Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Føroyar missa 900 millionir árliga

2013-08-23 22:07

Soleiðis skrivaði Gestur Hovgaard á várið 2012. Og tíanverri er ikki nógv broytt síðani tá.

Fráflytingin heldur áfram. Summarið hevur verið merkt av útisetum, ið hava vitja heim aftur á klettarnar, og hava tey verið við til at fingið lív í Føroyar. Men hóast alsk, ið útisetar hava til klettarnar, eru tað framvegis 150, sum velja Føroyar frá.

<b>Skeiva býti</b>

Eftir kreppuna í 90unum byrjaði av álvara tráanin hjá ungum at útbúgva seg. Og var tað bara eitt stað, sum útbúgvingin kundi nemast: Danmark. Úrslitið síggja vit nú: Allir árgangir heilt upp í 42 ár eru minkaðir síðani 1990. Og allir árgangir frá 43 ár og upp eru øktir. Miðalaldurin í samfelaganum veksur.

Men tað er ikki bara har, at vit hava eitt skeivt býtið í fólkatalinum. Nýggjastu tølini frá Studna vísa eisini at kynsbýtið viðvíkjandi útbúgving er heilt skeivt. Javnan hoyra vit at Føroyar hava eitt kvinnuundirskot á eini 2000. Hetta er sjálvsagt ein avbjóðing tá hugsa verður um burðartalið.

Men tølini hjá Studna vísa harumframt, at hóast fleiri taka útbúgvingina í Føroyum, heili 903, so er kynsbýtið galið. Fleiri menn lesa í Føroyum og kvinnurnar søkja sær uttanlands.

<b>Eyka lívsinntøku og betur heilsa</b>

Tað eru fleiri fyrimunir við at hava eina høga utbúgving. Nýggjastu tølini vísa at fólk við hægri útbúgving geva samfelaganum eina eyka lívsinntøku á 4-9 millionir. Eisini eru tey útbúni í minni vanda fyri at missa arbeiði. Nevnast kann t.d. hjá ALS eru tað eini 80 %, ið eru ófaklærd.

Haraftrat vísa kanningar í Danmark, og altjóða eisini, at styttri útbúgving fólk hava, størri er vandin fyri vánaliga heilsustøðu og samband við heilsuverki vegna sjúku. Og er hetta serliga viðkomandi við øllum vælferðasjúkunum, sum herja vesturheimin.

<b>Føroyar mangla útbúgving</b>

Summi royna at føra fram at Føroyar hava satsa nógv uppá útbúgving seinastu árini. Tann nýggjasti er Brandur Sandoy. Hetta er bert hálvur sannleiki, ti veruleikin er at Føroyar hava ikki satsa nóg nógv í eini 25-35 ár. Vit eru júst byrjaði og nógv manglar í. Sum talvan frá Studna vísir, eru tað eini 2500 føroyingar, ið eru undir útbúgving. Og meginparturin er uttanlands. Konkret má hetta gerast skjótast møguligt, sum eisini er nøkulunda srbt. “Heilardarætlanini um frá/tilflyting og Fólkavøkstur”:

1. Játtanin til Setrið má í minsta lagið tvífaldast fyri at nøkta tørvin

2. Campusøkið til Setrið má gerast

3. Hækka studningin, hvørt vit vilja tað ella ei, so mugu Føroyar kappast við Danmark

4. Betra bústaðar møguleikarnir

Og fleiri onnur tiltøk. Heildarætlanin hevði 37 skilagóð tiltøk, og sum bert kostaðu eini 700 millionir yvir eini 5 ár.

Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning framdi eina kanning av fólki, ið hevði lisið á Setrinum. Av teimum sum fóru at víðariútbúgva seg uttanlands, komu heili 9 av 10 heim aftur. So hóast at tey fóru uttanlands, var heimlongslin størri, enn hjá teimum sum fara beinleiðis til Danmarkar. Hetta allarhelst tí at røturnar eru betri festar í Føroyum.

<b>Hví ikki?</b>

Spurningurin er ikki, hví skulu vit satsa uppá útbúgving, men heldur hví mugu vit satsa uppá útbúgving?

Umframt at árliga eini 150 føroyingar frávelja klettarnar, missa vit samstundis eina árliga inntøku á 900 millionir. Burðartalið og fólkatalið er í minking. Miðalaldurin bert veksur. Og løgið nokk eisini tey við tí betri heilsuni, meðan vit sita eftir við verri heilsu. Sum kostar stak nógv.

Teitur Vágadal

sjúkrarøktarfrøðislesandi