Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Fólksins ogn rindar vælferðarsamfelagið

2015-01-09 18:53

Andstøðutinglimir á vinstravonginum føra javnan fram, at ríkidømið Føroya fólks ikki kemur nóg nógvum til góðar. At tað eru ov fá, sum fáa ágóðan av stóra fiskiríkidøminum, sum vit hava upplivað síðstu árini. Tey ríku blíva bara uppaftur ríkari.

Tey duga sítt handverk
Áðrenn eg fari víðari vil eg líka fyrst minna á, at um vit ikki áttu dugnalig vinnulívsfólk, sum dugdu sítt handverk, so var onki ríkidømi at fara eftir og tí heldur onki at klandrast um.

Tað nyttar onki at hava stór virðir svimjandi runt um Føroyar, um vit ikki duga at fáa gagn burtur úr teimum. Og tað duga vit.

Sangurin um fiólina kom mær til hugs í hesum sambandi. Fiólin fekk ikki virði, fyrrenn hon kom í hendurnar á einum, sum dugdi at stemma og spæla uppá hana.

Ongin áhugi var fyri fiólini áðrenn. Hon var gomul, ljót og støvut.

Aktørarnir í fiskivinnuni í dag duga sítt yrki og tað hava teir altíð gjørt. Fiskivinnan hevur ment og endurnýggjað seg upp ígjøgnum tíðirnar, hóast ofta trupult og tungt. Tað er neyðugt og altavgerandi, at tey sum fáast við fiskivinnu og alt annað virksemi duga sítt yrki. Flest alt vinnuligt virksemi mennir seg yvir tíð og lagar seg eftir umstøðunum Tað er tí umráðandi at vinnan hevur ráð at víðarimenna seg og gera seg betri og betri.

Øll fáa ágóðan á ein ella annan hátt
Vit vita øll, at fiskivinnan og alivinnan eru okkara fíggjarligu grundsúlur, sum alt annað byggir á.

Tað er ikki heilt rætt, tá andstøðan førir fram, at tað eru ov fá, sum fáa ágóðan av hesum ríkidømi. Møguliga kundu uppaftur fleiri fingið størri ágóða, men vit fáa øll meir ella minni ágóða á ein ella annan hátt.

Fiskivinnan og alivinnan á sjógvi og landi føðir og klæðir flestallar føroyingar beinleiðis ella óbeinleiðis.

Tað er sjálvsagt nógv annað sum skal til í einum vælferðarsamfelagi sum okkara. Heilsuverk, skúlaverk, stovnar, skrivstovur og privat fyritaksemi. Har starvast dagliga nógv fólk, sum gera eitt stórt virðismikið arbeiði. Hesi eru sanniliga virðismikil og neyðug eisini.

Bara fyri at byrja við byrjanini, so ganga okkara børn í vøggustovu og barnagarð og síðan 10 ár í fólkaskúla. Nakað av foreldragjaldi er , men annars ókeypis. Ókeypis útbúgvingar á fróðskaparsetrinum fyri allar føroyingar. Ókeypis heilsuverk fyri allar føroyingar, óansæð inntøku. Ókeypis at fara til kommunulæknan hjá øllum. Og ert tú so óheppin at fáa eina álvarsama sjúku, sum ikki kann viðgerðast í Føroyum, ja so hevur tú tilboðið at sleppa til DK til viðgerðar. Ókeypis. Heilsuverkið hevur enntá eitt 1.klassa sjúkrahotell, har sjúklingar kunnu búgva ókeypis.

Er farið í gongd í hesum valskeiðinum
Nógv nýtt er bygt til børn og ung við serligum avbjóðingum í hesum valskeiðinum. Kundi nevnt:

Nýggjur depil til børn og ung við fjølbreki í Runavík.

Íbúðir til fólk við serligum avbjóðingum verður bygt í Eysturoynni í løtuni.

Íbúðir til fólk við serligum avbjóðingum verður bygt í Klaksvík í løtuni.

Fountain House er upplatið í Tórshavn í 2014.

Virknis- og umlættingardepil verður bygdur í Sandoynni til børn og ung við serligum tørvi.
Íbúðir til sálarsjúk í Havn osv.

Kundi eisini nevnt:

Barnahús í Tórshavn er latið upp, sum tryggjar samskipaða tænastu og nýggja vitan um harðskap móti børnum.

Avtala gjørd um fylgjaraskipan til fólk, ið bera brek osv osv

Felags fyri alt hetta er, at
tá føroyingurin hevur brúk fyri onkrum av hesum tilboðunum, hava øll sama rætt. Tað verður ikki tikið hædd fyri hvør tú ert, inntøku, hvørjum báti tú siglir við osv.

Alt fólkið frá hægst til lægst fáa her ágóðan av fólksins ogn.

Fiskurin hevur goldið fyri alt hetta umframt nógv annað. Jú sanniliga verður okkara ogn nýtt til okkum øll.

Fleiri arbeiðspláss
Í dag er arbeiðsloysið í Føroyum tað minsta í Evropa. Ja, enntá minni enn í Norra, sum er eitt oljuland. Norra verður mett at vera besta land í heiminum at búgva í, og er okkara næsti granni.

Nógv nýggj arbeiðspláss eru skapt í Suðuroynni við nýggja uppisjóvarvirkinum Varðin Pelagic. Nýtt uppisjóvarvirki í Fuglafirði . Nógv nýggj arbeiðspláss. Gloymið heldur ikki sjómenninar, sum sigla við hesum skipum.

Sjálvt Kommunurnar hava ongantíð fyrr fingið so nógvan pening inn sum nú. Hvar koma pengarnir frá? Jú fyri stóran part frá fiskiríkidøminum og alivinnuni og avleidda virkseminum frá tí. Fólksins ogn kom aftur her fólkinum til góðar.

Skattatrýstið í Klaksvík harmar meg.

Skattatrýstið í Klaksvík harmar meg. Her situr vinstravongurin við valdi saman við Sjálvstýrisflokkinum. Hetta eru somu flokkar, sum sita í andstøðu á løgtingi í dag. Tey gera seg til talsmann fyri Palliba og Marsannu, men hóast tað, so halda tey, at Palliba og Marsanna skulu gjalda meira skatt. Hetta hóast tað ongantíð nakrantíð í býráðsins søgu er komnar so nógvar krónur í kassan. Um hesir flokkar koma til valdið aftur á løgtingi, so hava fólk fingið eina greiða ábending um, hvat tey kunnu vænta sær, nevniliga meir skatt.

Kenniteknið fyri vinstravongin er jú, at hann heldur peningin liggja betri í almennu kassunum enn í lummanum hjá tí, sum hevur arbeitt fyri peningin. Tey meta, at almennu kassarnir vita best, hvat peningurin skal brúkast til.

Skattalætti til øll
Við teim borgarligu í Tinganesi fekk Føroya fólk skattalætta (flatskatt), sum vildi nakað. Nógv eru glað og takksom fyri henda skattalætta , sum hevur gjørt dagligdagin lættari. Enn er tó ikki komið á mál, tí fólk við vanligari arbeiðsmannaløn merkja ikki nóg nógv til skattalættan. Arbeitt verður fram ímóti, at hesi eisini skulu merkja skattalætta.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur