Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fliðurnar eru loyptar

2014-04-26 22:22

Flaggrøða í Kvívík:

Ravnurin er lítið umhildin, og nú sigst, at hann er farin at fjølgast aftur um okkara leiðir, meðan nyttufuglurin er í stórari minking. Í skaldskapi verður hann ofta ótýdliga lýstur, lítil javnbjóðis Dýrinum í Opinberingini, men somikið av einum skaðafugli kortini, at tey flestu ynskja hann foyktan burtur. Soleiðis hevur ikki altíð verið. Ravnarnir Hugin og Munin mannaðu fregnartænastuna hjá Óðini, fóru á flog árla á morgni og sprænfullir av nýfrættum lendu teir aftur um kvøldið, - soleiðis kundi hesin gamli norrøni Guðurin peila av og stjórna sínum alheimi. Hann hevði tó eina tvífalda agendu, tá hann samstundis var deyðsfuglur hansara. Apollon revsaði ravnin, hann gjørdi hvítu veingir hansara svartar. Í fyrru Kongabókini fær hann kortini eitt rímiligari skoðsmál. Eftir at Elia samsvarandi boðum Harrans var farin eystur um Jórdan at krógva seg við ánna Krit, komu ravnarnir hvønn morgun til hansara við breyði, og til náttverða fekk hann kjøt frá teimum, samstundis sum hann leskaði sær tunguna úr ánni, - seinri turkaðist hon tó upp og varð soleiðis atvoldin til, at hann aftur mátti flyta.

Nógv vatn er runnið oman líðurnar síðani Elia flutti og fór við sínum pjøkum til Sáreptu við Zidon. Heimildarmaðurin hjá Viderø presti, Hanus í Kollinum, sigur frá ferðini, tá Jóhan bóndi við Sjógv og pápi hansara hittust. Jóhan hevði meira ella minni slept tí jarðiska lívinum, hann vildi eittans hoyra tal um himinin, ímeðan Tummas tosaði um útróður, velting og seyð. Teir tosaðu líkasum framvið hvørjum øðrum. Tummas segði honum tó, at nú var tímin ein annar enn á spámanna døgum, nú bóru ravnarnir ikki monnum føðina longur. Háflogið sigst seinri vera farið av Jóhan bónda aftur, ella sum sagt verður: “At lokum kom hann með øllum niður á jørðina - -“ Læran av hesum er, at onki kemur av ongum, at tað ræður um at líta út so víðan, og ikki minst, at tað ræður um finna javnvágirnar ímillum ymsu høpi menniskjans, ið gera trivnaðin sum frægastan á øllum mótum. Meginkravið er, at øll leggja sum mest av sínum førleikum og ymsu kapitalum í samrakstrarmáttin – bráðpannuna – ið er til frama fyri tað sum er og tað sum koma skal.

Hvør dagur sum rísur úr havsbrúnni er eitt nýtt markamót ímillum tað sum farið er og hina ókendu framtíð. Í ár eru 2 hundrað ár farin síðani lond samdust um frið í Kiel, sum ummøbleraði og flutti nakað nógv stik í Norðurhøvum. Tað eru 150 ár síðani danir taptu slagið við Dybbøl. Í dag skilgreina danir tapið sum ein vinning, teir mistu hertúgadømini sunnanfyri, men siga nú, at hetta bjargaði tjóðskaparligu savningarmegini í landinum og gjørdi tað meiri homogent. Hugsað verður meiri inneftir enn úteftir. Tað tykist ikki sum koloni´irnar norðanfyri eru ein millumrokning, ið teir geva sær serliga nógv far um í gerandisdegnum. Ella meta teir okkum bara sum eitt ørlítið ússaligt appendix í teirra homogena eindarstati. Tað eru hundrað ár síðani fyrri heimsbardagi bókstavliga varð skotin ígongd, og í ár eru tað eisini sjeyti ár síðani íslendingar lýstu tjóð teirra sum lýðveldi. Sum stat ímillum statir á stórpolitiska heimspallinum.

