Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Foreldur míni vóru Bergfríða og Hans Thomsen. Eg havi gingið í Tórshavnar Kommunuskúla, verið samfelags-málsligur studentur í Hoydølum og havi nomið mær tónlistarliga útbúgving við Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn við diplomi í gittarspæli. Eg havi arbeitt sum tónleikalærari í Danmark og Føroyum, og í løtuni arbeiði eg sum teknikkari í Kringvarpinum og sum sjálvsstøðugur tónleikari. Eg livi saman við damuni Anniku og 11 ára gomlu Følv. Vit búgva í miðbýnum í Havn. 19 ára gamli sonur okkara, Hans Andrias, er farin niður til Århus at lesa HF.

Eg fokuseri á miðbýin, mentan, list, útbúgving, bústaðir og vinnulív.

Vónandi hugsar tú um meg í atkvøðuboksini tann 13. novembur. Alt tad besta! :-)

Fólkaræðið til sølu

2012-11-11 20:05

Tad er næstan við ringari samvitsku, at eg festi mínar eyðmjúku plakatir í býarrúmið. Hinvegin eri eg sannførdur um, at hetta skal til fyri at vera eitt sindur sjónligur og ikki heilt detta niðurfyri - og eg giti eisini í mínum stilla sinni, at veljarin ber yvir við mær í hesum og skilur; at soleiðis eigur tað nú einaferð at vera, tá ið okkara kæra fólkaræði spílar seg út til eitt val. Eg havi sjálvur kanska brúkt einar 6000 krónur til hetta valið. Tað havi eg í veruleikanum ikki ráðini til, og tað fer helst eisini at merkja, at jólini hjá mær verða tað soltnari í ár. Alt í fólkaræðisins tænastu.

Men tú verður hinvegin mestsum álopin av yvirdimensioneraðum plakatum og lýsingum í hesum døgum. Koyri eg t.d. ein túr við býbussinum, og vit koma í eina rundkoyring, vendi eg ranguna út. Plakatir, stórar sum arvasyndin, mala i klingur, og eg hómi onkra skonina fúka fram við, sum seinastu 4 árini ikki hevur rætt hond frá síðu - men kortini, óskilliga, stendur seg væl í prognosunum. Hetta er tølandi exhibitionisma - uttan innihald og í hægsta yvirgeari.

Tað eru valevni, sum hava brúkt upp í fleiri 100.000 krónur uppá hetta valstríðið. Hvørji eru fólkini handan plakatirnar, og hvat hava tey at bjóða júst tær? Tá tú skalt seta krossin, er umráðandi, at tú veitst HVÍ tú setur krossin, sum tú gert. Tað er ikki vist, at tey, sum hava nógvar pengar, hava tey bestu hugskotini og visiónirnar. Men hinvegin er sannlíkt, at tey, sum hava tær størstu plakatirnar, eisini hava flestu pengarnar. Og velur tú onkra/n, sum hevur fleiri pengar enn tú? Og um tú gert, hvussu kanst tú so vera vís/ur í, at hesi fara at umboða júst tíni áhugamál?

Taka vit brúkarasamfelagið, eru lýsingar allastaðni, sum royna at fortelja okkum, hvat vit skulu halda og meina. Tað kann vera, at hetta veksur um søluna aveinum ávísum úrdrátti. Tú kanst spyrja teg sjálva/n um tú hevði viljað keypt okkurt, bara tí, tað var at síggja á einari lýsing. Og er vøran betur, jú størri lýsingin er? Og hevði tú annars tímað at keypt eina vøru, sum hvørki gevur tær vanligan 8-daga returrætt ella 1 ára garanti - hvaðna minni 4 ára garanti - uttan at tú visti, hvat hetta var fyri ein vøra? Minst til, at politikkarin, tú velur, skal til at føra politikk fyri teg tey næstu 4 árini. Tað er tað, sum er avgerandi - og tað er ongin sum helst trygd fyri, at teir ella tær fara at føra haldgóðan politikk og umsita pengarnar rætt, bara tí tey hava brúkt nógvar pengar uppá at føra seg fram. So vinarliga set eitt sindur av tíð av - gjarna við einum sindri av frástøðu - áðrenn túsetur krossin.

X-demokrati, X-røtt vørudeklaratión, X-Leivur Thomsen, tín kreativi politikkari, álista hjá Tjóðveldi