Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fólkaflokkurin kann eins væl fáa størri framgongd – ella minni

Veljarakanningar eru óvissar, men óvissa tykist ikki vera nakað, sum hóskar inn í arbeiðsháttin hjá miðlunum, ella í boðskapin hjá politiskum flokkum. At mistulka veljarakanningar er ein útbreiddur, rótfestur og ikki minst pínligur óskikkur millum føroyskar miðlar.

”Fólkaflokkurin fær 23,7% sambært seinastu veljarakanning,” varð sagt og skrivað í fjølmiðlunum seinnapartin í gjár og í dag. Veruleikin er, at Fólkaflokkurin kann fáa 23,7% av atkvøðunum, men tað er eins líkt til, at Fólkaflokkurin fær 20,1% ella 27,5% sambært somu kanning.

Ongantíð eitt einstakt tal

Úrslitið hjá einstøku flokkunum í einari veljarakanning er ongantíð eitt einstakt tal. Tað er eitt talstrekki ella interval. Fyritøkur, sum gera veljarakanningar, upplýsa altíð, hvat konfidensintervallið er, men av eini ella aðrari orsøk tykjast hvørki flokkar, sum síggja út at fáa framgongd, ei heldur miðlarnir, at hava áhuga í at fortelja fólki sannleikan aftanfyri veljarakanningarnar.

SamFelagið, sum í vetur setti fokus á týdningin við óvissunum í veljarakanningum, heldur tí, at fjølmiðlar, bæði heima og úti, eiga at geva óvissuni í veljarakanningum nógv meira gætur.

Miðlaða úrslitið í veljarakanningini, sum varð almannakunngjørd í gjár, er eitt dømi av fleiri, og einfaldingin er líka grell, sama hvør flokkur sær út til at vera við yvirlutan.

Í gjár var í fleiri førum ført fram, at Fólkaflokkurin fær 23,7%, Sambandflokkurin 20,9%, Javnaðarflokkurin 20,0%, Sjálvstýri 4,6%, Tjóðveldi 16,9%, Miðflokkurin 6,8% og Framsókn 7,1%.

Talstrekkið spennir vítt hjá øllum flokkum

Men veljarakanningar eiga ikki at miðlast uttan óvissu, tí óvissan er úrslitið. Við óvissuni fær úrslitið í kanningini eina øðrvísi mynd. Her sæst, at tað er eins líkt til, at Fólkaflokkurin fær millum 20,1% og 27,5%, Sambandflokkurin fær millum 17,5% og 24,6%, Javnaðarflokkurin millum 16,7% og 23,7%, Sjálvstýri millum 3,1% og 6,8%, Tjóðveldi millum 13,8% og 20,3%, Miðflokkurin fær millum 4,9% og 9,4% og Framsókn millum 5,2% og 9,8%. Øll tøl innanfyri intervallið er líka sannlík, og tískil kunnu eitt nú allir teir stóru flokkarnir fáa millum 6 sum 8 løgtingsfólk sambært kanningini.

Nevndu talstrekkini hjá flokkunum eru heldur ikki viss, tí tað eru tey bara við 95% vissu (konfidensniveau). Um vit ynskja 99% vissu verða talstrekkini fyri einstøku flokkarnar enn størri.

At heili 22,3% av teimum spurdu høvdu atkvøtt blankt ella ikki vita hvat tey høvdu atkvøtt merkir, at óvissan er enn størri. Tað er sera ósannlíkt, at fráveran til eitt veruligt løgtingsval hevði verið so stórt.

Óvissan er stór – tí kann hon ikki tigast burtur

Samfelagið hevur sum evsta endamál at fremja betri forstáilsi fyri samfelagsviðurskiftum, og einfalda miðlingin av veljarakanningum er eitt so mikið álvarsligt og óneyðugt dømi um, at sannleikin verður bronglaður. Tí heita vit við hesum, bæði á miðlar og á politiskar flokkar um at gera sær størri ómak við miðlingini, og harvið vísa politiskt áhugaðað borgaranum størri virðing.

Samfelagið – Nevndin