Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

FNU heitir staðiliga á løgtingslimir um at sleppa oljudreyminum

Føroyar hava, saman við fleiri øðrum londum, skrivað undir París-sáttmálan, sum bindur okkum til at minka um okkara útlát. Tí er tað óskiljandi, at løgtingslimir lata hurðina standa á víðan vegg fyri at fáa oljufeløg henda vegin at leita eftir olju. Hetta hóast løgtingslimir áttu at verið fullgreiðir yvir mongu umhvørvisavleiðingarnar, sum eru komnar í kjalarvørrinum av nýtsluni av fossilum brennievni. Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag fer staðiliga at átala hesa líkasælu, sum er sýnd frá politiskari síðu, og fer at heita á løgtingslimir um at endurhugsa teirra støðu til oljuleiting í føroyskum sjóøki.

Veðurlagsbroytingar raka meint, og í ávísum pørtum av heiminum, eru búskaparligu avleiðingarnar so ringar, at lond detta sundur. Tí skal París-sáttmálin, sum Føroyar hava samtykt og sum bindur okkum til at minka um nýtsluna av fossilum brennievni, takast í álvara. Margháttligi tvíleikurin, sum fer fram hjá landsstýrinum, har orð og framferð standa í grovari andsøgn, kann ikki halda fram.Føroya Landsstýri skal standa við egið mál um einar grønar Føroyar.

Íløgur í oljuvinnu eru vána íløgur. Samfelagsligi kostnaðurin frá veðurlagsbroytingum og aðrari umhvørvisdálking er høgur og stendur ikki mát við stokkutu inntøkurnar. Tí eru skattafyrimunir og almennur stuðul, sum hava til endamáls at stimbra oljuídnaðin, burturvið. Harafturímóti eru grønar orkukeldur áhugaverdar, og í dag er stór øking í arbeiðsplássum innan grøna orku.

Ístaðin fyri at líta aftureftir og kveikjast av tankanum um oljuríkidømi, áttu løgtingslimir at ásannað, at vit skulu hyggja frameftir og finna aðrar vegir. Heildarætlanir verða gjørdar um elektrifisering og orkusparingar, men hvat nyttar hetta, so leingi sum oljuframleiðslan ikki samstundis verður avmarkað? Um oljuframleiðslan ikki verður skerd, fara royndirnar at minka um oljunýtsluna heilt víst at miseydnast.

Ábyrgdarloysi eigur ikki at ráða í Føroyum. Vælferðin skal byggjast á grøna orku og ikki svarta orku.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag