Bogi er 46 ár, og er giftur Jóhannu. Tey eiga 2 dreingir Hugin 14 ár og Nóa 9 ár. Bogi er valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin.

For. í Vinnunevndini
Limur í Teknisku nevnd
limur í trivnaðarnevnd
Næstformaður í fjarðhitafelagnum

Fleiri starvsfólk til dagstovnarnar

2016-10-25 21:14

Komandi býráð eigur miðvíst at menna dagstovnaøkið, soleiðis at vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar m.a. fáa fleiri námsfrøðingar í starv. Menna vit hetta økið, menna vit samstundis okkara børn


Barnalívið skal vera fjálgt og gott í Tórshavnar kommunu, og tí mæli eg til, at komandi býráð miðvíst fer undir at menna dagstovnaøkið fyri at styrkja námsfrøðiligu karmarnar í vøggustovum, barnagørðum og frítíðarskúlum.
           Børn og foreldur eiga t.d. ongantíð at møta upp í dagstovni um morgunin, har kenslan er, at ov fá starvsfólk eru til at lyfta týdningarmiklu uppgávuna at ansa børnunum. Somuleiðis skulu eisini vera nóg nógv starvsfólk at lata stovnarnar aftur seinnapart, soleiðis at tey børn, ið fara síðst heim, ikki bert sita eftir við einum starvsfólki, sum samstundis skal rudda og steingja allan stovnin.
           Vit eiga bæði at økja talið av starvsfólkum á dagstovnunum, samstundis sum vit styrkja námsfrøðiliga økið í høvuðsstaðnum. Tað verið seg við áhaldandi at røkja námsfrøðiligu arbeiðsmegina við t.d. skeiðum og eftirútbúgvingum. Námsfrøðiliga økið skal virðismetast nógv hægri, tí tað eru fyri ein stóran part námsfrøðingarnir, sum fyrireika okkara børn til framtíðina – til skúla og sosiala samveru.
           Um námsfrøðiliga arbeiðsmegin økist, so økist eisini møguleikin hjá børnunum at fara túrar út av stovnunum at uppliva høvuðsstaðin og tað, høvuðsstaðurin hevur at bjóða. Nóg høgt tal av starvsfólkum, leggur eisini upp fyri sjúkradøgum hjá námsfrøðingunum, soleiðis at korthúsið ikki rapar tann dagin, námsfrøðingar fáa forfall vegna sjúku ella av øðrum persónligum umstøðum.
           Tað skal vera so mikið av arbeiðsmegi í skipanini, at rúm er fyri bæði dagligum upplivingum í barnalívinum á dagstovnunum, samstundis sum skipanin tolir sjúkradagar, uttan at teir ávirka gerandisdagin hjá børnunum ov nógv.
           Ein smidlig, fleksibul og heilsugóð matarskipan, har foreldrini sjálvsagt sjálv gera av, í hvønn mun børnini skulu vera við í matarskipanini, eigur eisini at verða partur av mivísu menningini av dagstovnaøkinum.
           Okkara børn eru framtíðin, og tí er tað sjálvsagt, at vit áhaldandi menna dagstovnaøkið.

Vinalig heilsan
Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin