Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Fólkaskúlin – okkara felags ábyrgd

2015-08-11 18:05

 

Barnaskúlin er grundin undir øllum skúlaskapi. Vit hava øll meiningar um skúlan, um hvat hevur størstan týdning at læra og gera har og hvat vit kundu ynskt av batum og broytingum.

Fólkaskúlin er á einum vegamóti fíggjarliga og skipanarliga og eigur at verða nýskipaður, so hann størri mun kann lúka tey krøv, sum okkara samfelag setir borgarum og sum tey, sum varða av skúlanum og undirvísingini ynskja og áhaldandi føra fram  - eisini tá tað snýr seg um serøkið. Betri samskipan og  samstarv við viðkomandi partar og meiri førleikamenning, eftirmeting og gransking eiga at vera partur av nýskipanini.

Fólkaskúlaskipanin eigur at verða endurskoðað m.a. bygnaðarliga, viðvíkjandi lærugreinasamanseting og skipan av skúlaári.  Her mugu vit tosa saman, tí mong eru ynskini: størri rúmd fyri handverki og list, samfelagsfrøði, heimspeki, karrierufak, fremmandamáli v.m. Við virðing fyri teimum, sum hava útbúgving og royndir innan skúlagátt og holla vitan um skúlaskap, eiga vit at nýskipa og samskipa betri eftir føroyskum viðurskiftum, siðvenjum, árstíðum, arbeiðsmarknaði, tørvi á førleikamenning, serligum tørvi v.m. Eg eri sannførd  um, at tá politiska skipanin – bæði lands og kommunal, vinnulívið og fólkið sum heild fara at velja skúlan og peika á hann sum ein av dýrgripunum í okkara samfelagi, so fara vit at síggja samvirkanarárin sum sjáldan fyrr.

Játtanin til fólkaskúlan má standa mát við týdningarmiklu arbeiðsuppgávurnar, sum skúlin hevur og skal hava. Betri rúm skal vera til førleikamenning hjá lærarum og leiðslum. M.a. má útbúgvingarvegleiðingin styrkjast, so skúlavegleiðarnir fáa fleiri tímar til arbeiði sítt eins og tímar mugu vera settir av til m.a. útbúnu lesivegleiðararnar og støddfrøðivegleiðararnar.

Vit eiga at halda fram við kjakinum um læraraútbúgvingin eigur at verða uppstigað til MA og má útbúgvingin fáa góð kor at virka undir. Viðurskiftini hjá hesum sera týdningarmikla starvshópi, lærarunum, eiga at verða endurskoðað.

Ein støðug og fjølbroytt eftirmeting og gransking skal tryggja, at Føroyar fáa ein enn betri fólkaskúla, eitt stað, har børn trívast og gleðast um at vera, har starvsfólkini kenna seg vird og kunnu hugsavna seg um tað, tey eru útbúgvin til og har leiðslur hava rásarúm at virka framskygt.

Eg gevi eitt lyfti um at stríðast fyri skúlan

Hanna Jensen

Løgtingsvalevni fyri Framsókn