Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Føroya Handilsskúli á Kamsdali 25 ár – og lítandi fram í tíðina

Í august í ár vóru 25 ár síðani Føroya Handilsskúli á Kambsdali byrjaði sítt virksemi við FHS og HH dagskúla. Hetta verður hátíðarhildið á ymiskan hátt á skúlanum ígjøgnum skúlaárið. Sjálvur bygningurin verður 25 ár í januar mánaða, og 9. januar 2015 verður almenn móttøka á skúlanum.

Hesi 25 árini hava 1535 næmingar fingið FHS prógv, 999 næmingar hava fingið HH-prógv og 79 næmingar hava fingið 1 ára HH prógv, vanliga nevnt HHs. Á fjarlestrinum hava 12 næmingar tikið fult FHS prógv, og 384 stakgreinaprógv eru útskrivaði á fjarlestrinum. Av hægri útbúgvingum eru 441 merkonom og akademi stakgreinaprógv útskrivaði. Afturat hesum koma fleiri hundrað stakgreinaprógv í sambandi við tað gomlu HMX útbúgvingina, FHS og HH stakgreinar.

Fyrsta árið vóru 3 flokkar á skúlanum, í løtuni eru 10. Eitt tíðarskeið vóru 12 flokkar á skúlanum, og var tá neyðugt at leiga hølir í gamla fólkaskúlanum í Søldarfirði. Í dag verða tvær skúlastovur leigaðar í Ítróttarhøllini á Kambsdali afturat sjálvum handilsskúlabygninginum. Í løtuni eru 230 næmingar á skúlanum í 10 flokkum umframt stakgreinalesandi og næmingar á kvøldskúlanum.

Fleiri av starvsfólkum skúlans hava verið í starvi, síðan byrjan: Katrin Zachariasen, inspektørur, Carsten Petersen og Margit Fromm Petersen, lærarar, Dia Petersen, húsavørður og Jógvan á Lakjuni, lærari, sum tó hevur havt farloyvi í mong ár til politiskt arbeiðið.

Handilsskúlin á Kambsdali er formliga partur av Føroya Handilsskúla við einum stýri sum hægsta myndugleika, og við einum deildarstjóra sum dagligum leiðara. Í 1989 var Petur Petersen, settur sum fyrsti deildarstjóri. Hann var avloystur í 1997 av Elsa Maria Holm Olsen. Í 2002 tók Páll Isholm við sum deildarstjóri. Núverðandi deildarstjóri, Hjalmar Hansen, tók við á sumri 2012.

Partur av størri heild
Vit hava nú fingið eina nýggja miðnámsskúlaskipan – breytaskipanina. Handilsskúlin bjóðar nú Búskaparbreytina og FHS. Studentaskúlin á Kamsdali bjóðar Náttúrubreyt, Hugbreyt og Fyrireikingarbreyt. Frá komandi sumri skulu skúlarnir báðir virka sum ein skúli, og rokna vit tí við, at Handilsskúlin og Studentaskúlin fara í søguna sum sjálvstøðugir skúlar við egnum samleika! Enn er framtíðarbygnaðurin ikki greiður, og bíðja vit – leiðsla og starvsfólk – spent eftir hvussu skipanin verður. Sostatt klárar Handilsskúlin á Kambsdali júst at runda tey 25 árini, áðrenn hann gerst partur av størri heild.

Lítandi fram í tíðina
Í miðnámsskúlahøpi eru Føroyar býttar í tvey skúlaøki. Suðurøkið og Norðurøkið. Kjarnin í Suðurøkinum verður stásiligi Marknagilsdepilin, ið verður tikin í nýtslu í 2016. Tá verða núverðandi Handilsskúlin í Havn, Tekniski skúlin í Havn og Studentaskúlin á Hoydølum savnaðir til ein skúla í nýggjum stásiligum hølum, ið lúka øll nútíðar- og framtíðarkrøv. Marknagilsdepilin er eitt satt frambrot í føroyskari skúlasøgu og kemur at seta nýggjar treytir til Mentamálaráð, lærarar og næmingar.

Men hvussu við okkum í Norðurøkinum? Enn hava vit ikki fingið nakra greiða útmelding frá Mentamálaráðnum um, hvussu norðurøkið skal skipast. Bygginevndin, ið er sett í samband við út- og umbyggingina sum í løtuni fer fram á skúlunum á Kambsdali, hevur víst á, at tað, sum nú verður bygt, ikki er nøkur framtíðartryggja loysn. Henda er bert fyri at kunna hýsa øllum núverðandi næmingum undir somu lon og geva karmar til tær lærugreinar, sum breytaskipanin krevur. Bygginevndin metti í 2013 at 20-25 milliónir skuldu nýtast afturat fyri at gera eina fullfíggjaði útbygging, sum nøktaði nútíðarkrøv.

Tá Eysturoyartunnulin er tikin í nýtslu broytast Føroyar. M.a. koma næmingar úr Runavík og av Strondum at hava somu ferðatíð til Marknagilsdepilin sum til Kambsdal. Hvar velja hesi ungu tá at fara í skúla?

Tað má vera ein politisk uppgáva at tryggja, at flest allir næmingar í Føroyum fáa eins góð undirvísingartilboð. Tí eigur longu nú, at verða sett út í kortið, at bygdur verður ein Norðurdepil – sum kann javnmetast við Marknagilsdepilin, har allar miðnámsútbúgvingar húsast undir somu lon og kunnu geva næmingunum best hugsandi møguleikar og útbúgvingartilboð undir nýggjum og framtíðartryggjaðum umstøðum.

Hjalmar Hansen
deildarstjóri,
Føroya Handilsskúli á Kambsdali