Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fólkaflokshógvarnar koma aftur undan, hesaferð raka teir veikar havnarborgarar

2020-10-11 09:40
Tórshavnar Kommuna vil fegin sjálv rúma sínum veikastu. Men sum nú er, hevur Fólkaflokkurin á tingið, sett føtur í spenni at forða hesum !

Hógvarnir hjá Fólkaflokkinum komu sjónliga undan, nú fíggjarlógin fyri 2021 var til viðgerðar í Løgtinginum - Fólkaflokkurin hevur skorið í játtani til bygging av vardum bústovnum í Hoyvík.

Stutt sagt so hevur Fólkaflokkurin samtykt, at heldur enn at byggja tveir vardar bústovnar til samlað 36 fólk fyri 57 milliónir krónir, so velja teir at byggja ein bústovn fyri 46 milliónir krónir til 18 fólk - Hetta hóast bíðilistin til búpláss er alinlangur og tørvurin sera stórur.
Skal ikki gera meg klókan uppá um tær 57 milliónirnar røkka til tveir bústovnar, men spurningurin er um vit hava ráð at lata vera við at byggja hesar bústovnarnar ?

Tað kann tykjast sum um Fólkaflokkurin hevur lyndi at revsa Havnina fyri at fólk her ikki í størri mun stuðlar samgonguni. Ella er tað kanska innahýsis klandri í flokkinum, sum ger at tey ikki vilja stuðla teirra egna borgarstjóra í høvuðsstaðnum, kanska hava tey enn ikki heilt gloymt at Annika Olsen dittaði sær at stilla upp til formansval í flokkinum á sinni ?

Um eg var løgtingslimir so vildi eg fegin sett Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jørgen Niclasen spurningin um tey høvdu raðfest líka, um hetta var talan um bygging í Klaksvík ella Sørvági ?

Brandur í Dali - Tjóðveldi