Og ídag eru tað sjeytifýra ár síðani Merkið einsamalt varð tikið úr okkara egnu tjóðarmenning og fráboðað sum eyðmerki – sum umboðandi súmbol - fyri tjóðina Føroyar. Eljustríð í heimi var orsøkin, savningarmerkið fylgdi ikki longur politisku tjóðskaparmenningini annars, tað veitraði í Føroyum og í stríðssjógvi fyri tjóðina, sum framvegis var eitt danskt amt og sum seinri gjørdist ein donsk heimastýriskommuna. Har steðgaði søgan fyribils. Fyri fleiri er hendan status quo støðan nøktandi, fyri hin íhaldna er verandi støða altíð tann endaliga og frægasta, meðan processin og hin framsøkni ikki haka í fyrrenn komið er á mál. Tað málið hevur fyri flestu tjóðarbólkar verið skipanin av nationalstatinum, sum karmi inn- og úteftir um tey áhugamál fólkið í økinum eigur í sær.

Politiska stríðið um hvørjum palli tjóðin skal standa á í heimshøpi endar ikki fyrrenn ein loysn er funnin á tí málinum. Tað endar ikki fyrrenn føroyski nationalstaturin er skipaður, - fyrr ella seinri. Tjóðarmenningin er ein djúphavsstreymur sum vit ikki røkka, hann ferðast um hjørtu og heilar okkara, ein resistent basilla so gomul, at ongin avlívar hana. Men hon gongur líkasum í tveimum fylkingum, á tveimum rásum, fláum, hini politisku og hini andsbornu mentanarligu.

Um tveir tímar verður bók løgd fram, sum søgufrøðiliga viðger partar av hinum politiska stríðnum. Í henni er avrit av brævi ársett í Kvívík 1947. Grækaris Madsen eggjar íðin hinum unga Erlendi Patursson til at taka tjóðskaparstafettina upp eftir faðir sín, sum var deyður árið fyri. Tað ráddi um at kyndilin ikki slóknaði eftir allan hin politiska turbulensin við lok stríðsáranna. Umframt so mangt annað sigur hann:

Hvat snildir hava smildrað, hvat bronglað hava brøgd,

tað vinnist illa aftur, men verður megin løgd

til teir at endurnýggja ta gomlu norsku rót,

for kilargerð so stendst tá øllum Føroyingum til bót.

Og Grækaris hevur ikki stórt meiri álit á grýnseljarunum á Føroya løgtingi, heldur enn Tróndur á Malarenda. Sum hann sigur í brævinum: “Nú klakti tingið og sum vituligt var tað basiliskur.” Ævintýrdýrið við krýndum hanahøvdi og ormskroppi. Umboðani hitt ónda. Staðfestast kann, at samstundis sum vit stríðast um alt tað sum øll onnur fólkasløg stríðast um, so brúka vit harumframt alt ov nógva orku til hetta, at finna okkara sjálvsøgdu ódn í heimssamfelagnum. Í 2011 hevði eg í nakrar vikur mína dagligu gongd í høvuðssæti Sameindu Tjóða í New York, og tað kendist eyðmýkjandi hvønn morgun at koma omaneftir 1st Avenue, har vantaði ein flaggstong, har vantaði Merkið, sum hongur í húna á hvørjari stong kring landið ídag. Respekteri støðuna hjá teimum sum hugsa øðrvísi, men accepteri ikki, at tjóðarsúmbol okkara ikki sleppur at veittra har sum vindarnar blása í verøld.

Hóast tann politiski parturin av tjóðskaparstríðnum ikki er loystur, so ræður kortini um at liggja á takinum í tjóðarbyggingini árla og síðla. Megin í hvørjum einstøkum okkara, sum brúkt verður í hesum áhaldandi stríði, og hetta er eitt pepetuum mobile - eitt ævinligt gonguverk – sum krevur dagliga røkt og menning, er støðan vit dag og dagliga eru í. Dagurin er eitt úrslit av okkara felags íkasti í tjóðarbyggingina. Og leggi tykkum í geyma, at meðan ósemjur kunnu vera um tann politiska partin av hesi søk, so er tann andsborna mentanarliga tjóðarbyggingin eitt felags prosjekt, líkamikið hvønn partapolitiskan observans tú annars hellir til. Tjóðveldi ella samband, javnaður ella fólkaflokkur. Her eiga vit øll at standa øksl við øksl. Hetta er ein spurningur um at yvirliva sum fólk.

Kvívíkingar hava ikki verið mýruvengur í hesum stríði, hóast hóttafall og óbótalig nos hava rakt bygdina, her hevur verið ein uppdrift, sum hevur sæst aftur á landsins mótum. Fyri ikki at siga á tjóðarinnar menta- og vinnumótum. Bøndur, kennarar, arbeiðsmenn, grótlaðarar, húsasmiðir, læknar, sjúkrasystrar, fiskimenn, reiðarar, mentamenn í skrift og talu, útvarpsmenn, skiparar, maskinmeistarar, akademikarar av alskins slagi, vinnumenn, politikarar, handilsmenn, prestar. Partar úr rúgvuni, og hvaðani kom hetta alt?

Vælsaktans úr yvirskotsorkuni sum vildi tjóðarbyggingina. Sum ynskti at tryggja trygga støðufesti í oyggjum okkara áhaldandi.

Tað tykist sum hevur Kvívík á mangan hátt ligið í broddi fylkingar. Ymsar eru meiningarnar um orsøkina, men fleiri halda, at prestasætið á Kirkuteigi hevur verið ein snúningsásin. Hái andan, sum vell undan tempulgáttini út í bygdina, gjørdi mun. Never mind er bygdin gomul, hevur verið høvdingasetur, helst heilt frá landnámi, hevur ligið væl í mun til fenaða á landi og til útróðurs, men bókmentaljósið av Kirkjuteigi hevur onkursvegna kveikt og lynt undir andan og mentanina. Pastorala liðið, sum hevur mannað sætið, hevur átt í sær víðfevndari dygd enn flestustaðni. Soleiðis tykist tað í øllum førum. Maðurin, sum gav okkum etymologiska stavsetingarháttin, har vit fara aftur til frummálið, heldur enn at skriva málið soleiðis, sum tað verður framborið, helt til her. V. U. Hammershaimb. Hann mundi vera Jóan Peturi uppi í Trøð hin stóri kveikjari. Manninum sum gav okkum sangirnar, Brúðarvísuna og Vaagen. Sagt verður, at tað sum kortini kveikti hann mest av øllum, var eina ferðin hann sum skipsmaður var farin til guðstænastu í Íslandi. Har hoyrdi hann íslendskan prest prædika á íslendskum, alt ímeðan føroyskir prestar royndu at transformera kristnu læruna inn í sínar teknar við danskari tungu. Tá kvakk hann, og gjørdist tjóðskaparmaður burturav.

Í afturhvarvi kunnu meinaleysar gerandissøgur gerast skemtiligt dagdvøljuítriv at røða um. Viderø skrivar soleiðis: “Flestra manna lív er rit í moldum, sigur skáldið, men nú er minnisvarði reistur yvir Jóan Petur uppi í Trøð, sum Kvívíkingar hildu lítið um. Eitt sinn sagdi Jens í Trøðini við Óla djákn, sum hann var vanur at ganga inn til: “Bíð bara, tað skal eg siga tær, tá ið vit báðir eru farnir undir grønu torvu og gloymdir, tá verður minnisvarði reistur yvir Jóan Peturi!” Tá svarði Óli djáknur: “Nei, svá langt av leið fer hesin heimur aldri, at hesin letingin, ið ikki hevur gjørt eitt einasta nytsemdarverk, skal fáa minnisvarða.” – Tann dagin minnisvarðin varð reistur, sagdi Jens hetta fyrir Sverra í Kirkjubø, sum nevndi tað í røðu síni. – Satt er tí orðtaki, at maður spáar, men Guð mun ráða. Vegir hans eru ikki vegir várir. Margir av teim, sum vær setum hátt, verða av Guði settir lágt, og margir, sum vær settum lágt, verða av honum settir hátt - -“

Og sigast má, at pastoralu arvingarnir hjá Hammersheimb, - Axel Tórgarð, Marjun Bæk, Theodor Olsen og fleiri hava ikki gjørt tignina, sum stendur uppi við Kirkjuteigi og katedralinum í Kvívík, lakari.

Havi kortini eina kenslu av, at vit í mun til hetta, eru á ferð í einum tjóðskaparligum aldudali. Individualisman, har hvør bara sætar sær, og ein ovurgervað materialisma hava onkursvegna tikið hvørkratak um tjóðarbyggingina. Øðin eftir at gerast partur av materiellu fossamegini, eitt nú úr tilfeinginum sum svimur í føroyska spísikamarinum, kámar líkasum fyri teimum basalu virðunum tjóðin stendur á. Málsliga líkasælan tekur yvirhond, vit hoyra og síggja tað í miðlum okkara, Útvarpið hurrar mangan bara sum ein donsk jukebox, og eitt nú er danskt vorðið dagliga samskiftismálið í fleiri av okkara almennu partafeløgum. Sohvørt sum føroyingarnir, av okkara egnu myndugleikum, verða syftir út av rókini, og ein dani fyri og annar eftir verður varpaður upp á catedra, gongur tað við ferð aftur á hond, og hetta fer so líðandi at gerast ein ovurmikil meinbogi í tjóðlaðingini. Okkum tørvar eina nýggja tjóðskaparstevnu, sum tekur støði í okkara egna jørðildi, og sum leggur eina greiða leið fram í ókomna tíð, annars býðst ikki í bøtur. Annars koma vit ikki uppá aldukambin aftur.

Dagurin er ikki til politiskt kjak, hann er dagurin har vit hátíðarhalda, at vit hóast ósemjur kundu semjast um eitt savningarsúmbol – Merkið. Harfyri doyr politiska kjakið ikki, og tó at hugsaninar eru divergerandi, bæði um eitt annað, so má virðingin ímillum partar og hugsjónir ongantíð dvína, tí bara dialogurin, kann lyfta okkum uppeftir. Sigurð Joensen og Hanus í Kollinum vóru báðir tingmenn fyri Norðstreymoyar valdømið, ymiskir á máli, sum tey flestu vita, men mín gamli sjórættarkennari plagdi siga, at hann og Hanus altíð vóru makkarar, táið teir í fríløtum tóku ein sjavs uppi á tinghúsloftinum. Teir vóru vinmenn.

Skuldi eg kortini komi við eini subjektivari útsøgn í dag, so havi eg í eina tíð stríðst við at verið tveir persónar í einum kroppi. Tað sæst kanska aftur í frísuta og illa sligna skallanum í dag. Undir ræði hennara Riu Tórgarðs havi eg stríðst við at verið barnaheimsoddvitin Harra Bumble í sangleikinum Oliver Twist, og í gerandisdegnum havi sum frægast roynt at verið hann eg var. Tá leikurin er framførdur í Norðurlandahúsinum um tríggjar vikur fái eg tveitt skizofrena Bumble hamin av mær aftur. Á leið soleiðis havi eg tað sum føroyingur við donskum ríkisborgararætti. Kundi hugsað mær, at tað fyrra høpið kundi givið mær ein ríkisborgararætt, sum var virdur ájavnt við allar aðrar úti í heimi.

Í Merkinum síggja vit teir fronsku byltingarlitirnar og krossin. Ein harmonisk eind. Alt má vera eftir øðrum, hitt jarðiska og hitt himneska. Tað er ikki longur sum hjá Elia, táið hann krógvaði seg eystanfyri Jórdan við ánna Krit, at ravnarnir koma við føðini. Ella sum ein kendur skipari tók til: “Jesus kemur ikki inn í koyggjuna eftir tær, er tú lagstur í hana av leti.”

So hóskandi kundi tí verið at enda við hesum brotinum úr Saga Kvívíkar: “Hjá teim gomlu var vinnan heilag. Hon var gjørd fyrir Guði. At sita fyrir einki var synd, tað var at stjala Harrans dagar. Tað var hlegið at føður, sum ein miðvikumorgun kom inn í annað hús og teskaði inni í oyrað á manni, sum har sat og las lestur: “Fliðurnar eru loyptar.” Hin lagdi tá bókina frá sær og beyðst at fara til útróðrar. Har var eingin svelgur í millum; lestur og útróður var alt fyrir Harranum - -“