Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fólkið í fokus

2022-05-16 14:42

Meðan fyritøkur eru ónøgdar, tí vinningurin er beint undir eina milliard, so gerst tað truplari hjá lønmóttakaranum.

Prísurin á matvørum, bústaði og brennievni hækkar. Men samgongan ætlar onki at gera, hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sagt í Løgtinginum.

Formaðurin í fíggjarnevndini var í sjónvarsstovuni, og segði seg skilja støðuna, men heldur ikki hann ætlar at gera nakað.

Hetta er ikki í lagi, tí trivnaðurin hjá Føroya fólki má altíð vera fokus hjá Løgtinginum og landsstýrinum.

Tríggjar vikur tók tað at fáa flatskattin samtyktan. Flatskattin, sum m.a. er fíggjaður við pensjónini hjá lønmóttakaranum. Men at kalla ongin vanligur lønmóttakari fekk flatskatt.

Nú lønmóttakarin hevur tørv á, at politiska skipanin ger okkurt, skal bíðast, sigur samgongan.

Hetta er ein ábending um, at samgongan hevur mist sambandið við lønmóttakaran.

Hinvegin, tá samgongan skal senda rokningina, tá seta teir fólkið í fokus.

Beinta Løwe