Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Fleiri leigubústaðir

2019-08-30 09:27
Sosial- og almannapolitikkur - 

Føroyski bústaðarmarknaðurin er ikki nóg fjøltáttaður. Serliga eru tað mong, sum mangla ein bústað, har tey kunnu búgva til leigu. Eg vil arbeiða fyri, at fleiri leigubústaðir verða bygdir.

Ein fortreyt fyri einum góðum uppvøkstri fyri børnini og einum góðum lívi fyri tey vaksnu er, at tey hava eitt gott og trygt heim.

Tað eru ikki øll, sum hava møguleika fyri at ogna sær egin hús ella keypa eina íbúð. Hesi mugu tí leiga ella lána sær til ein bústað. Men tað eru alt ov fáir leigubústaðir í landinum. Um útboðið av leigubústøðum var størri, vildi tað hjálpt uppá støðuna hjá hesum fólkum og gjørt útlitini fyri einum góðum og mennandi lívi betri. Í dag mangla leigubústaðir, og tað mangla nógvir leigubústaðir. Tað fer at taka tíð at koma til eina javnvág, har lutfallið millum sethús, eigaraíbúðir og leiguíbúðir er soleiðis, sum tørvurin er.

So leingi sum hesin ójavni er so ovurhonds stórur, har tað í dag eru mong, sum hava sera trupult at fáa tak yvir høvdið, má tað almenna taka ábyrgd og skipa fyri, at fleiri leigubústaðir verða fingnir til vega.

Ein partur av loysnini kann vera, at Bústaðir fær tær heimildir, sum skulu til, fyri at kunna halda á fram við tí bygging av leigu- og lutaíbúðum, sum liggur í kortunum. Ein annar partur kann gerast, við at treytirnar fyri privatari bygging av leigubústøðum gerast betri.

Allan Skaalum

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin