FORFYLGING - føroyingar væl kunnaðir!

2020-02-01 05:45

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - Tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com

Skrivað: pjd, Glyvrar 20.01.2020

____________________________________________________________________________________________________

FORFYLGING - føroyingar væl kunnaðir!

Komandi vár er eitt ár liðið, síðani Klaksvíkingurin Rói Norðoy tók stig til at stovna eina føroyska deild umboðandi altjóða felagsskapin OPEN DOORS.

Tað var Hollendarin, vanliga róptur Brother Andrew, sum stovnaði Open Doors í 1955 við tí eina endamáli at hjálpa teimum kristnu handan jarntjaldið. Í dag arbeiðir felagsskapurin á altjóða støði í fleiri enn 60 londum, og høvuðsmálið er framvegis at veita hjálp til tey kristnu, sum verða forfylgd, og at miðla kunning í tí fría heiminum um teirra støðu.

Kristiliga Tíðindasendingin hevði samrøðu við Róa Norðoy, sum er dagligur leiðari av føroysku deildini. Rói upplýsti, at føroyska deildin hevur, síðani deildin varð stovnað, fingið dygga undirtøku frá frísamkomunum í Føroyum og somuleiðis frá fólkakirkjuni.

Eisini upplýsti Rói, at ein av arbeiðssetningunum hjá føroysku deildini er at senda umboð úr Føroyum til støð har forfylging fer fram, soleiðis, at “ vit sjálvi uppliva hesi fólkini og hoyra teirra søgur, og síðani miðla tíðindini víðari til føroyska fólkið!”

Rói sigur, at hetta seinasta árið hevur føroyska deildin hjá Open Doors vitja í nøkrum londum og møtt familjum og kirkjum, sum líða undir forfylging; m.a. hevur verið vitjað í londum í Miðeystri. Framtíðarætlanin er at gera tvær vitjanir úr Føroyum um árið til støð, har aktuel atsókn av Kristnum fer fram.

ALHEIMSLISTIN:Altjóða felagsskapurin Open Doors fyrireikar og leggur fram á hvørjum ári ein alheimslista yvir tey lond, sum fremja forfylging av Kristnum. Á listanum verða londini sett í talrað, sum er ein ábending um hvørji lond standa fyri teimum størstu atsóknunum.

Fyri fyrstu ferð er listin lagdur alment fram í Føroyum. Rói Norðoy sigur, at listin varð lagdur fram í Bispagarðinum mikudagin 15 januar har Jógvan Fríðriksson bispur, løgmaður, landsstýrisfólk, flokksformennirnir og tingformaðurin vóru til staðar. Rói er sera takksamur fyri, at tað almenna Føroyar tekur so væl undir við hesi framløgu og vónar, at Føroyska fólkið, við samkomum og kirkjum, fer at geva teimum atsøktu størri rúm. Ætlanin er, at alheimslistin skal verða lagdur fram í Føroyum á hvørjum ári í framtíðini.

Um ein ynskir at síggja listan fyri 2020, sum á enskum eitur WORLD WATCH LIST (ALHEIMSLISTIN) so kann ein fara inn á Facebook-vangan hjá OPEN DOORS FØROYAR. Á alheimslistanum fyri 2020 stendur Norður Korea sum nr. 1 millum tey lond, har størsta forfylging av kristnum fer fram í dag.

Á facebook-vanganum hjá Open Doors Føroyar er møguleiki at fylgja við arbeiðinum hjá Open Doors Føroyar. Arbeitt verður at gera eina heimasíðu. Um ein ynskir at gerast limur ella stuðla, og um kirjur, samkomur ella felagsskapir ynskja at fáa vitjan av Open Doors Føroyar kann ein ringja á tlf: 285663. 20.01.2020