Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fólkafloksins logikkur: Latið okkum dálka í felag

2019-02-13 03:45

Antin taka vit ábyrgd í felag – ella dálka vit í felag. Eingin er ov lítil til at taka ábyrgd

Sjúrður Skaale

Fólkaflokkurin roynir í hesum døgum at taka inn bæði í bakborð og stýriborð.

Fyrst boðaði Jacob Vestergaard frá tí, sum hevur verið floksins linja í mong ár, og sum er endurtikið upp í saman í floksins sending, “Andøvsløtuni”: Dálking er ikki okkara ábyrgd!

Viðhvørt er undanførslan, at mannaskapt dálking onga ávirkan hevur, og at øll, sum siga CO2-útlátið vera skaðiligt, eru idiotiskir, fundamentalistiskir, sosialistiskir “umhvørvistar”.

Tann undanførslan tykist vera slept. Nú er hon, at vit eru so fá í Føroyum. Tí er okkara útlát av veðurlagsgassum í heimshøpi so lítið, at tað ongan mun ger.

Men hesi trumpistisku sjónarmið kunnu ikki standa einsamøll, tá mann ætlar at vinna eitt val. Tí trinu straks onnur úr sama flokki fram og søgdu, at Føroyar SKULU taka ábyrgd. Og so kom Vestergaard aftur fram og endurtók tað, sum hann hevði sagt.

Fólakflokkurin er altso bæði fyri og ímóti. Taktikkurin er ikki at fara skeivur av: Tey, sum leggja vertin á, hvussu nógv vit dálka, skulu velja lista A. Tey, sum halda, at vit skulu dálka minni, skulu eisini velja lista A.

Hetta er júst sum tá Sonja bæði slapp og ikki slapp upp í Tjóðveldi: Heldur tú hana vera ov vinstravenda ella sambandska – vel lista E. Umboðar hon tíni sjónarmið – vel lista E.


Eingin skal taka ábyrgd

Slíkt spinn hevur ikki uppborið at vera tikið í álvara – men lat okkum kortini hyggja at argumentunum hjá Vestergaard: At vit kunnu dálka sum vit vilja, tí vit eru so fá.

Tað má merkja, at ongastaðni, har fá fólk búgva, skulu tey taka ábyrgd.

Í svenska Karlstad kunnu tey dálka, sum teimum lystir. Tey eru jú einans 60.000 fólk. Í danska Herning tað sama. Og í norska Ålesund.

Tilsamans kunnu 100.000 tals býir kring heimin dálka sum teimum lystir. Býir, sum hýsa milliardum av fólkum.

Men hví skulu stór lond og stórir býir taka ábyrgd, tá tey smærru sleppa undan? Hví skulu stórar fyritøkur rinda fyri grøna umlegging, tá smáar sleppa undan? Og hví skulu einstaklingar í stórum londum taka ábyrgd, tá einstaklingar í smáum londum ikki skulu?

Tað er órættvíst! Eingin, sum ikki tekur ábyrgd, kann krevja, at onnur taka ábyrgd.

Tað einasta rættvísa, sambært logikkinum hjá Vestergaard, er, at eingin skal taka ábyrgd!

Antin taka vit ábyrgd í felag – ella dálka vit í felag.

Bæði at siga ja og nei – sum Fólkaflokkurin nú ger – ber sjálvandi ikki til.


Vantandi úrslit

Men vit onnur kunnu heldur ikki bara peika at Fólkaflokkinum. Tí tað er rætt, sum sagt verður: Alt ov lítið er komið burturúr á hesum øki farnu árini.

Oljunýtslan er vaksin.

Ongar vindmyllur eru settar upp í mong ár, hóast fleiri vilja sleppa framat.

Hesi somu ár hevur SEV bygt nýtt, stórt oljuverk, hvørs samlaði prísur nú mann tátta í milliardina.

Ein lítið umrøddur partur av Glasir-gøluni er, at hóast skúlin skuldi – og skal – vera grønur, so er hann framvegis kolasvartur. Og mongdin av olju, ið har verður brend, er øgilig.

Hetta er einki at vera stoltur av. Og tað eru altso gerðir – ikki orð – ið telja.

Men nøkur átøk eru hóast alt framd, nógv er í gongd, og nógv kann henda komandi árini. Til ber at gera haldførar, bindandi semjur um grøna umlegging, tí politiska málið er greitt hjá flestu flokkum á tingi.

Øllum uttan tí eina, sum talar við tveimum tungum.