegleiðing og førleikamenning

2019-01-31 21:31

Fyrr í mánaðinum átalaði nevndin í Vegleiðarafelag Føroya (VF) avgerðina hjá setanarnevndini á Studna, um at seta ófaklærdan útbúgvingarvegleiðara í einasta fulltíðarsetta vegleiðarastarvið, sum ikki er tengt at nøkrum útbúgvingarstovni í Føroyum.

Eftir hetta hava tveir umsøkjarar kært avgerðina hjá setanarnevndini.

Nú er tað komið fram, at nýggi útbúgvingarvegleiðarin á Studna byrjar í starvinum fríggjadagin 1. februar. Nevndin í VF metir, at tað er at vísa teimum, sum kæra, sera lítla virðing, at Mentamálaráðið (MMR) letur útbúgvingarvegleiðaran byrja í starvinum, áðrenn MMR er liðugt at viðgera kærurnar. Hetta sendir eitt signal út, um at avgerðin longu er fallin, tí tað gerst ikki lættari at broyta setanina, tá umsøkjarin longu er byrjaður í starvinum.

Tað, at MMR letur nýggja útbúgvingarvegleiðaran fara til arbeiðis, er ikki bara at vísa teimum, sum kæra, lítla virðing. Við hesari gerð sendir MMR eisini eitt signal út til føroyska borgaran og londini rundan um okkum, um at í Føroyum virða vit ikki týdningin av dygdargóðari karrieruvegleiðing og førleikamenning.

Nevndin í VF metir, at avgerðin, um at lata nýggja útbúgvingarvegleiðaran fara til arbeiðis, er skitið spæl. Vit meta ikki, at hetta er sømiligt, og heita vit tí staðiliga á Mentamálaráðið, um ikki at lata nýggja vegleiðaran byrja í starvinum, áðrenn avgerð er follin í málinum.

Hví hevur tað týdning, at útbúgvingarvegleiðarin á Studna er faklærdur?
Hyggja vit eftir hinum norðurlondunum, síggja vit, at Føroyar er einasta landið, sum ikki hevur ein vegleiðarastovn, har borgarin kann søkja sær karrieruvegleiðing og hjálp til førleikamenning.

Við fólkatalinum í huga, kunnu vit sammeta okkum við Grønland. Grønland fór undir at menna karrieruvegleiðing til borgarar sínar fyri 18 árum síðani. Í dag eru 17 vegleiðarastovnar í Grønlandi, sum hava til uppgávu at veita borgarunum dygdargóða karrieruvegleiðing og hjálp til førleikamenning. Afturat hesum bjóðar ’Center for National Vejledning’, sum vegleiðarastovnarnir liggja undir, útbúgving í vegleiðing á hvørjum árið.

Ein skuldi trúð, at vit í Føroyum fóru at ganga somu leið, sum Grønland, tá Altjóða Skrivstovan (ASK) varð sett á stovn fyri 18 árum síðani. Tíðanverri kunnu vit staðfesta, at so varð ikki, tí í Føroyum hava vit ongan vegleiðarastovn og ei heldur útbúgving innan vegleiðing. Í løtuni fara vit aftur á hæli, tí at tó so at vit hava útbúnar vegleiðarar í landinum, so er einasta vegleiðarastarvið sett av einum ófaklærdum vegleiðara.

Fólkateljingin frá 2011 vísti, at ein fjórðingur av teimum, sum eru millum 25-65 ára gomul, bara hava fólkaskúla umframt møgulig stutt skeið. Hetta eru 13.602 fólk. Harafturat vísti fólkateljingin, at 3.501 fólk einans høvdu gymnasialt miðnám at vísa á, og at 10.608 fólk hava yrkisrættað miðnám. Hetta merkir, at umleið tveir triðingar av arbeiðarafjøldini møguliga ynskir at førleikamenna seg, tí at útbúgving ger, at tú stendur sterkari og tryggari, tá fíggjarkreppur eru, og tí at inntøkan gerst hægri, og harvið er lættari at forsyrgja familjuni. Hesi fólkini hava krav uppá dygdargóða og álítandi vegleiðing. Tað kann tí ikki góðtakast, at einasti fulltíðarsetti vegleiðarin í landinum er ófaklærdur.

Setti umsøkjarin á Studna hevur eina sera góða fyrisitingarliga útbúgving. Tað kann tí tykjast óhóskandi at siga, at nýggi útbúgvingarvegleiðarin er ófaklærdur. Orsøkin til, at nevndin í VF metir, at hann er ófaklærdur er, at eitt starv, sum vegleiðari, á ongan hátt er fyrisitingarligt. Vegleiðarastarvið er í stuttum eitt hjálparastarv, og kunnu vit tí siga, at uppgávurnar innan vegleiðing og fyrisiting eru ósambærligar og kunnu ikki røkjast av sama persóni á sama stovni. Við hesum í huga metir nevndin í VF, at nýggi útbúgvingarvegleiðarin á Studna er ófaklærdur, tá tað kemur til júst hetta starvið.

Í minsta lagi fýra umsøkjarar við vegleiðaraútbúgving vóru til starvið, sum útbúgvingarveglari á Studna. Tó valdi setanarbólkurin á Studna at seta ein umsøkjara við fyrisitingarligari útbúgving í starvið. Nevndin í VF setir tí spurnartekin við framtíðar ætlanunum við starvinum.

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2019 staðfestir týðiliga, at endamálið við nýggja starvinum á Studna ”er at savna á einum stað yvirskipaðu kunningina og vegleiðingina um útbúgvingar- og stuðulsmøguleikar í Føroyum og uttanlands." Tað er m.a. til at røkja hetta starvið, at árliga játtanin til Studna hækkar við 800 túsund krónum.

Studni er ein fyrisitingarligur stovnur. Men, við orðingini í fíggjarlógaruppskotininum, kunnu vit enn einaferð staðfesta, at starvið, sum útbúgvingarvegleiðari á Studna, á ongan hátt er fyrisitingarligt. Starvið er stutt sagt eitt vegleiðarastarv, og eigur vegleiðaraútbúgving og royndir tí at vera eitt ófrávíkiligt krav til umsøkjararnar. Starvið, sum útbúgvingarvegleiðari á Studna, er einasta starvið í Føroyum, við endamálsorðingini, sum er nevnd í fíggjarlógaruppskotinum. Tað er tí sera týdningamikið, at útbúgvingarvegleiðarin er sera væl ílatin til uppgávurnar, sum hoyra til starvið.

Nevndin í VF metir, at Mentamálaráiðið eigur at vísa føroyska borgaranum virðing, við at tryggja, at einsta fulltíðarsetta vegleiðarastarvið í landinum er sett av einum vegleiðara, sum hevur førleikarnar til veita eina dygdargóða og álítandi vegleiðing. Hetta krevur, at vegleiðarin hevur vegleiðaraútbúgving, royndir og holla vitan innan yrkið.

Vegna Vegleiðarafelag Føroya

Ester Poulsen,
forkvinna

Les eisini: Ungur kandidatur í fyrisiting (cand.scient.adm.) settur í einasta fulltíðarstarv sum útbúgvingarleiðari í Føroyum