Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Forkølaðar sambindingar

2020-05-28 09:13

Opið bræv til Føroya Løgting, Føroya Landstýrið, Landsverk og aðrir mynduleikar, ið varða av verkætlanini “Hvalbiar tunnilin”

Eftir at eg, sjálvur, saman við mongum øðrum í áravís, havi roynt at víst á stóra tørvin á, at dagføra og endurnýggja farleiðina millum Trongisvág og Hvalba, er verkætlanin komin so mikið áleiðis. Hetta eru øll sera, sera takksom og glað fyri.

Ein tøkk skal fara til øll, ið hava stríðst fyri hesum, ótroyttandi, í nógv ár. Her má nevnast, at skiftandi bygdarráð, privat persónar, skiftandi Løgting, skiftandi Landstýrir, Landsverksstarvsfólk og onnur.

Men eitt, ið ørðkymlar meg og so mong onnur eru farleiðirnar báðumegin tunnilin, ið ikki sær út til at verða ætlað, at verða optimalt.

Hvalbiarmegin sær út til at ein verðulig og virðulig samanbinding við virðuligum tvísporaðum vegi, við gonguteigi manglar. Her er talan um ein sokallaðan “gyltan ½ kilometur”

Trongisvágsmegin er sama skilið, men her er talan um “ein heilan kilometur“!

Um meiningin er at brúka hesar ófullfíggjaðu sambindingar millum tunnilætlanina og verandi vegnet til, valagn til enn eitt Løgtingsval, so er hetta valagn, ikki nóg gott longur.

Men heldur er hetta tekin upp á vantandi virðing fyri einari “annars væl úrhondumgeiddari verkætlan” og ikki minst vantandi virðingin fyri Suðuroyingum, ið verða brúkarir av hesari “soforkølaðu” samanbindingum.

Vónandi tekur Føroya Løgting, Føroya Landstýri, Landsverk ella onnur, ið varða av verkætlanini viðvíkjandi “nýggja Hvalbiar tunlinum”, hetta upp, og gerð arbeiði veruliga liðugt.

Við vón um skjóta og jalig loysn á sambindingini.

Niels Olaf Eyvindsson,
Sandvík