Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

For helviti

2020-10-13 07:37

“For helviti,” segði lítla 3 ára gamla ein sunnumorgun, hon lá og spældi við eldru systur sína. Eg spílaði oyruni... Hvat fanin er tað, hon sigur? Hvør hevur lært hana at banna? Og frata, eg hómi, hvagani tað kemur. “Hvat ungur nemur - hann gamal fremur”

Eg fór at hugsa um mín egna barndóm í fýrsárunum og hálvfemsárunum. Eg fór at roykja sum 12 ára gomul. Tað var sum so einki óvanligt í tí. Eg var ikki tann fyrsta av vinkonunum. Heima hjá okkum var eg tó tann seinasta, men tað er allarhelst, tí eg var ynskt. Tað var púra vanligt at roykja inni, um morgunin, á vesinum, í sovikamarinum, í bilinum. Tað var bara so.

Inntil tað vendi. Nú er ikki líka vanligt at síggja tólv ára gomul festa sær í. Og takk og lov fyri tí. Samfelagið tók sína ábyrgd og fór at bannað sølu av sigarettum til børn, og nú eru heldur ikki so nógv vaksin, sum roykja.

Eg veit væl, hvussu eg vendi ljóta málinum hjá mínari 3 ára gomlu. Eg taki í egna barm og vísi henni vegin. Eg skal tosa penari. Tað er eyðsæð. Eg ætli mær eisini at læra hana at skilja rusk. At endurnýta. At ganga til barnagarðin. At taka bussin. At minka um matoysl. Reuse. Reduse. Recykle. Tað er hana, eg skal satsa upp á, um eg vil broyta lívsvanar. Hana og tykkara børn.

Í Tórshavnar kommunu skula vit taka hesa ábyrgdina saman. Hetta skal vera ein leistur í dagstovnum og skúlum, so vit tryggja okkum, at børnini taka góðar vanar inn í teirra vaksna lív. Til frama fyri okkum øll og fyri knøttin. Kommunan skal taka ábyrgd og ganga fremst. Tá tað koma nýggjar bygningar, skal tað vera vanligur sunnur fornuftur, at mann hugsar grønar loysnir. “Tí tað sum ungur nemur - hann gamal fremur.”