Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fólkavøksturin krevur pláss at liva, trívast og vera saman!

2020-10-12 08:19

Tórshavnar kommuna er seinastu árini vaksin við rúkandi ferð. Alt tað arbeiðið, ið seinastu árini er lagt í at fáa fólk at flyta heim aftur, ber nú tíbetur stóran ávøkstur. Hetta er ikki bara ein sjálvfylgja, tí sum feskastu tíðindini á Portalunum vísa, so minkar fólkatalið í Hetlandi. Men vit velja tíbetur Føroyar og vilja byggja okkara egna heim her. Og vit vilja skapa okkara livikor og sosialu sambond her – fyri okkum, okkara børn, okkara kæru og saman við fólki í grannaløgum og býlingum.

Seinastu árini er fólkatalið um alt landið vaksið við meira enn 3.000 fólkum. Í Tórshavnar kommuna eru 1860 fólk flutt til - tvs. 62 % av fólkavøkstrinum. Vøksturin í kommununi er serliga sjónligur í bygdunum Argir og Hoyvík. Har eru 763 fólk komin afturat, sum er góð 41 % av samlaðu tilflytingini. Hetta svarar til fólkatalið í eini miðalstórari bygd í Føroyum.

Tað er einastandandi gleðiligt. Hetta krevur sjálvsagt fyrst og fremst av okkum, at vit tryggja, at fólk veruliga kunnu skapa og fíggja sítt egna heim við fjølbroyttum bústaðarmøguleikum. Men tað krevur sanniliga eisini, vit leggja alla orku í at skapa rúmd og møguleikar at liva og trívast og vera saman.

Tann lokali trivnaðurin skal stuðlast

Eg meini, at vit skulu seta enn meiri fokus á trivnaðin í lokalu økjunum í kommununi. Og tá meini eg við - umframt bygdirnar – eisini býlingar í miðstaðarøkinum. Eg eri av tí áskoðan, at komandi kommunuætlan skal skipa alla kommununa í smærri eindir/økir og út frá hesum eindum, skal arbeiðast miðvíst við trivnaðarátøkum. Talan kann bæði verða um at stuðla nýggjum átøkum, men serliga hugsi eg her um, at økja stuðulin til verandi átøk, so sum ítróttarfeløg, eigarafeløg og aðrir sosialar felagsskapir, soleiðis at teir kunnu útinna sítt arbeiði á ein dygdargóðan hátt. Her kann bæði verða talan um stuðul til hølir, útgerð og leiðsluberandi uppgávur.

Fyri mítt viðkomandi, so er Hoyvík staðið, har eg eri uppvaksin og havi slitið mínar barnaskógvar. Í 1969, tá ið eg flutti til bygdina, vóru bert uml. 100 íbúgvar – í dag eru vit 4.225. Av samlaða talinum av íbúgvum eru 1366 børn millum 0 og 18 ár, 2538 millum 18 og 67 og av eldri fólki 67 + eru 321.

Her vil eg seta fokus á bólkin 0 til 18 ár og taka útgangsstøði í mínum nærumhvørvi, har eg sjálvur eri vaksin upp og mín børn somuleiðis.

Tað er ein sannroynd, sum ofta verður tikið til, at um børnini trívast, so gera tey vaksnu tað eisini. Ein stórur partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum er lagdur í fastar karmar, og ábyrgdin hjá kommununi er at útvega karmarnar og í øllum at styrkja fakliga arbeiðið og umstøðurnar í vøggustovum, barnagørðum, skúlum og frítíðarskúlum.

Men frítíðin hjá okkara børnum og ungum er sera virðismikil og er tað oftani hon, sum er avgerandi um børn og ung trívast í einum øki.

Premiera ambitiøs átøk og felagsskapir

Her vil eg seta alt inn uppá, at okkara sjálvbodnu felagsskapir fáa betri umstøður at virka undir. Støðan í dag er eitt sindur tilvildarlig, hvussu kommunan stuðlar hesum felagsskapum og tað hevur oftani split og ósemjur við sær. Tí skal gerast ein opin og gjøgnumskygdur leistur fyri stuðli, sum verður latin til feløgini. Í mínum nærumhvørvi veit eg, at ítróttarfelagið í Hoyvík H71, við sínum gott 500 limum, krevur sera nógv arbeiði av leiðslu felagsins, og tað er ikki ov nógv sagt, at talan er um eina arbeiðsorku ið svarar til minst hálvtannað fulltíðarstarv í óløntari arbeiðsmegi um árið, bara at leiða felagið. Umframt alt hitt praktiska og sosiala arbeiðið, ið verður gjørt hvønn einasta dag. Hetta er óivað galdandi fyri flestu onnur feløg í kommunini. Tí skal kommunan virða og stuðla hesum arbeiði treytaleyst, tí færri tímar tey brúka uppá at boksa við kommununa, meiri orku hava tey til felagsskapin.

Kommunan skal í ítrótti, frítíðarvirksemi og lokalum trivnaðarátøkum verða ein fevnandi og stuðlandi viðspælari, sum ikki bert avgreiðir og býtir ymiskan stuðul út eftir trýst ella “grenj” frá feløgum. Kommunan skal bjóða til og premiera feløg og átøk, sum hava ítøkiligar visiónir um at menna trivnaðin og sítt tilfeingi. Og sum eru ambitiøs í sínum ætlanum. Kommunan skal ikki hava sama hugburð sum landsstýrismaðurin í mentamálum hevði, tá ið HSF vildi hava landið við í arbeiði at tryggja A-landsliðinum ein heimavøll í Føroyum og svarið var: “Eru tit ikki ov ambitiøs?”.

Børn og ung á smærri bygdum og plássum

Nógv tilboð eru at velja ímillum hjá yngra ættlarliðinum, men nógv av hesum tilboðum eru bert til taks í Tórshavn. Tvs. at øll børn, sum búgva uttanfyri býin, skulu flytast inn til Havnar fyri at fáa lut í hesum tilboðum og vera saman við sínum vinfólki og skúlafeløgum.

Tí skal flutningurin millum Tórshavn og økini uttanum styrkjast – fyrst og fremst við ferðaætlanina hjá bussleiðini til bygdirnar og síðani eisini við flutningin hjá SSL til oyggjarnar. Kommunan skal gera eina serskilda ferðaætlan fyri busskoyring til bygdirnar, við egnum smærri bussum, og kommunan skal áhaldandi krevja økt ferðasamband út í Hest og til Nólsoyar.

Gunnar Djurhuus

Valevni hjá Tjóðveldi til Tórshavnar Býráð