Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fleiri óvissur í metingini av tilfeingisrentuni

2019-11-06 10:49

Í samband viðgerðina av tilfeingisrentuni í føroysku fiskivinnuni hevur Reiðarafelagið gjørt vart við, at fleiri týðandi óvissur eru í teimum metingum, sum hava verið bornar fram í miðlunum seinastu vikurnar. Serliga tvær óvissur hava stóran týdning fyri metingina av tilfeingisrentuni. Onnur er metingin av ársverkum, og hin er metingin av normalhýruni í flotanum. Hesar óvissur eiga at verða nevndar, tá ið tilfeingisrentan verður viðgjørd.

Í skrivi í síðstu viku gjørdi Reiðarafelagið vart við, at talið av ársverkum er undirmett. Ein orsøk til hetta er, at fleiri skip hava tvær manningar knýttar at skipinum. Hetta er serliga galdandi fyri uppsjóvarskip, men aðrir bólkar hava partvís eisini fleiri fólk knýtt at skipinum. Til dømis hava summir partrolarar tríggjar manningar knýttar at tveimum skipum. Eisini er dømi um, at línuskip hava t.d. hava 3-4 mans afturat tí føstu manningini uppá 12-14 mans. Sostatt eru fleiri skip í flotanum, ið hava fleiri fólk knýtt at manningini enn neyðugt er til hvønn einstakan túr.

Búskaparráðið byggir sínar útrokningar á 708 ársverk, sum er tað talið av persónum, ið krevst fyri at manna allan tann føroyska flotan einaferð í 2015. Hetta er neyvan ein góð meting av talinum av ársverkum í føroyska flotanum.

Aðrar orsøkir eru eisini til, at metingin av tilfeingisrentuni verður skeiv. Ein teirra er, at í uppgerðini hjá Januar eru allar lønir taldar saman uttan mun til, um tær eru tengdar at fiskiflotanum, ella um talan er um løn til fólk á landi. Tað vil siga, at lønir til umsiting, sølu, leiðslu, landing og vaktarhald osv. eru taldar við í talinum fyri lønarútreiðslur.

Síðani verður talið av ársverkum í flotanum býtt við talið av teimum samlaðu lønarútreiðslunum hjá reiðaríunum, sum umfata nógv onnur starvsfólk enn fiskimenn, fyri at finna miðalhýruna. Tað vil siga, at samlaðu lønarútreiðslurnar eru ov høgar, og tí verður tann roknaða yvirnormala lønin eisini ov høg.

Hetta er enn eitt dømi um, at metingarnar av tilfeingisrentuni eru fongdar við álvarsomum veikleikum og óvissum, og undrunnarvert er, at Búskaparráðið ikki sjálvt ger vart við hesa feilkeldu.

Samanbering við aðrar sáttmálar
Hugtakið normalløn hevur eisini ein serligan týdning í útrokningini hjá Búskaparráðnum. Normallønin er sett at vera 400.000 krónur um árið fyri alla manningina – dekkarar, maskinmeistarar og skiparar. Spurningurin er tó, hvussu eftirfarandi hendan metingin er. Um vit sum eitt dømi nýta aðrar veruligar sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum til at manna skipini, verður úrslitið heilt øðrvísi.

Um eitt uppsjóvarskip við tólv monnum verður avroknað eftir sersáttmálanum fyri uppsjóvarvirki millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini, hevði tann roknaði kostnaðurin pr. ársverk verið tvær og eina hálva ferðir størri enn tað, sum Búskaparráðið tekur støði í.

Ársverkini verða fyrst umroknað til tímar við støði í talinum av døgum, skipið hevur verið til fiskiskap, har roknað verður við, at arbeitt verður 12 tímar um dagin hvønn dag í vikuni. Síðani verður yvirtíðin vektað uppeftir við umleið 75 prosentum fyri alla vikuna.

Hetta gevur eina metta arbeiðstíð uppá 16 tímar um samdøgrið, teir dagarnar skipið er til fiskiskap. Eitt ársverk verður mett til umleið 1.800 tímar, og mett verður síðani, hvussu nógv ársverk skulu til fyri at manna skipið, alt eftir hvussu nógvar dagar skipið hevur verið til fiskiskap.

Um eitt skip t.d. er úti í 267 dagar, verður talan um 4459 arbeiðstímar umborð fyri árið. Um hetta verður býtt við 1.800 arbeiðstímar, verður talan um at nýta 2,48 ársverk pr. mann fyri alt árið. Um manningin er 14 mans pr. túr krevur hetta umleið 35 ársverk at manna hesi størv um árið. Tískil verður metingin av ársverkum undirmett.

Í hesum dømi verður kostnaðurin fyri ársverkini roknaður til at vera umleið 2,5 ferðir størri enn tað, sum Búskaparráðið nýtir. Tá ið ráðið roknar við, at normallønin skal vera 400.000 krónur pr. mann, vísir hetta dømið, at ein roknað normalløn kundi verið umleið tvær og eina hálva ferðir hægri enn tað.

Tá er hædd ikki tikin fyri yvirmannapørtum, so talan er ikki um eina fullfíggjaða meting, men bert eitt dømi um, at metingarnar av ársverkum og normalhýru ikki eru rættvísandi.

Um ein deild á sjúkrahúsinum er mannað við trimum sjúkrasystrum alt samdøgrið, so er logikkurin, at eitt ársverk hjá hesum sjúkrasystrum kostar 1,2 mió. kr. um árið, hóast talan er um trý ársverk.

Hetta eru bert nøkur av fleiri dømum um, at metingarnar hjá Búskaparráðnum eru heftar við stórum óvissum, og at roknistykkið tískil er lítið eftirfarandi. Men hetta verður ikki nevnt, tá ið spurningurin um tilfeingisrentuna er til viðgerðar.

Stefan í Skorini, stjóri
Føroya Reiðarafelag