Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Føroyafobi og politiskir konubukarar

2014-08-07 03:58

Vit hava eina samgongu, sum tilvitað hevur niðurlagað teir stovnar og skipanir, sum minna um føroyska tjóðarbygging:

· Búskapargrunn Føroya tømdu tey

· Landsbanka Føroya løgdu tey niður

· Virðisbrævamarknað Føroya avtóku tey,

· Persónligu upplýsingarnar sendu tey av landinum, og

· Tjóðarflogfelag okkara, Atlantsflog, góvu tey ein undir vangan.

Tað, sum minnir um føroyska servitan, frøði og eigaraskap skal niðurlagast. Føroyafobi kanst tú av røttum kalla hetta, táið man soleiðis ræðist, at vitan og serfrøði og tjóðarbygging fær fastatøkur her á landi.

Tá so Fólkaflokkurin nú krýpur til krossin og viðgongur síni mistøk og biðjur um umbering, minnir tað um konubukaran, sum biðjur bukaðu konuna um umbering og bønar hana um at koma aftur, við lyfti um, at hann skal ongantíð gera tað aftur! Tað tragiska er bara, at bukaða konan, verður svikin - aftur og aftur!

“Vit mugu hava okkurt, sum vit kunnu trúgva uppá”, “eina tjóðaskapargongd eftir miðlinjuni”, sigur Fólkaflokkurin.

Spurningurin er bara, hvar miðjan er millum fullveldi, øðrumegin og føroyafobiini hinumegin?

Spurningurin er eisini, hvussu somu fólk, sum við ídni og spenningi stýrdu omanfyri nevnda niðurlaging, nú kunnu vilja tað mótsatta.

Annita á Fríðriksmørk