Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Føgur orð og eingin handling

2019-10-19 14:39

Viðmerking

Sylvia Thomsen


Tá vit keyptu hús norðuri í Ánunum í 2011, sóu vit so at siga ikki russisk skip í føroyskum havnum yvirhøvur. Ikki vórðu vit kunnað um at hetta fór at henda, og ei heldur vórðu vit kunnað um at vit við at keypa hús norðuri í Ánunum, beint omanfyri Norðhavnina, skuldu finna okkum í larmi útyvir tað vanliga. Men undir byggingini av okkara húsum var ein fundur hildin um hesa bústaðarseting. Á fundinum varð  m.a. spurgt um tað kundi standast trupulleiki av larmi, um man dittaði sær at keypa hús so nær eini havn, og svarið frá Klaksvíkar Kommunu var tá, at her var als onki at óttast fyri. Sjálvi vóru vit ikki við á hesum fundi, men fólk úr trimum húsum her norðuri vóru á hesum fundi.


Men larmur var nú heldur ikki ein trupulleiki, tá vit fluttu norð. Onki varskó um larm frá Norðhavnini var komið okkum fyri oyra yvirhøvur, og tey fyrstu árini høvdu vit ongan trupulleika av larmi frá skipum.


Ein og hvør, ið er førur fyri at minnast 10 ár aftur í tíðina minnist, at tað var ein púra vanlig og daglig sjón at síggja russisk skip fyri akker úti á pállum kring oyggjarnar. Har lógu teir í daga- og vikuvís, viðhvørt uppat síðuni á hvørjum øðrum og avskipaðu.

Eftir 2011 ella allarhelst ikki fyrr enn í 2014, hendi so tað, at ein kunngerð ella lóg varð sett í gildi, sum krevur tey russisku skipini inn í havn, og sleppa tey tí ikki longur at liggja fyri akker úti á pállunum, har tey ikki larma. Eg eri ikki kunnað um grundgevingina fyri hesum, men onkur tosar um trygd og onnur um, at russisku skipini órógvaðu okkara ”kæra laks”.


Nú liggja russisku skipini so inni í havnunum, uppat hvørjum øðrum og avskipa ímillum sín. Tá liðugt er at avskipa, ja so verða hesi skip liggjandi í dagavís og bíða. Eisini sleppur øll manningin umborð í land uttan nakað passkontrol. Síðani hesi skip komu at liggja við bryggju, hava vit í Klaksvík eitt skifti havt trupulleikar við stolnum súkklum. Fólk minnast helst eisini, at ein ungur klaksvíksingur varð álopin av einum russa, sum kom innar í stovuna at stjala sjónvarpið.

Eitt annað, sum kanska er vert at nevna er, at tað ikki er líkamikið hvønn veg skipið vendir. Tá skipið liggur við útstoytssíðuni ímóti bygdum øki, verður larmurin munandi harðari. Ikki ein gong hetta hevur Kalskvíkar Kommuna gjørt nakað við, hóast fleiri umbønir um júst hetta.

Aktuelt liggja fýra skip í Norðhavnini og larmurin er ekstremur. Ein av hesum liggur við bryggju og bara “bíðar”. Hóast umbøn um at venda júst hesum skipinum og hóast loðsbátarnir í fleiri førum hava verið í gongd í sambandi við, at skip koma og fara, so er hetta skipið enn framvegis ikki vent.

Tá býráðspolitikararnir og havnamyndugleikarnir í Klaksvíkar kommunu vilja vera við, at tey royna alt tað tey kunnu, so má eg staðfesta, at hetta bara snýr seg um føgur orð uttan nakra sum helst veruliga handling aftanfyri.