Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Føroyar í politiskari undantaksstøðu


2013-09-09 21:53

Føroyar eru í undantaksstøðu - politiskari undantaksstøðu. Tí einaferð enn hevur landsstýrið roynt at trýsta eitt stórmál ígjøgnum Løgtingið, uttan at lurta eftir egnari ráðgeving, fakkunnleika, eini røð av arbeiðsgevarum, fakfeløgum og fólkinum. Hetta verður samstundis gjørt við at afturhalda týðandi upplýsingum, uttan at taka breið samfelagsatlit og uttan alneyðuga gjøgnumskygnið. Sum heild á ein hátt, ið undirgrevur grundleggjandi súlur undir okkara fólkaræði og rættarsamfelag.

Úrslitið er greitt. Hetta kann undir ongum umstøðum góðtakast. Fakfeløg, arbeiðsgevarar og túsundtals føroyingar – bæði í og uttanfyri Føroyar – mótmæla. Alneyðugt er, at fáa Føroyar úr hesi støðu sum skjótast. Men skal hetta eydnast, er alneyðugt at landsins leiðsla viðurkennur trupulleikarnar í hesum máli, og tekur avleiðingarnar av hesum.

<b>Er tað í lagi at landsins leiðsla sigur ósatt?</b>

Øll vita vit, at Løgmaður og landsstýrismaðurin í innlendismálum hava gingið hond í hond í royndini, at trýsta málið um privata undirsjóvartunnilin ígjøgnum Løgtingið.

Men nú hevur pípan fingið annað ljóð úr Tinganesi. Løgmaður fráboðar nú alment á alnótini, at tað var hann, ið kravdi málið um undirsjóvartunnilin lagt fyri Løgtingið, tí “eg kendi meg ikki tryggan við støðuna, og tað eri eg ómetaliga glaður fyri í dag.”

Men hetta samsvarar als, als ikki við tað, ið løgmaður hevur sagt í málinum higartil. Tí løgmaður hevur staðiliga hildið fast í, at hann kennir seg sera tryggan við støðuna, og at hann vil hava undirsjóvartunnilin gjørdan so sum ásett í sáttmálanum við CIP.

<b>“Tikið støðu fyri langari tíð síðan – flyti meg ikki ein millimetur”
</b>

Undir fyrstu viðgerð av undirsjóvarmálinum á Løgtingi 6. august 2013, fráboðaði løgmaður enntá á tingsins røðarapalli, at “eg havi tikið støðu fyri langari tíð síðan, og eg flyti meg ikki ein millimetur”. Henda staðfesting kom, tá løgmaður umsíðir tók orðið eftir 10 tíma viðgerð av málinum á Løgtingi. Ein viðgerð, ið heilt greitt avdúkaði, at løgtingsfólk als ikki kendu seg trygg við málið, tí nógvar upplýsingar manglaðu, samstundis sum óteljandi ósvaraðir spurningar vóru. Tingfólk vóru sum heild ørkymlað um løgna lógaruppskotið úr Innlendismálaráðnum. Men ikki løgmaður. Hann helt staðiliga fast í, at hann var fullvísur í, at lógaruppskotið úr Innlendismálaráðnum og sáttmálin við útlendska felagið CIP var besta loysnin – og einasta loysnin.

<b>Løgmaður tikið undir við brot á lóg um ábyrgd landsstýrismanna
</b>

Í lóg um ábyrgd landsstýrismanna verður staðfest so sera greitt í §5:

“Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.

Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.” Hóast hetta, so hevur løgmaður valt at stuðla landsstýrismanninum í Innlendismálum í, at hann “tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.”. Hetta er farið fram í fleiri umførum:

1.Týðandi fíggjarligar upplýsingar frá Landsverki um veruliga kostnaðin av at lata tunnilin gera sambært sáttmála við CIP, heldur enn av tí almenna, vórðu fjaldar fyri Løgtinginum.
Løgmaður boðaði alment frá, at tað helt hann vera í lagi.

2.Týðandi løgfrøðiligar og fyrisitingarligar viðmerkingar til tunnilslógaruppskotið, frá fyrisitingini hjá Innlendismálaráðnum, vórðu fjaldar fyri Løgtinginum. Løgmaður gjørdi onki fyri at gera hesar viðmerkingar almennar og onki fyri, at geva Løgtinginum innlit í hesar sum skjótast.

3.Týðandi CIP-sáttmálin, ið var grundarlagið undir einum lógaruppskoti, ið Løgtingið skal taka støðu til, hevur verið hildin loyniligur. Løgtingsfólk sleppa bert at síggja henda um hetta verður gjørt í trúnaði. Nakað, ið ger tað ómøguligt hjá løgtingsfólki at nýta upplýsingarnar í viðgerðini á Løgtingi. Hetta átti ikki verið møguligt, tá sáttmálin jú er sjálvt grundarlagið undir lógini. Eisini hesa mannagongd hevur løgmaður tikið fult undir við aftur og aftur.

Hóast tað sostatt er greitt, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna, tá hann hevur dult týðandi upplýsingar fyri Løgtinginum, so tykist løgmaður ikki at meta hetta vera ein trupulleika. Tvørtur ímóti so hevur løgmaður tikið fult undir við hesi tilgongd frá byrjanini.

<b>“Serfrøðingarnir kunnu siga akkurát tað teir vilja”
</b>

Undir 1. viðgerð av málinum á Løgtingi 6. august, staðfestið løgmaður m.a. at hann ikki trúði teimum upplýsingum, ið hansara egna ráðgeving m.a. Landsverk kom við, og legði løgmaður afturat, at so kundu “serfrøðingarnir siga akkurát tað teir vilja”. Hetta at seta fakkunnleikan og ráðgevingina hjá landinum til viks, til frama fyri egna persónliga sannføring, hevur víst seg at ganga aftur fleiri ferðir í hesum máli. Tí nógv fakfólk og nógvir ráðgevar hava gjørt vart við seg í hesum stórmáli, og samlaða niðurstøðan hevur verið rættiliga greið. Gerið ein almennan undirsjóvartunnil – ikki privatan. Kann taka 3 dømi úr rúgvuni.

<b>Landsverk – landsstýrismaður og løgmaður trúgva ikki upplýsingum
</b>

Landsverk hevur gjørt umfatandi útgreiningar, ið lýsa, at kostnaðurin av privatu verkætlanini helst gerst upp í 3 mia. kr. dýrari fyri føroyingar yvir eitt áramál, enn um tunnilin varð gjørdur av tí almenna. Hetta vegna munandi hægri rentu hjá privatum og krav um privat avkast. Eisini hevur Landsverk gjørt metingar av avleiddum vegum, ið mugu gerast í Eysturoynni og Suðurstreymi um Eysturoyartunnilin verður gjørdur. Avleiddar verkætlanir, ið verða mettar at kosta omanfyri 500 mió. kr. Hetta eru útreiðslur, ið tað almenna skal rinda, og sum als ikki eru partar av verkætlanini hjá Innlendismálaráðnum.
Landsstýrismaðurin og løgmaður hava báðir hava fráboðað, at teir als ikki trúgva hesum upplýsingum. Landsstýrismaðurin boðaði enntá alment frá, at hann ikki metti Landsverk hava neyðugu førleikarnar til at meta um framtíðar samferðsluútbyggingar.

<b> Gjaldstovan – løgmaður trýr ikki upplýsingum</b>

Gjaldstova Føroya hevur gjørt greiningar, ið vísa, at ratingin av Føroyum versnar um leisturin hjá løgmanni við einum privatum Eysturoyartunli og einum almennum Sandoyartunli í senn, verður til veruleika. Tá er betur við almennari loysn fyri Eysturoyartunnilin. Hesar upplýsingar hava týdning, tí altjóða ratingin hjá Føroyum, hevur stóran týdning fyri ta rentu, ið landsstýrið skal rinda av landsins skuld, ið er um 5,5 mia. kr. í dag. Um rentan bert hækkar 0,5% av hesi upphædd, so er talan um 27,5 mió. kr. eyka í árligum rentuútreiðslum á fíggjarlóg landsins.
Ongar av viðmerkingunum frá Gjaldstovu Føroya eru tiknar til eftirtektar. Løgmaður hevur í staðin alment fráboðað at hann ikki trýr hesum upplýsingum, og at málið meira er ein spurningur um trúgv enn nakað annað.

<b>Fakfólk í Innlendismálaráðnum sett til viks</b>

Løgfrøðingar og onnur fakfólk í Innlendismálaráðnum hava hartil skrivað 11 A4-síður við eini røð av spurningum og ivamálum í samband við lógina um sáttmálan við CIP.

Longu 4. juli varð uppritið latið landsstýrismanninum í Innlendismálum. Eitt upprit við lemjandi atfinningum móti lógaruppskotinum. Ein mánað seinni – 1. august – varð lógaruppskotið lagt fyri Løgtingið, uttan at taka týdningarmiklastu viðmerkingarnar úr Innlendismálaráðnum til eftirtektar, og enntá uttan at kunna Løgtingið um hesar viðmerkingar.

Í sjálvum lógaruppskotinum verður fylgjandi upplýst:

“Uppskotið hevur ikki fíggjarligar avleiðingar fyri landið”

“Uppskotið verður ikki mett til at hava fíggjarligar avleiðingar fyri kommunur.”

“Uppskotið verður ikki mett at hava fyrisitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur."

Hetta er jú beinleiðis ósatt, og beint øvugt av tí vitan, ið landsstýrismaðurin í Innlendismálum hevði fingið frá fleiri síðum, eitt nú fakfólkum í Innlendismálaráðnum.

Nú uppritið frá fakfólkunum í Innlendismálaráðnum kom alment fram hóast alt, hevur landsstýrismaðurin brúkt sum umbering, at hann ikki hevði lisið viðmerkingarnar til fullnar. Metti tað ikki vera sína uppgávu. Tykist tíverri ikki sum landsstýrismaðurin hevur skilt sína uppgávu og ábyrgd.

<b>Kendu landsstýrismaðurin og løgmaður ikki til ávaringarnar í uppritinum?
</b>

Løgmaður hevur nú boðað frá, at hann ikki kendi til viðmerkingarnar í uppritinum frá Innlendismálaráðnum. Hvør trýr hesum? Alt Løgtingið, fjølmiðlar og almenningurin hava kent til hetta upprit var til, men innlit varð noktað í vikuvís. Loyniliga uppritið og noktandi innlit vóru enntá viðgjørd á forsíðuni á einum av størstu bløðum okkara – Sosialurin – herfyri.

Formaður Miðfloksins avdúkaði eisini í KVF, at løgmaður kendi væl til uppritið, og at hetta mál varð viðgjørt á fundi millum formennirnar í samgonguflokkunum fyri nøkrum vikum síðan. Um hetta er so, kann tað veruliga góðtakast at ein løgmaður sigur ósatt – og enntá í einum so týðandi máli?
Undir øllum umstøðum, so hevur landsstýrismaðurin afturhildið týðandi upplýsingum fyri Løgtinginum í hesum máli, og hevur løgmaður hartil als ikki røkt sína eftirlitsskyldu sambært Stýrisskipanarlógini – uttan mun til um løgmaður hevur sæð uppritið og onki gjørt, ella um hann ikki hevur kannað upplýsingarnar um hetta uppritið, ið hann visti var til.

<b>Sáttmáli gjørdur uttan lógarheimild
</b>

Fleiri ferðir hava landsstýrismaðurin í Innlendismálum og løgmaður sagt, at teir meta, at teir høvdu heimild til at binda landið til sáttmálan við CIP, eisini hóast teir valdu at koma í Løgtingið við nýggjari lógarheimild. Hetta er tó sera ivasamt, og eru nógvir løgfrøðingar ósamdir í hesum. Eri sjálv ein av hesum. Latið okkum hyggja nærri at lógini.

Í løgtingslóg nr. 161/2009 um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð (við broytingum við lóg 126/2010), verður í §2 heimilað landsstýrismanninum: “at lata P/F Skálafjarðartunlinum ein tíðaravmarkaðan einkarætt til fyri egna rokning og váða at byggja, reka og fíggja ein undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð. Tunnilin skal knýta Suðurstreymoy saman við suður Eysturoy.

Stk. 2. Einkarætturin skal verða latin P/F Skálafjarðartunlinum í seinasta lagi tann 1. august 2011.

