Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Formaðurin skal út á arbeiðsplássini!

2020-01-31 01:57

Formaðurin skal út á arbeiðsplássini!

Um eg fái møguleikan at gerast formaður í Starvsmannafelagnum, vil eg vera sjónligur. Eg vil ganga nýggjar leiðir, og seta álitisfólkið og limirnar í hásætið. Eg vil leggja eina ætlan saman við hvørjum einstøkum stovni, har eg komi at vitja úti á arbeiðsplássunum, og hava fundir minst 2 ferðir árliga, har arbeiðsviðurskifti og trivnaður verða umrøddir. Hetta vil eg gera, fyri at skapa betri sambond millum arbeiðsplássini og felagið.

Eg eri 55 ára gamal, útbúgvin portørur og ambulansaviðgeri, eg eri giftur, og eigi 3 børn. Eg havi arbeitt innan hetta økið í nærum 30 ár í ávikavist Frederiksberg Hospital, Suðuroyar Sjúkrahúsi og á Landssjúkrahúsinum, har eg havi starvast á Sjúkraflutningstænastuni, sum varaleiðari, síðani juli mánaði 2007, í nærum 13 ár nú. Tá eg arbeiddi í Danmark, var eg álitismaður í 4 ár fyri uml. 100 portørum.

Eg eri sera glaður fyri mítt starv og arbeiðspláss, og ikki minst teir góðu starvsfelagarnar, sum mynda arbeiðsplássið. Í gerandisdegnum arbeiði eg við starvsfólkapolitikki og menning av Sjúkraflutningstænastuni. Í samband við mítt arbeiði, havi eg tikið nógv ymisk skeiðir í m.ø. konflikt/mekling, psykologi, teambuilding, samskifti/konflikthandtering og í 2017/2018 tók eg eina akademiútbúgving í Leiðslu á Glasi.

Eg bjóði meg fram, sum formann í Starvsmannafelagnum fyrst og fremst, tí at eg havi stóran áhuga í fakfelagsarbeiði. Hendan áhuga havi eg havt, síðani eg byrjaði á arbeiðsmarknaðinum fyri nógvum árum síðani, og hendan áhuga skulu tit merkja við mær, sum formanni. Tá hesin møguleiki stóð mær í boði, var eg ikki í iva. Um eg fái møguleikan at gerast formaður, vil eg vera sjónligur. Eg vil ganga nýggjar leiðir, og seta álitisfólkið og limirnar í hásætið. Eg vil leggja eina ætlan saman við hvørjum einstøkum stovni, har eg komi at vitja úti á arbeiðsplássunum, og hava fundir minst 2 ferðir árliga, har arbeiðsviðurskifti og trivnaður verða umrøddir. Hetta vil eg gera, fyri at skapa betri sambond millum arbeiðsplássini og felagið. Vit, sum størsta fakfelag í landinum, skulu síggjast og hoyrast í samfelagnum, og vera við í samfelagskjakinum, so okkara limir kunnu vera stoltir av felagnum. Formaðurin er ein sentralur persónur, og har er tað umráðandi, at vit vísa okkara styrki í samfelagnum. Vit skulu hava ávirkan á samfelagið, og kunna vísa á skeivleikar, sum ávirka okkara limir dagliga. Um trupulleikar stinga seg upp á arbeiðsplássinum, skulu tit ikki vera í iva um, at við mær sum formanni, komi eg at ganga á odda fyri at fremja bestu loysnina fyri tykkum og fyri arbeiðsplássini.

Her eru nøkur av teimum hjartamálum, eg fari at stríðast fyri

- Styttri arbeiðsviku

- Umflokkingar

- Álitisfólkahópurin má ikki skerjast, men styrkjast

- Starvsfólk, ið eru dóttin niðurmillum mugu hjálpast

- Arbeiðsplássmetingar skulu gerast

- Kappingarføri og førleikamenning

- Javnstøða

- Nýggja og betri lønarskipan

Eg fari komandi vikurnar at gera alment vart við míni sjónarmið, so limirnir vita, hvat og hvørjum eg standi fyri. Somuleiðis fari eg at vísa á nøkur sjónarmið í blaði okkara.

Við fakfelagskvøðu og ynskjum um gott val, Gunnar Hjelm valevni til formanssessin í Starsmannafelagnum