Bogi er 45 ár, og er giftur Jóhannu. Tey eiga 2 dreingir Hugin 13 ár og Nóa 9 ár. Bogi er valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin.

Limur í Teknisku nevnd
limur í trivnaðarnevnd
Næstformaður í SEV-stýrinum
Bygginevndin fyri nýggjari Svimjihøll til 50 metra hyl
Skúlaskýrinum Venjingarskúlan
Skúlastýrinum í Sankta Frants

Fólk í høvuðsstaðnum eiga at fáa borgarakort

Eitt borgarakort kann vera eitt hent amboð bæði hjá kommunalu umsitingini og einastaka borgaranum, sum skal hava síni serstøku rættindi í høvuðsstaðnum, sama hvussu vit annars skipa viðurskiftini hjá ferðafólkum í Tórshavnar kommunu.

Býbussarnir, sum í hesum tíðum eru fyltir við ferðafólkum, ið koyra ókeypis, eru dømi um, at borgararnir verða settir til viks, tí vitjandi í høvuðsstaðnum koyra gratis buss um alla Havnina. Her havi eg hug at gera mun á borgarum og ferðafólkum, tí ókeypis bussleiðin er fyrst og fremst ætlað at lætta um hjá borgarunum í høvuðsstaðnum í strævna gerandisdegnum, umframt at bussleiðin eisini er ætlað at eggja fólki til at brúka bilin minni.

Tað hevði verið rættast, at ferðafólk rindaðu ferðaseðil í býbussunum, meðan borgararnir í Tórshavnar kommunu vístu fram eitt borgarkort, sum gav teimum rætt til ókeypis busskoyring.

Ókeypis bussleiðin er eisini ein órímiligur kappingarneyti hjá hýruvognunum í høvuðsstaðnum, tí ferðafólk velja heldur at koyra gratis buss enn at leiga hýruvognar.

Allar tænastur hjá kommununi kundu so ella so verið knýttar upp í borgarakortið, uttan mun til um talan er um ókeypis tænastur ella tænastur, sum kosta. Klippikortini í svimjihylinum, sum vit rinda fyri, kundu verið gjørd elektronisk sum partur av borgarakortinum, og lánikortið á bókasavninum kundi eisini verið bygt inn í borgarakortið.

Talan er um eitt hent amboð, har bara hugflogið setir markið fyri, hvussu vit brúka tað.  

Bogi Andreasen, 
fólkaflokkurin,
 býráðslimur og form. í Vinnunevndini