
Forðið ikki ungum at lesa í Føroyum!
2015-01-27 02:56
Nógv fleiri ung ynskja at lesa og búgva í Føroyum enn tað gera í dag. Tíverri
so er møguleikin at lesa og búgva í Føroyum ikki altíð til staðar hjá teimum,
ið ynskja tað. Tað mugu vit broyta um vit ynskja at økja um okkara
fólkavøkstur, og fáa tey ungu at trívast her. Tað er tí týdningarmikið, at vit
økja um útbúgvingartilboðini í Føroyum so tað gerast fleiri føroysk lesandi.
Tað krevur eina íløgu í Fróðskaparsetur Føroya, ið skal skapa ymiskar
útbúgvingar til ymiskan ungdóm.
Nógv fleiri enn vit geva okkum far um ynskja at lesa í Føroyum um møguleikin er
tilstaðar. Føroya Handilsskúli hevur gjørt eina kanning millum allar
miðnámsskúlar í Føroyum, og m.a. spurt tey um, hvar tey ynskja at lesa. Av
ungum miðnámsskúlanæmingum eru tað 41,4% av ungum, ið helst høvdu ynskt at
lisið í Føroyum. Av hesum er tað meira enn helvtin, ið er sannførd um, at tey
høvdu vilja lisið í Føroyum hevði møguleikin verið har. Tað er sera harmiligt,
at tað eru so nógv, ið hava eitt ynski um, at gerast lesandi í Føroyum, men
kenna seg noydd at flyta uttanlands. Hetta er tí, at útbúgvingartilboðið ikki
er nøktandi, og tað má broytast.
Vit skulu seta størri íløgu í Fróðskaparsetur Føroya, ið kann gera
útbúgvingarútboðið í Føroyum meiri fjølbroytt. Tað skulu bæði vera granskingar
grundaðar útbúgvingar við einum føroyskum samfelagstørvi, fleiri listaligar
útbúgvingar til okkara kreativu ungu og yrkisrættaðar útbúgvingar. Um vit
ynskja at menna føroyska vinnulívið er tað týdningarmikið, at vit velja at
raðfesta gransking og nýskapan í Føroyum. Føroyar skulu bjóða fram maritimar
útbúgvingar, ið styrkir okkara høvuðsvinnu, og skapar samstarv við onnur
universitet í øðrum londum.
Ein stórur liður, ið at fáa ung at støðast og trívast í Føroyum er, at tey hava
eitt stað at búgva, ið er á einum kostnaðarstøðið, ið røkkur til lesandi. Tað
er tí, at vit skulu ígongd við at byggja almennar leigu- og lestraríbúðir kring
alt landið. Hetta styrkir eisini eitt framtíðar lestrarumhvørvi, ið átti at
verið hægri raðfest. Eitt fjølbroytt útbúgvingartilboð saman við einum
lestrarumhvørvi við lestraríbúðum styrkir um møguleikan hjá ungum at taka
útbúgving í Føroyum.
Eitt sterkt og fjølbroytt Fróðskaparsetur er ein íløga í føroyska samfelagið,
vinnuna og føroyska ungdómin. Ein íløga í Fróðskaparsetur Føroyar kann gera
ynski hjá mongum ungum til veruleika, ið ger Føroyar ríkari og tryggjar
framtíðar Føroyar.
Kristina Clementsen,
Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi