Flott Eyðgunn!

2019-03-20 15:56

Vælferðarlógin er ein góð lóg. Ein rammulóg, ið tekur hond um tey liðini í okkara samfelagsketu, har mest stendur á. Har vit í felag, við skattakrónunum, linna eitt sindur um trýstið, ið hesi lið eru undir. Har vit í felag, øll liðini í ketuni, taka eitt sindur av trýstinum á okkum og lætta um hjá teimum, ið eru í avbjóðandi støðum.

Eg haldi, at vit í Føroyum gott kunnu vera stolt av okkara samfelagskipan, ið byggir á slíkar lógir. Vit eiga at vera takksom mótvegis teimum, ið fyri hava slóðað á ymsan hátt. Og vit eiga við nærlagni at átaka okkum uppgávuna at viðlíkahalda og betra um slíkar skipanir. Tað er tað, ið Eyðgunn og samgongan gera við hesum uppskoti um nýggja vælferðarlóg - flott Eyðgunn, væl úr hondum greitt.


Eitt valaverk

Vælferðarpakkin er ein samling við seks ymiskum lógaruppskotum, ið viðvíkja borgarum, sum hava tørv á sosialum tænastum. Lógirnar skulu eftir ætlan koma í staðin fyri gomlu forsorgarlógina, sum ikki longur verður hildin at vera tíðarhóskandi, tí hon í stóran mun byggir á eina gamla hugsjón, har grundtankin var stovnsviðgerð.

Eitt høvuðsmál við nýggja lógarpakkanum er í størri mun at veita sosialar tænastur við støði í tørvinum hjá tí einstaka. Hetta er fult í tráð við Breksáttmálan, ið Føroyar undirskrivaðu í 2009.

Í lógini verður ásett, at borgarin skal takast uppá ráð, fáa skjóta og góða ráðgeving og í heila tikið stuðlast, so hann kann liva eitt so vanligt lív sum gjørligt. Dentur verður lagdur á tann fyribyrgjandi partin, og at veitingar og tænastur skulu virka og eggja til størri sjálvhjálpni.

Allir borgarar, sum kunnu, skulu hava møguleika at vera á arbeiðsmarknaðinum. Eru borgarar, ið ikki megna at vera á arbeiðsmarknaðinum, fáa teir hjálp á annan hátt, so teir kunnu fáa eitt virkið og meiningsfult lív.

Uppskotið um vælferðarlógina er rúgvismikið tilfar og gevur mær ta greiðu fatan, at talan er um neyðugt valaverk, ið er samfelagnum og borgarunum at gagni.

Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin