Førleikamenna fólkaskúlanæmingar

2012-08-31 00:24

 Tað er í mínum hugaheimi ikki ein spurningur um, um vit skulu hava úrvals- ella elituflokkar í fólkaskúlanum, men harafturímóti at samfelagið viðurkennur, at næmingar eru ymiskir, hava ymiskar førleikar, og tískil eigur endamálið við fólkaskúlanum at vera, at førleikamenna einstaka næmingin.

 

Øllum kunnugt, lýkur fólkaskúlin ikki omanfyri nevndu viðurkenning.

 

Ístaðin strembar samfelagið eftir miðalnæminginum, har førleikarnir hjá einstøku næmingunum verða skúgvaðar til viks. Øll skulu duga tað sama, eingin sleppur at skara framúr, eingin hjálpir teimum tornemmu, meðan  førleikarnir hjá miðalnæmingunum mennast ov lítið.

 

Eindarskúlin

Soleiðis hevur fólkaskúlin virka, síðani hugtakið og hugsjónin um “eindarskúlan”, sum Herálvur Jacobsen nevnir tað, javnsetti allar borgar í sekstiárunum, so at “fleiri og fleiri” fingu útbúgvingar.

 

Endamálið hevur eydnast, tí í dag er tað lógarkrav, at børnini ganga níggju ár í skúla.

 

Eins og við øllum øðrum, skal fólkaskúlin eisini dagførast, so at hugsjónin frá trýssunum samsvarar við krøvini, sum samfelagið setur næmingunum í 2012.

 

Skal hetta eydnast, má samfelagið viðurkenna, at næmingar eru ymiskir, hava ymiskar førleikar, og tískil er tað umráðandi, at fólkaskúlin mennir førleikarnir hjá einstøku næmingunum.

 

Tað kunnu vit gera, um næmingarnir verða býttir upp eftir førleika. Førleikarnir kundu t.d. verið býttir eftir:

 

  1. Grundleggjandimennning
  2. Felagsmenning
  3. Førleikamenning

 

Fordómar

Tað finnasta nakrir fordómar móti hesi ætlan, sum eru grundaðar á skeivar fortreytir. Herálvur Jacobsen uppáheldur í kjakinum, at næmingar missa “sosialu eginleikarnir.”

 

Sosialur eginleikarnir verða harafturímóti stimbraðir av at býta næmingarnir upp í omanfyri nevndu menningarbólkum, tí ein næmingur, ið hevur góðar førleikar í støddfrøði, hevur neyðturviliga ikki eins góðar førleikar í føroyskum. Ein næmingur, ið hevur góðar førleikar í føroyskum, hevur ikki neyðturviliga góðar eginleikar í støddfrøði.

 

Sama er galdandi innanfyri danskt, enskt og tónleik!

 

Sostatt brýtur hetta eisini upp við gomlu hugsjónina, har næmingar ganga í einum “heimaflokki”, soleiðis sum Herálvur Jacobsen nevnir tað í kjakinum. Tað, sum hetta leggur upp til, er, at ein næmingur, ið gongur í t.d. a flokkinum, kemur bara at hava tímar saman við næmingunum í a flokkinum. Ein, ið gongur í b flokkinum, gongur bara í flokki saman við næmingunum í b flokkinum.

 

Soleiðis verður “sosialiseringin” inntil næmingarnir koma í framhaldsdeildina!

 

Um næmingarnir vera býttir upp eftir førleika, koma næmingar í a og b flokkinum at hava fak saman.

 

Tískil er betri fyri sosialiseringina, um næmingarnir verða býttir eftir førleika!

 

Cristiano Ronaldo

Tað var nokso stuttligt at hoyra, tá ið Herálvur Jacobsen uppáhelt, at “góðu næmingarnir vera øgiliga lítið betur”, tá ið næmingar vera býttir eftir førleikum.

 

Um vit skulu halda fast við tankagongdini, merkir hetta alt annað líka, at tað ikki loysir seg hjá góðum fótbóltsleikarum at flyta úr miðal góðum liðum til topplið, tí leikarnir “verða øgiliga lítið betur”.

Hetta sóu vit t.d. tá ið Cristiano Ronaldo fór úr Sporting Lissabon til Manchester United!

 

Sum áður nevnt, er tað ikki ein spurningur um, um vit skulu hava úrvals- ella elituflokkar í fólkaskúlanum, men harafturímóti at samfelagið viðurkennur, at næmingar eru ymiskir, hava ymiskar førleikar, og tískil eigur fólkaskúlin í framtíðini at førleikamenna einstaka næmingin!

 

Hanus Samró

Løgtingslimur fyri fólkaflokkin

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=rYtw07rAi7c]
Fari við hesum at útdýpa mína áskoðan um førleikamennan av fólkaskúlanæmingum, ið er sprotti úr kjalavørinum av nógv umrødda fótbóltsflokkinum, sum Tórshavnar Kommunuskúli bjóðar evnaríkum fótbóltsleikarum.

Dagur og Vika valdi at taka stigi víðari og spurdu síðani meg og Herálv Joensen, formannin í Føroya Lærarafelagið, um tað skal vera loyvt at gera úrvals- ella elituflokkar í fólkaskúlanum.