Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Førleikar og atgongd til arbeiðsmarknaðin

Arbeiðsloysið er lágt, og arbeiðsmarknaðinum tørvar bæði hendur og høvd. Men atgongdin til arbeiðsmarknaðin er ikki eins eyðsýnd fyri øll, tí framvegis eru fólk, sum ikki hava lætt við at finna arbeiði, hóast tey ynskja tað.

Missa fólk arbeiðið, tá tey eru komin nakað til árs, er tað eingin sjálvfylgja, at tey koma aftur til arbeiðis. Býrt tú sunnarlaga í landinum, ert tú í størri vanda fyri at vera uttanfyri arbeiðsmarknaðin enn aðrastaðni. Og ert tú likamliga ella sálarliga uppslitin, kunnu útlitini til eitt yrki vera døpur. Heldur ikki okkara nýggju borgarar hava so lætt við at finna arbeiði, har tey kunnu brúka teirra førleikar.

Vaksnamannalæring
Samgongan raðfestir lívslanga læru og vaksnamannalæring. Um hetta stendur í samgonguskjalinum: Útbúgvingarpolitikkurin byggir á hugsjónina um lívslanga læru, og farið verður í holt við at fyrireika at seta á stovn vaksnamannaútbúgving. Neyðugir tættir í eini tílíkari skipan eru lívslong vegleiðing og førleikameting eins og ymisk sløg av førleikamenning og eftirútbúgving.

Tær neyðugu formligu ásetingarnar eru longu til fyri at seta í verk eina skipan um vaksnamannalæring og førleikameting. Nú verður áhugavert at síggja úrslitið av tí drúgva fyrireikandi arbeiðinum, sum er gjørt, fyri at eisini Føroyar fáa hesa skipan. Ein slík skipan er til fyrimunar fyri einstaka menniskja, arbeiðsmarknaðin og samfelagið.

Lívsins skúli og førleikameting
Lívslong læring og førleikameting – validering - av óformligari læring hava leingi verið raðfest í øðrum Norðurlondum og í Europa. Grundsjónarmiðið er, at menniskju skulu hava atgongd til framhaldandi læring, og skulu kunna byggja á tað, sum tey longu duga.

Her kemur førleikameting inn í myndina: hevur tú arbeitt við einum øki í áravís, uttan at hava tikið nakað góðkent prógv, skalt tú hava møguleika at fáa eina formliga meting av tínum førleikum, tað vil siga av tí, sum tú hevur lært í tínum arbeiði gjøgnum lívið. Hesa førleikameting skalt tú so kunna brúka, um tú ynskir at fara undir formliga útbúgving.

Hesin møguleikin hevur verið í okkara grannalondum í nógv ár, og vit kunnu serliga læra av skipanini í Íslandi, sum er eitt trýpartasamstarv millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og tað almenna. Gott samstarv millum allar viðkomandi partar er neyðugt, um ein slík skipan skal kunna virka til fulnar.

Høg krøv til førleikar og til broytingar
Høg krøv til førleikar eru eitt eyðkenni fyri arbeiðsmarknaðin í 21. øld, og regluliga berast tíðindi um, at robottar í alt størri mun fara at yvirtaka arbeiðsuppgávur, sum í dag krevja bæði hendur og høvd. Eisini vita vit, at tað í verri tíðum við hægri arbeiðsloysi eru ófaklærd fólk, sum verða skjótast og harðast rakt. Heldur ikki fólk við útbúgving kunnu sova søtan við vissuni um eitt arbeiði fyri lívið, tí støðugar broytingar á arbeiðsmarknaðinum krevja eisini av útbúnum fólki, at tey eru før fyri og fáa møguleika til at menna teirra førleikar.

Vit hava hægstu luttøkuna á arbeiðsmarknaðinum í Norðurlondum, so vit kunnu ikki ákærast fyri at skýggja arbeiði, heldur tvørturímóti. Men neyðugt er at røkja bæði hendur og høvd, fyri at so nógv fólk sum gjørligt kunnu fáa atgongd til arbeiðsmarknaðin. Hetta gera vit millum annað við at fáa eina góða og tíðarhóskandi skipan fyri vaksnamannalæring at virka, júst sum tað sømir seg fyri eitt samfelag í 21. øld.

Kristianna Winther Poulsen,
tingkvinna fyri Javnaðarflokkin