Bogi er 46 ár, og er giftur Jóhannu. Tey eiga 2 dreingir Hugin 14 ár og Nóa 9 ár. Bogi er valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin.

For. í Vinnunevndini
Limur í Teknisku nevnd
limur í trivnaðarnevnd
Næstformaður í fjarðhitafelagnum

Fólkaflokkurin vil virka fyri so lágum skattatrýsti sum tilber

2016-11-16 22:46

Nú fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu er til viðgerðar í býráðnum er fráboðan komin um, at sitandi býráð ætlar at lækka skattin 0,75%. Hetta er sjálvsagt søtur tónleikur í oyrunum hjá Fólkaflokkinum, men mátin hetta verður gjørt uppá tykist heldur margháttligur. Fyri stuttari tið síðani, boðaði sitandi borgarstjóri frá, at ætlanir vóru at lækka skattin o,5%, men áðrenn hetta kundi gerast, skuldi nevnd setast til tess at kanna eftir hvørjar avleiðingar hetta annars hevði á fíggjarvíðurskiftini. Nú er vent í holini, og við einum pennastroki ætlar man at lækka skattin 0,75. Hetta er ørkymlandi, tí enn er tað ikki greit, hvussu hetta annars ávirkar aðrar ætlanir hjá kommununi og hvussu hetta kemur at ávirka kjarnu vælferðartænastur. Hetta kann tí ikki fatast øðrvísi enn, at sitandi býráð ynskir at leggja fótonglar fyri tað komandi býráðið. Latið okkum heldur taka skattaspurningin seriøst og lækka hendan skynsamt og við skili. Tí fer undirritaði at atkvøða blankt undir viðgerðini av fíggjarætlanini fyri 2017.

Bogi Andreasen Býráðslimur