Stk. 3. Um landsstýrismaðurin ikki nýtir heimildina at geva P/F Skálafjarðartunlinum einkarættin áðrenn tann 1. august 2011, fellur heimildin burtur, uttan so at landsstýrismaðurin í staðin ger av at bjóða út einkarættin í fríari kapping, við tí endamáli at geva øðrum einkarættin. Um so er, verður landsstýrismanninum heimilað at gera ein sáttmála um einkarætt við tann, sum út frá einari samlaðari meting má metast at hava givið besta tilboðið.” Í viðmerkingini í lógini til §3, stk. 3 verður ásett hvussu §3, stk. 3 skal skiljast:
“Stk. 3. Eyðnast tað ikki at gera eina loyvisavtalu innan 1. august 2011, so fellur einkarætturin burtur, um landsstýrið ikki í staðin velur at bjóða einkarættin út í fríari kapping fyri at kunna geva einum øðrum loyvishavara einkarættin. Í einum slíkum føri verður landsstýrinum heimilað at gera eina loyvisavtalu í samsvari við treytirnar í hesi lógini við tann tilboðsgevaran, sum hevur tað samanumtikið besta fíggjarliga boðið.

Við útboð verður einans miðað eftir eini kappingarútseting. Tað er sostatt nóg mikið, at meira enn ein partur verður boðin til samrøðu við landsstýrið. Tað verður gingið út frá, at kappingarútsetingin í tíð verður samanhangandi við 1. november 2010. Tað snýr seg sostatt ikki um eina standandi heimild til landsstýrið, sum kann verða brúkt uttan tíðaravmarking.”

Tvær treytir skuldu sostatt uppfyllast, um so er, at landsstýrið hevði farið í samráðingar við nýggjar íleggjarar við gomlu lógarheimildini.

1. Sáttmálin við íleggararnar skuldi vera í samsvari við treytirnar í lógini frá 2010. Nógv bendir á, at tað er verandi sáttmáli við CIP ikki. Havi tó ikki sæð sáttmálan, men tað er ikki uttan orsøk, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur lagt nýggja lógarbroyting fyri Løgtingið við eini røð av ásetingum um endurgjaldsskyldu í samband við fleiri viðurskifti komandi 50 árini, og frávikum frá innliti sambært fyrisitingarlógini v.m. Eisini verður í nýggju lógarbroytingini heimilað landsstýrismanninum at frátaka kommununar byggimyndugleikan. Um hetta eru treytir, ið skulu til fyri at sáttmálin við CIP skal kunnu fremjast í verki, so er sáttmálin ikki í samsvari við lógina frá 2010.

2. Tað sum kanska er enn meira álvarsamt er, at talan skuldi vera um eina útbjóðing, ið var í tíð samanhangandi við 1. august 2011. Tí talan er IKKI um eina standandi heimild til landsstýrið, og harvið eina heimild, ið IKKI kann nýtast uttan tíðaravmarking. Sum kunnugt avgjørdið landsstýrið í 2011 at sleppa ætlanini at gera privatan tunnil, og boðaði táverandi landsstýrismaður alment frá, at ætlanin í staðin var at gera almennan tunnil. Eftir hetta varð løgtingsval og nýtt landsstýri og løgting hartil valt.

Harvið má lógarheimildin í lógini frá 2010 sigast at verða farin úr gildi.

<b>Landsstýrismaðurin angrar, at hann ikki undirskrivaði sáttmálan 27. juni!</b>

At núverandi samgonga tí ikki fekk til vega nýggja lógarheimild fyrst, áðrenn farið varð undir samráðingar við íleggjarar er óskiljandi. Samgongan valdi at geva landsstýrismanninum á fíggjarlógini fyri 2013 heilar 6 mió. kr. til at fyrireika útbjóðing av tunnlinum í 2013. Men hetta merkir tó ikki, at landsstýrismaðurin kundi undirskriva ein endaligan sáttmála áðrenn dagført lógaruppskot við neyðugu materiellu heimildini varð viðgjørd og samtykt á Løgtingi. Nakað, ið fleiri samgongutingfólk, væntaðu fór at verða gjørt.

Hyggja vit nærri at viðmerkingunum til játtanina á fíggjarlógini fyri 2013, so stendur: “Innlendismálaráðið er farið undir at fyrireika útbjóðing av verkætlanini at gera Eysturoyartunnilin. Tað eru játtaðar 6,0 mió. kr. til endamálið í 2013.” Hetta merkir ikki, at heimild er til at undirskriva endaligan sáttmála.

Tað er fullkomiliga óhaldbært, at hava ein landsstýrismann í Innlendismálum, ið - sjálvt eftir alt tað, ið er komið fram í málinum - staðfestir, at tað einasta, ið hann angrar er, at hann ikki skrivaði undir sáttmálan við CIP 27. juni 2013, áðrenn lógarheimildin varð latin Løgtinginum. Hetta sigur alt um, hvussu langt úti politiska leiðslan er í dag. Um hetta ikki verður steðgað, so fer søgan at endurtaka seg í nærmastu framtíð.

<b>1 mió. kr. í endurgjaldi til CIP, tí Løgtingi ikki samtykkir eina lóg?</b>

Men landsstýrið hevur ikki bert undirskrivað ein sáttmála við onkrum treytum – nei, landsstýrið (landsstýrismaðurin í Innlendismálum og løgmaður) hevur bundið landið til, at rinda privata felagnum CIP 1 mió. kr. í endurgjaldi um so varð, at Løgtingið ikki samtykti lógina, ið skuldi geva heimild til at undirskriva sjálvan sáttmálan – áðrenn 1. september 2013. Hetta ljóðar jú heilt “trage-komiskt” og fullkomiliga umvent. Løgtingið hevur jú ikki givið landsstýrismanninum heimild til at undirskriva sáttmálan, og hóast hetta so undirskrivar landsstýrismaðurin sáttmála, ið bindur landið til at rinda útlendskum felagi endurgjald, um Løgtingið ikki ger sum landsstýrismaðurin og CIP vil?

Sjálvandi eigur Løgtingið undir ongum umstøðum at góðtaka hetta, og tað átti landsstýrið heldur ikki. Ongin materiell lógarheimild er fyri at brúka hesa milliónina, og er tí sera ivasamt um landsstýrismaðurin hevur heimild til at rinda 1 mió.kr. til CIP.

<b>“Privat loysn uttan almennan váða” – Nei</b>

Løgmaður og landsstýrismaðurin hava hartil verið alment frammi við, at við privata tunlinum verður onki alment veðhald og ongin almennur váði. Hetta er bara ikki rætt.

Landsverk hevur gjørt frágreiðing og mett, at avleiddar verkætlanir mugu gerast báðumegin Eysturoyartunnilin fyri omanfyri hálva mia. kr. Løgmaður og landsstýrismaður nevna onki um hetta.

Í lógaruppskotinum frá landsstýrismanninum skal landið eisini veita endurgjald til CIP um so er, at felagið verður verri stillað komandi 30-50 árini, av at: 1) skattalóggávan viðvíkjandi avskrivingum verður broytt, 2) um trygdarkrøv v.m. til tunlar í framtíðini verða broytt ella um 3) verkætlan verður framd, ið fer at kappast við Eysturoyartunnilin. Hetta er sanniliga ein stórur váði fyri landið. Men løgmaður og landsstýrismaðurin nevna onki um henda váða.

Løgmaður hevur hartil alment fegnast um, at “eisini føroyskir pensjónspengar eru við í verkætlanini”. Hetta tí almenna pensjónsfelagið LÍV hevur bjóðað seg at seta um 200 mió. kr. í privatu verkætlanina. Sum kunnugt veðheldur landskassin fyri pensjónum teknaðar áðrenn 1. januar 2000 hjá LÍV. Um so er, at hesin partur av pensjónunum í LÍV ikki verður hildin uttanfyri íløguna saman við CIP, so vil landskassin óbeinleiðis koma at veðhalda fyri parti av CIP-verkætlanini umvegis landskassaveðhaldið hjá LÍV.

Eisini tryggjar lógaruppskotið frá Innlendismálaráðnum, at CIP fær einkarrætt og møguleika at bíða heilt til 2021 áðrenn farið verður í gongd við tunnilin. Fram til 2021 vilja onnur ikki arbeiða við hesum, samstundis sum vandi er fyri, at CIP til ta tíð velur at fremja aðrar íløgur í staðin. Men hetta er ein váði, ið heldur onki verður nevnt um frá landsstýrisins síðu.

Hartil er tað ein váði fyri landið, at landið missur ræðisrættin yvir týðandi parti – enntá yvirskotsgevandi parti - av samferðslukervinum. Hetta avmarkar eitt nú møguleikarnar fyri eini samanhangandi og burðardyggari ætlan fyri, hvussu framtíðar inntøkur fáast skilabest til vega, til at fíggja útreiðslur til viðlíkahald og útbygging av samferðslukervinum.

<b>Politiskir rossahandlar í 100-millióna klassanum
</b>

Men málið er bara farið meira og meira av sporinum. Tí tá tað gjørdist greitt, at fleiri samgongutingfólk ikki fóru at taka undir við málinum, so valdi løgmaður at fara alment út og bjóða andstøðutinglimum rossahandlar í 100-millióna klassanum, um hesir bert atkvøddu fyri lógini, ið skuldi heimila privata sáttmálanum við CIP.

Kendist fullkomiliga óveruligt, at hetta kundi henda í okkara rættarsamfelagi.

Hetta eru ikki persónligir pengar, ið handlast skuldi við. Nei, skattgjaldarans peningur.

Løgmaður tosaði alment um, at tað var í fínasta lagi, at nýta Landsbankafæið á 150 mió. kr. (peningur, ið samgongan inntøkuførdið í 2013, tí Landsbankin varð avtikin) til politiskar rossahandlar. Um bert andstøðutinglimir úr Sandoynni atkvøddu fyri CIP-lógini, so skuldu hesir fáa 150 mió. kr. til Sandoyartunnil afturfyri. Ein sera ódámligur og óhóskandi framferðarháttur.

<b>Fyrst brúka Landsbankafæið og síðan ognina hjá Samhaldsfasta?</b>

Syrgiliga hugvekjandi er tað hartil, at bert 4-5 mánaðar eftir, at Landsbankin formliga varð avtikin – 1. apríl 2013 – gjørdist forsøgnin um, at politiskar ætlanir vóru við Landsbankafænum til veruleika. Eisini hóast hetta fæ eftir ætlan skuldi nýtast til framhaldandi at styrkja gjaldføri og fíggjarstøðu landsins. Tá samgongan avtók Landsbankan tók landsstýrið samstundis ræðið á Samhaldsfasta eftirlønargrunninum. Spurningurin er, um fæið hjá Samhaldsfasta á nærum 1 mia. kr. verður tað næsta, ið samgongan fer eftir. Við hesum landsstýri tykist hetta ikki ómøguligt.

Hetta er nú enn nærri veruleikanum, tí greitt er, at landsstýrið longu hevur vent sær til Samhaldsfasta fyri at kanna møguleikan. Nógv bendir sostatt á, at stendur tað til landsins leiðslu, so skal fæið hjá Landsbankanum og Samhaldsfasta nýtast til politiskar verkætlanir. Júst sum spátt varð, tá Landsbankin varð avtikin og Samhaldsfasti varð lagdur undir landsstýrismannin í fíggjarmálum. Syrgiligt, men satt.

<b>Nýggj leiðsla má til sum skjótast</b>

Tað er alneyðugt at vit sum skjótast fáa Føroyar úr hesi politisku undantaksstøðuni, ið er so sera skaðilig fyri okkara land og fólk.

Ein máti at fremja hetta í verki er at útskriva løgtingsval, so vit fáa nýggja manning á Løgting og í landsins leiðslu – og fáa sett nøkur nýggj og savnandi mál fyri land og fólk. Men uttan mun til um val verður ella ikki, er neyðugt við nýggjari samgongu, so nýggj stjórn og leiðsla verður vald fyri landið. Hetta fyri at tryggja, at seinastu tvey árini av valskeiðnum ikki verða eitt framhald av undanfarnu tveimum árunum, men heldur tvey ár við nýggjari samgongu, ið megnar at endurreisa álitið á politisku skipanina – og vil fremja týðandi og savnandi mál til frama fyri alt fólkið í Føroyum.

<b> Kristina Háfoss
</b>

Løgtingskvinna hjá Tjóðveldi